Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 24 - 2. februar 2007 Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mp3, playstation, sms, XBOX360, snake, game­ boy, Arto.. Heitini eru eins teknisk og løgin, sum tey eru fremm­­and fyri tey flestu omanfyri 30. Kortini eru tey ein ófrávíkiligur partur av gerandisdegnum hjá nær­ um øllum børnum í dag. Børnum, sum als ikki duga at ímynda sær eina tilveru, har telda ikki er í hvørjum húsi, sjónvarp á hvørjum kamari og fartelefon í hvørj­ um lumma. Hesin nýggi veruleiki hevði eitt nú við sær, at seks barnasjúkrasystrar tóku stig til at skipa fyri ein­ ari ráðstevnu, har ljós verð­ ur varpað á evnið børn og KT. Tí, sum tær taka til: - Hetta er ein veruleiki, sum vit noyðast at fyrihalda okkum til. Fyri fáum árum síðan var kunningartøkni als ikki ein partur av ger­ andis­degnum hjá børnum. Nú er kunningartøkni alla­ staðni, og tað ein sjálv­ sagdur partur av spælinum, sosialu samveruni og sam­ skiftinum millum børn. Hetta hevur sjálvandi havt ávirkan á heilsuna, menn­ ingina og medferðina hjá børnum. Stór ráðstevna Norðurlendska ráðstevnan, sum verður í Norðurlanda­ húsinum í september, ber heit­ið: Børn og KT – av­leiðingar og avbjóðingar. Pláss verður fyri eini 400 fólk­um, og ráðstevnan er ætl­að øllum, sum starvast við børnum, umframt øðr­ um áhugaðum. Tær seks, sum hava tikið stig til ráðstevnuna, eru nevndarlimir í áhuga­fe­ lagnum hjá føroyskum barna­­sjúkra­røktar­­frøðing­ um, FBS. Limirnir í felag­ num arbeiða til dagligt við frískum, hóttum og sjúkum børnum, ungum og familj­ um teirra. Nýggjar avbjóðingar Millum fyriskipararnir er Bjørghild Djurhuus, heilsu­ systir, sum eisini er for­ kvinna í áhugafelagnum. Hon sigur, at fyrireikingar­ bólkurin er um at koma und­ir land við øllum tí prakt­iska. Tær arbeiða á sjálv­bod­num grundarlagi, og hóast tað hevur verið ómetaliga tíðar- og orku­ krevjandi, hava tær kortini megnað at seta eina sera spennandi skrá saman. Bjørghild sigur, at avbjóð­ ing­arnar hjá starvsbólkum og foreldrum, sum eru um børn­ini, eru broyttar nógv seinastu árini. – Hetta er fyrstu fer hetta evnið verður viðgjørt alment her á landi. Vit, sum eru um børnini, eiga at finna javnvág millum at verða bergtikin av øllum hes­um nýggja og samstund­ is at seta mørk, sigur Bjørg­ hild, sum avgjørt heldur, at KT er gott hjá børnum, um tað verður nýtt við skili. – KT er bæði mennandi og spennandi, men kann eis­ ini vera vandamikið og forða barninum í at mennast á rættan hátt, sigur Bjørg­ hild. Sum alkohol Og hon greiðir frá, at kann­ ingar vísa, at børn, sum ovur­nýta KT, sýna ein at­burð, ið minnir um alko­ hol­ismu. - Tey leggja gerandisdagin til rættis, so tey altíð sleppa framat einari teldu. Og tey verða órólig og aggressiv, tá tey ikki sleppa. Eisini síggja vit børn, sum skikka sær serliga pent, eitt nú við at hjálpa við at taka av borð­ inum, fyri á tann hátt at út­loysa meira teldutíð. Hesi børn eru ovur kenslulig, følin og viðbrekin, og verða meiri ella minni avbyrgd frá sosialum samanhangum og veruligum vinaløgum, sigur Bjørghild. Hon heldur tað vera óheppið, um børn­ ini gevast við góðum frí­ tíðar­vanum, so sum ítrótti, fyri í staðin at sita einsa­ møll inni í alt ov nógvar tímar. Spennandi skrá Fyrireikararnir siga, at tað hevur eydnast teimum at fáa eina røð av spennandi ser­frøðingum við á ráðstevn­ una. Millum fyrilestrarnar verða verkstovur, har lut­tak­ Børn og kunningartøkni – avbjóðingar og avleiðing Kunningartøkni er ein sjálv­ sagdur partur av spæli­num og sosialu sam­ veruni millum børn. Hetta ávirkar sjálv­ sagt heilsuna og menn­ingina hjá børnum. Skipað verður fyri stórari norður­lendskari ráðstevnu um børn og KT í Havn í heyst – KT er gott hjá børnum, um tað verður nýtt við skili, sigur Bjørghild Djurhuus, heilsusystir Savnsmyndir