fríggjadagur 2. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 24 - 2. februar 2007
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mp3, playstation, sms,
XBOX360, snake, game
boy, Arto..
Heitini eru eins teknisk
og løgin, sum tey eru
fremmand fyri tey flestu
omanfyri 30. Kortini eru
tey ein ófrávíkiligur partur
av gerandisdegnum hjá nær
um øllum børnum í dag.
Børnum, sum als ikki duga
at ímynda sær eina tilveru,
har telda ikki er í hvørjum
húsi, sjónvarp á hvørjum
kamari og fartelefon í hvørj
um lumma.
Hesin nýggi veruleiki
hevði eitt nú við sær, at
seks barnasjúkrasystrar
tóku stig til at skipa fyri ein
ari ráðstevnu, har ljós verð
ur varpað á evnið børn og
KT. Tí, sum tær taka til:
- Hetta er ein veruleiki,
sum vit noyðast at fyrihalda
okkum til. Fyri fáum árum
síðan var kunningartøkni
als ikki ein partur av ger
andisdegnum hjá børnum.
Nú er kunningartøkni alla
staðni, og tað ein sjálv
sagdur partur av spælinum,
sosialu samveruni og sam
skiftinum millum børn.
Hetta hevur sjálvandi havt
ávirkan á heilsuna, menn
ingina og medferðina hjá
børnum.
Stór ráðstevna
Norðurlendska ráðstevnan,
sum verður í Norðurlanda
húsinum í september, ber
heitið: Børn og KT –
avleiðingar og avbjóðingar.
Pláss verður fyri eini 400
fólkum, og ráðstevnan er
ætlað øllum, sum starvast
við børnum, umframt øðr
um áhugaðum.
Tær seks, sum hava tikið
stig til ráðstevnuna, eru
nevndarlimir í áhugafe
lagnum hjá føroyskum
barnasjúkrarøktarfrøðing
um, FBS. Limirnir í felag
num arbeiða til dagligt við
frískum, hóttum og sjúkum
børnum, ungum og familj
um teirra.
Nýggjar avbjóðingar
Millum fyriskipararnir er
Bjørghild Djurhuus, heilsu
systir, sum eisini er for
kvinna í áhugafelagnum.
Hon sigur, at fyrireikingar
bólkurin er um at koma
undir land við øllum tí
praktiska. Tær arbeiða á
sjálvbodnum grundarlagi,
og hóast tað hevur verið
ómetaliga tíðar- og orku
krevjandi, hava tær kortini
megnað at seta eina sera
spennandi skrá saman.
Bjørghild sigur, at avbjóð
ingarnar hjá starvsbólkum
og foreldrum, sum eru um
børnini, eru broyttar nógv
seinastu árini.
– Hetta er fyrstu fer hetta
evnið verður viðgjørt
alment her á landi. Vit, sum
eru um børnini, eiga at
finna javnvág millum at
verða bergtikin av øllum
hesum nýggja og samstund
is at seta mørk, sigur Bjørg
hild, sum avgjørt heldur, at
KT er gott hjá børnum, um
tað verður nýtt við skili.
– KT er bæði mennandi
og spennandi, men kann eis
ini vera vandamikið og
forða barninum í at mennast
á rættan hátt, sigur Bjørg
hild.
Sum alkohol
Og hon greiðir frá, at kann
ingar vísa, at børn, sum
ovurnýta KT, sýna ein
atburð, ið minnir um alko
holismu.
- Tey leggja gerandisdagin
til rættis, so tey altíð sleppa
framat einari teldu. Og tey
verða órólig og aggressiv,
tá tey ikki sleppa. Eisini
síggja vit børn, sum skikka
sær serliga pent, eitt nú við
at hjálpa við at taka av borð
inum, fyri á tann hátt at
útloysa meira teldutíð. Hesi
børn eru ovur kenslulig,
følin og viðbrekin, og verða
meiri ella minni avbyrgd
frá sosialum samanhangum
og veruligum vinaløgum,
sigur Bjørghild. Hon heldur
tað vera óheppið, um børn
ini gevast við góðum frí
tíðarvanum, so sum ítrótti,
fyri í staðin at sita einsa
møll inni í alt ov nógvar
tímar.
Spennandi skrá
Fyrireikararnir siga, at tað
hevur eydnast teimum at
fáa eina røð av spennandi
serfrøðingum við á ráðstevn
una.
Millum fyrilestrarnar
verða verkstovur, har luttak
Børn og kunningartøkni
– avbjóðingar og avleiðing
Kunningartøkni
er ein sjálv
sagdur partur
av spælinum
og sosialu sam
veruni millum
børn. Hetta
ávirkar sjálv
sagt heilsuna
og menningina
hjá børnum.
Skipað verður
fyri stórari
norðurlendskari
ráðstevnu um
børn og KT í
Havn í heyst
– KT er gott hjá børnum,
um tað verður nýtt við
skili, sigur Bjørghild
Djurhuus, heilsusystir
Savnsmyndir