Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Løgtingsformaðurin mælir til, at samgong- an tekur andstøðuna við í viðgerina av einum lógaruppskot- inum um fíggjarligan stuðul til fólka- atkvøðuna. Høgni Hoydal tekur undir við hesum, og fer at senda andstøðuni sítt uppskot FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen Edamálið við at veita stuð- ul til politiskar flokkar og felagsskapir undan fólka- atkvøðuni er at javnstilla ja og nei síðurnar. Tí tekur landsstýrismað- urin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, fult undir við tilmælinum frá løg- tingsformanninum, um at lata andstøðuna fáa upp- skotið, sum liggur á borð- inum, og taka hana við í viðgerðina av tí, áðrenn tað kemur fyri tingið. Spurningurin um at draga andstøðuna upp í viðgerð- ina av uppskotinum um stuðul til fólkaatkvøðuna varð tikin upp eftir ein munnligan fyrispurning hjá Jóannesi Eidesgaard í ting- inum mikudagin. Jóannes Eidesgaard vildi hava at vita frá løgmanni, um nakar møguleiki er fyri, at uppskotið kemur fyri tingið í næstum. Harafturat reisti hann spurningin, um tað er rætt, at eitt slíkt mál skal vera samgongumál. – Tað undrar meg eitt sindur, at løgmaður sigur, at málið skal viðgerast í samgonguni. Tað vil siga, at játtanin til valstríðið upp undir eina fólkaatkvøðu er eitt samgongumál, og tað haldi eg í sjálvum sær er ein løgi. Tí eitt uppskot um upplýsing upp undir eina fólkaatkvøðu eigur sjálv- andi at vera so uttanveltað, sum møguligt, segði Jóann- es Eidesgaard. Hesum tók tingformað- urin, Finnbogi Ísakson, undir við. – Eg eri samdur við Jó- annesi Eidesgaard, sum sigur, at hetta ikki kann vera eitt samgongumál. Sjálvt um málið kemur í tingið og allir her fáa høvi til at siga sína meining og gera sína ávirkan galdandi, so er tað als eingin orsøk til at sáa nakran sum helst iva ímillum fólk, at her verður farið rætt fram. – Eg fari tí staðiliga at heita á landsstýrið, um at lata andstøðuna alt fyri eitt fáa tað uppskotið, sum liggur á borðinum - eg veit, at eitt liggur á borðinum – og viðgera uppskotið sam- an við andstøðuni, áðrenn tað kemur á ting, segði Finnbogi ísakson, løgtings- formaður í tinginum miku- dagin. Jenis av Rana nýtti eisini høvið at spyrja um stuðulin til fólkaatkvøðuna, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni. Hann vildi hava at vita frá løgmanni, hvør grundgevingin er at játta pening til fólkaat- kvøðuna, tá flokkarnir kortini fáa pening til po- litiska upplýsing. Løgmaður svaraði, at hann væl skilir, at Jenis spyr, um tað yvirhøvur er neyðugt at játta pening til upplýsing undan fólkaat- kvøðuni. Hendan spurning helt løgmaður eisini, at tingið átti at taka upp. Í Sosialinum í gjár varð Helena Dam á Neystabø endurgivin fyri at siga, at Sjálvstýrisflokkurin ikki beinleiðis var fyri seinnu fólkaatkvøðuni, tá nýggja sjálvstýrisætlanin varð gjørd, men at hann ikki vildi seta hart móti hørð- um. Hendan endurgeving er tíverri komin skeivt fyri. Tað, sum Helena Dam á Neystabø segði, var, at Sjálvstýrisflokkurin ikki beinleiðis var fyri, at seinna fólkaatkvøðan skuldi vera í 2012. Sjálv- stýrisflokkurin hevði hugsað sær hana seinni. Men hann vildi kortini ikki seta hetta fram sum eitt ófrávíkiligt krav. Vit umbera mistakið. Stuðul til fólkaatkvøðuna: Andstøðan fær ávirkan á uppskotið Vildi hava seinnu fólkaatkvøðuna seinni Stóra bretska tíðinda- blaðið, The Times, viðgjødi í mikudags- útgávuni føroysku ætlanina um fullveldi FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen – Danmark tók í gjár stig til at ræða føroyingar frá at taka fullveldi. Soleiðis lýsti stóra bretska blaðið, The Times, í mikudagsútgávu síni út- spæli, sum danska stjórnin kom við týsdagin. The Times skrivar, at danska Fóklatingið hevur gjørt av, at steðga fíggjar- ligu veitingini til Føroyar innan fýra ár, um fólkið tekur undir við ætlan lands- stýrissins. Føroya Løgmaður verður í blaðnum endurgivin fyri at siga, at danir bert gera hetta fyri at ræða føroying- ar frá at taka undir við ætlanini. The Times veit at siga, at tríggir fjórðingar av Føroya fólki ynskja frælsi. Haraft urat sigur blaðið, at føroy- ingar fyrireika egna grund- lóg, at vit ætla okkum upp í NATO, hóast vit einans hava Vaktar- & Bjarging- artænastuna, og at vit ætla okkum limaskap í ST. Fullveldi í Times Eftir at Finnbogi Ísakson í tinginum mikudagin staðiliga heitti á landsstýrið um at lata andstøðuna sleppa upp í part at gera lógaruppskotið um stuðul til fólkaatkvøðuna, hevur landsstýrið tikið stig til hetta Í sambandi við Creamy- konsertina í høllini í Runa- vík leygardagin verður møguleiki hjá teimum, sum hava ognað sær atgongu- merki, at ferðast við Strandfaraskipum Landsins til konsertina. Smyril siglir av Drelnesi klokkan 7.00, og bussur fer av Farstøðini klokkan 13.30 beinleiðis til Runa- víkar. Bussur fer aftur til Havnar eftir konsertina, og Smyril fer av Havnini klokkan 20.00. Tróndur siglir úr Skopun klokkan 11.00, og beinleið- is samband er við bussi til Havnar, har bussur fer av Farstøðini til Runavíkar klokkan 13.30. Samband verður aftur til Skopunar eftir konsertina. Ternan siglir av Oyra- gjógv klokkan 13.15. Buss- ur fer úr Vestmanna til Runavíkar klokkan 13.35. Bussur koyrir aftur til Vestmanna eftir konsertina, og Ternan fer úr Vestmanna klokkan 19.25. Dúgvan siglir úr Klaks- vík klokkan 14.20, og buss- ur koyrir víðari úr Leirvík til Runavíkar. Eftir konsert- ina fer bussur úr Runavík til Leirvíkar, og Ternan siglir aftur til Klaksvíkar klokkan 19.40. Tey, sum fara úr Havn, kunnu fara við bussinum av Farstøðini klokkan 13.30. Bussur koyrir aftur til Havnar eftir konsertina. Ferðasamband til Creamy Nr. 28 - 9. februar 2001 3 2 Nr. 28 - 9. februar 2001 gult cyan magenta svart Um tygum ynskja at vera við, so setið tygum í samband við okkum: e-mail travel@ff.fo • tlf 340 000 • fax 340 011 p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 kr. 8.485,- kr. 7.385,- á einkultkamari á dupultkamari bert flogferð báðar vegir bert flogferð einvegis kr. 7.885,- kr. 6.585,- kr. 4.000,- kr. 3.000,- Fiskivinnuframsýningin Fishing 2001 verður í døgunum 22. - 24. mars 2001 í Scottish Exhibition Centre í Glasgow. Flogfelag Føroya bjóðar ferð og uppihald á ella hotelli. Farið verður úr Vágum hósdagin 22. mars kl. 07.00 og komið verður aftur sunnudagin 25. mars 09.00 Kostnaður fyri ferð og uppihald: Áarvegur 6 • P.O. Box 3225 • FO-110 Tórshavn • Faroe Islands Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Fólkaflokkurin heldur veljarar fyri gjøldur Málið um hækka rentustuðulin aftur vísti nakrar politiskar veruleikar í Føroyum í dag: Tjóðveldisflokkurin avdúkaði aftur, at hann fullkomiliga hevur strikað tann soli- dariska arbeiðarapolitikkin. Og Fólka- flokkurin avdúkaði aftur, at tað eru bara lótir, tá hann tosar um at lækka skatta- og avgjaldstrýstið! Fyrr í vikunu fall uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum og Sambandsflokkinum um aftur at seta rentustuðulin upp í 48 prosent. Eftir lógini lækkaði hann niður í 44. pro- sent á nýggjárinum. Grundgevingarnar fyri at broyta lógina vóru m. a., at tað er dýrari liva. Oljan er kostar meiri. Tað sama er galdandi fyri flest allar húsarhaldsvørur. Og rentan er hækað nakað. Men bara uppskotsstillararnir atkvøddu fyri, hóast Óli Breskmann, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum, rósti uppskotinum, tá tað var til 1. viðgerð. Hann næstan skuld- setti Karsten Hansen fyri ikki at hava lagt eitt slíkt gott uppskot fram. Jógvan Dur- huus, úr Tjóðveldisflokkinum, var lunkað- ur, men kortini positivur. Sjálvstýrisflokk- urin segði hinvegin, at hann tók ikki undir við uppskotinum, so hann var erligur. Eftir samgonguskjalinum skal skatta- og avgjaldstrýstið lækkast. Tá einki hendi, boðaði Fólkaflokkurin frá, at kom ikki uppskot um skattalækka, skuldi hann leggja uppskot fram. Men hetta var bara ein leikur fyri fólki. Eingin veruligur skatt- alætti kom, og hann atkvøddi ikki fyri skattalætta-uppskotinum hjá Javnaðar- flokkinum og Sambadsflokkinum. Heldur ikki atkvøddi hann fyri uppskoti- num hjá Javnaðarflokinum at lækka av- gjaldið á bensini, sum hevði medvirað til at lækka avgjaldstrýstið. Vit kunnu tí stað- festa, at skattapolitikkurin hjá Fólkaflokki- num eru lótir og at hann heldur sínar velj- arar fyri gjøldur. Um Tjóðveldisflokkin kann afturat staðfestast, at útsølan heldur fram og skjótt verður skeltið »Enda-út- søla« hongt upp! DAGSINS MEINING Sosialurin Sosialurin við skerdum síðutali Vegna umbygging á Prentmiðstøðini kemur blaðið í dag og blaðið í morgin út við skerdum síðutali BLAÐÚTGÁVA Eirikur Lindenskov Aftur í dag kunnu lesarar okkara síggja, at blaðið kemur út við skerdum síðu- tali. Hetta er orsakað av, at umbygging fer fram á P/F Prentmiðstøðini, sum fel- ags prentsmiðjan hjá Sosi- alinum og Dimmalætting. Blaðið í dag, sum átti at verið 36 síður, kann bara prentast í 32 síðum. Hetta hevur ført við sær, at Hygg&Hoyr er skert við tveimum síðum, sum verða prentaðar í mikudagsblaðnum í staðin. Leygardagsblaðið, sum átti at verið prentað í 40 síðum, verður eisini bert 32 síður. Hetta hevur millum annað við sær, at Nøvn Nú og Lýsingartorgið ikki verða við í blaðnum, eins og at annað tilfar verður skert. Montørur er komin úr USA at gera arbeiðið á Prentmiðstøðini, og sigur stjórin, Eyðun Húsgarð, at um alt gongur sum ætlað, verður prentsmiðjan klár aftur mánadagin. Tað var í fjør summar, at prentsmiðjan hjá Dimma- lætting og Sosialinum vórðu lagdar saman í eitt felagn, nevnt Prentmið- støðin, sum heldur til í leig- aðum hølum hjá Dimma- lætting. Endamálið við samanleggingini var júst at fáa eina betri og effektivari prentsmiðju, og tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd. Prentmaskinurnar hjá Sosi- alinum og hjá Dimmalætt- ing verða í hesum døgum bókstaviliga sagt skrúvaðar saman, og í næstum verða enn fleiri útbyggingar gjørdar, sum fara at geva møguleikar til enn fleiri litsíður og fyri øktum síðutali. Vit biðja lesarar og lýsarar halda okkum til góðar. Ellisakfør og Jólaskipið JÓLASKIPIÐ Tíðindaskriv Komandi mánakvøld kl 21 fáa Føroya Ellisakfør vitjan av limum úr Tórs- havnar Froskmannafelag, sum fara at greiða frá kavingini niður á Jóla- skipið í Fugloyarfirði seinasta summar. Tiltakið verður í hølum felagsins Yviri við Strond 22