fríggjadagur 9. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 9. februar 2001
5
4
Nr. 28 - 9. februar 2001
Gudmund Mortensen
á Tvøroyri skilir ikki,
hví trupulleikar hava
stungið seg upp um
fiskiloyvi til nýgga
Rasmus Effersøe. Øll
loyvi eru ílagi, annars
var báturin sjálvsagt
ikki keyptur, sigur
hann
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Á Tvøroyri gongur í løtuni
ein maður og veit ikki um
hann er keyptur ella seldur.
Ella tað er kanska rættari at
siga, at hann veit ikki, um
hann hevur fiskiloyvi ella
ikki.
Tað er Gudmund Mort-
ensen,
reiðari.
Herfyri
keypti hann trolaran, Hauk-
ur, úr Íslandi og gav honum
navnið Rasmus Effersøe.
Ætlanin var, at hann skuldi
yvitaka
rættindini
hjá
gamla Rasmuss Effersøe,
sum sostatt skal úr flotan-
um.
Men síðani hevur ivi
tikið seg upp um tað yvir-
høvur ber til at geva nýggja
Rasmus Effersøe Fiskiloyvi
undir Føroyum.
Hetta skip er nevniliga
fyrrverandi Snoddið, sum
fekk upphøggingarstuðul í
sínari tíð, tá ið hann varð
seldur til Íslands.
Og nú er Fiskimálastýrið
komið eftir, at tað er iving-
arsamt um tað yvirhøvur
nakrantíð er loyvt at geva
einum
skipi
fiskiloyvi
aftur, sum einaferð hevur
fingið fingið upphøgging-
arstuðul.
Gudmund
Mortensen
sigur, at áðrenn hann keypti
trolaran úr Íslandi, útvegaði
hann sær sjálvsagt øll tey
neyðugu loyvini.
– Annars varð báturin
ongantíð keyptur, tað er
sjálvsagt, sigur hann.
Hann sigur, at hann tískil
bæði hevur fingið skrivligt
fiskiloyvi og veiðiloyvi til
nýggja bátin. Tvs, at tað eru
loyvini hjá gamla Rasmus
Effersøe, sum eru førd yvir
á nýggja bátin og tað hevur
hann skrivligt frá Fiski-
málastýrinum.
Annars fór gamli Rasmus
Effersøe ein túr afturat
mikukvøldið. Nýggi Ras-
mus er í Havn, hann verður
málaður og fær onkrar
ábøtur og ætlanin var, at
hann skuldi koma suður
seinni í vikuni.
Men tá ið hesin túrurin
hjá gamla Rasmus er lið-
ugur um einar 10 dagar, var
tað ætlanin at nýggi Ras-
mus Effersøe skuldi fara
fyrsta túrin.
Fyri at kanna málið,
hevur Fiskimálastýrið biðið
um eina lógfrøðiliga met-
ing av, um tað er loyvt at
geva nýggja Rasmus Effer-
søe fiskiloyvi, hóast hann
fekk upphøggingarstuðul
fyri einum 10 árum síðani,
tá ið hann nevndist Snodd-
ið.
Gudmund
Mortensen
sigur, at enn hevur hann
onki hoyrt aftur frá Fiski-
málastýrinum.
Men hann dylir ikki fyri,
at tað fer at koma sera illa
við, um niðurstøðan nú
verður, at hann ikki kann
fáa fiskiloyvi.
Vit spurdu hann eisini,
hvat fer at henda, um enda-
liga svarið úr Fiskimála-
stýrinum verður, at Rasmus
ikki kann fáa Fiskiloyvi.
– Sum sagt havi eg longu
fingið øll loyvini skrivliga.
Verður niðurstøðan nú ein
onnur, má Fiskimálastýrið
taka tað við sær, sum tað
ber í sær. So má onkur onn-
ur loysn finnast, er tað
einasta, hann vil siga um
tað.
Men hann dugir ikki at
skilja trupulkleikin.
– Hetta er ikki sama
reiðarí, sum fekk upphøgg-
ingarstuðul. Hetta er eitt
nýtt reiðarí og tað fer eitt
skip úr flotanum ístaðin
fyri, so eg skilji ikki
trupulleikan, sigur Gud-
mund Mortensen
– Enn er lagnan hjá nýggja tvøratrolaranum, Rasmus Effersø
ikki avgjørd. Eg havi øll fingið øll loyvi, sigur reiðarin.
Løgrøðingar kanna eftir um tað ber til at geva skipinum loyvi,
sigur fiskimálaráðharrin
Hevur fingið skrivligt loyvi til nýggja
Rasmus Effersøe
– Tað kom óvart á
meg, at ivi hevur tikið
seg upp um fiskiloyv-
ið hjá nýggja tvøra-
trolaranum, Rasmus
Effersøe, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýris-
maður í fiskivinnu-
málum
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Tað kom púra óvart á Jørg-
en Niclasen, at ivi nú hevur
tikið seg upp, antin tað
yvirhøvur ber til at geva
nýggja
tvøratrolaranum,
Rasmus Effersøe, fiski-
loyvi.
Eftir, at Rasmus Effersøe
varð keyptur úr Íslandi um
ársskiftið, er komið framm,
at tað er kanska ólógligt at
geva ghonum fiskiloyvi
undir Føroyum.
Orsøkin er, at hetta er
fýrrverandi
toftatrolarin
Snoddið, sum í síni tíð fekk
upphøggingarstuðul, tá ið
hann varð seldur til Íslands.
Og nú verður sagt, at tað er
ólógligt at geva skipið
fiskiloyvi, sum einaferð
hevur fingið upphøgging-
arstuðul.
Aðarastaðni í blaðnum í
dag sigur reiðarin, Gud-
mund Mortensen, at hann
hevur fingið skrivligt fiski-
loyvi og veiðiloyvi til skip-
ið.
– Tað er ikki rætt, sigur
Jørgen Niclasen. Hann hev-
ur fingið tilsøgn um loyvi
og tað er ikki tað sama sum
at fáa loyvi. Sostatt hevur
hann ikki fingið loyvi enn,
sigur hann.
Men hann sigur, at hetta
er ein keðilig støða hjá øll-
um pørtum.
– Tá ið vit viðgjørdum
málið um at flyta loyvini
hjá gamla Rasmus Effersøe
yvir á nýggja skipið, var
ongastaðni
viðmerkt
í
skjølunum, sum vit høvdu
um skipið, at tað hevði
fingið upphøggingarstuðul.
Tað stendur heldur ikki á
skipsblaðnum, ið er tað
sama fyri skip, sum tinglýs-
ingin er fyri aðrar ognir.
Annars plagar slíkt at
standa í skipsblaðnum.
Jørgen Niclasen sigur, at
tí var tað ikki í hansara
tonkum, at hann hevði
fingið upphøggingartsuðul
og tí hevur tað ongantíð
verið uppi í viðgerðini.
– Men so mintust onkur,
at hann hevði fingið upp-
høggingarstuðul og tá varð
málið steðgað.
-Jørgen Niclasen sigur, at
hetta kom dátt við.
Hann sigur, at samsvar er
ikki ímillum danska og før-
oyska lógartekstin á hesum
øki.
– Í mínum hugaheimi
hevði uppøggingarstuðulin
til endamáls at minka fiski-
orkuna. Í hesum føri er tal-
an um eitt nýtt reiðarí og
um, at eitt annað skip fer úr
flotanum, men fiskiorkan
hvørki veksur ella minkar.
–Tí er hetta ein tulkingar-
spurningur. Og tað er onki
at gera, uttan at kanna mál-
ið til botns. Og sostatt havi
eg biðið um eina lógfrøði-
liga meting. Og so fara vit
víðari haðani frá.
Jørgen Niclasen sigur, at
enn er metingin ikki liðug,
men tað verður ein av døg-
unum.
– Vit hava hava fleiri
tilboð um at leiga
skip ístaðin til vakt-
arhald og bjarging á
sjónum fyri Brimil,
og teir møguleikar-
nir verða nú kann-
aðir, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýr-
ismaður í fiski-
vinnumálum
TRYGD Á SJÓNUM
Áki Bertholdsen
– Eg skilji onki av hes-
um longur. Men nú er
støðan so álvarslig, at
okkurt má henda.
Jørgen
Niclasen,
Landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum, sigur, at
hann veit ikki, hví málið
um Brimil ikki kemur
fyri í tinginum.
Karsten Hansen legði
uppskot fyri tingið um at
loysa ósemjuna um løn-
ina hjá manningini á
Brimli. Hann boðaði frá,
at málið hevði slíka
skund, at hann fór at biðja
tingið víkja frá tíðarfreis-
itini, fyri at fáa tað
skjótari avgreitt.
Men so steðgaði málið
og tað kom ongantíð til
viðgerðar í tinginum. Og
tað stendur heldur ikki á
skránni fyri tingfundin
týsdagin, so enn er óvist,
hvørja lagnu, uppskotið
fær.
Jørgen Niclasn sigur,
at hann hevur spurt seg
fyri, men hann fær onki
at vita um, hví málið ikki
kemur fyri tingið.
Sjálvur hevur Karsten
Hansen sagt, at orsøkin
er, at hann vil hava alla
samgonguna
at
taka
ábyrgd av málinum og at
tað er útsett, eftir at ein-
stakir tinglimir eru farnir
at seta spurnartekin við
ætlanina.
Jørgen Niclasen heldur,
at hetta er tann veikasta
støðan,
sum
Karsten
Hansen kundi koma í.
– Hann hevur lagt mál-
ið fyri tingið, men tað
kemur ikki til viðgerðar,
tí hann stúrir fyri avleið-
ingunum. Hetta er at for-
telja fakfeløgunum, at
Løgtingið vil onki gera
við málið og tað fremur
ikki samráðingarhugan
hjá teimum, sigur Fiski-
málaráðharrin.
Sostatt
tykist tað nú greiðari enn
nakrantíð, at tað fæst
ongin samráðingarloysn.
Vilja leiga
Jørgen Niclasen at nú er
støðan við at vera heilt
álvarslig og tí er tað
neyðugt at kanna aðrar
møguleikar.
– Várróðurin er byrjað-
ur og yvirhøvur veksur
virksemið undir Føroyum
ímóti vári. Tí er tað er
sera óheppið, at vit
mangla eitt skip, tí so er
trygdin tilsvarandi skerd
og eftirlitið somuleiðis.
Tí kannar Fiskimála-
stýrið nú møguleikan fyri
at leiga eitt annað vaktar-
skip, ístaðin fyri Brimil.
Hann sigur, at Fiski-
málastýrið hevur fleiri til-
boð um skipm, sum
kunnu leigast og hetta
verður í kannað í løtuni.
Men enn er onki avgjørt
og tað veldst sjálvandi
um, antin Brimil kemur í
sigling skjótt, ella ikki.
Spurningurin er so,
hvat hendur við Brimli
um tað ikki eydnast at
loysa málið nú
– Ein møguleiki, vit
hava, er at vit leiga eitt
annað skip og leiga Brim-
il út samstundis. Vit skulu
eisini hava eisini eina
fíggjarliga játtan, sum
skal halda og tí kann tað
koma uppá tal at leiga
Brimil út.
Fiskimálaráðharrin
skilir ikki gongdina í
Brimlamálinum.
– Eitt krav um at fáa
40% í lønarhækking, sum
Skipara- og Navigatørfel-
agið hevur tvíhildið um,
kann ikki takast í álvara.
Tí kann eg ikki lata vera
við at fáa allar møguligar
tankar um, antin nakað
annað býr aftanfyri, um
tað er politiskt, ella ikki.
Eg sigi ikki, at tað er so,
men hetta er so langt úti,
at eg kann ikki lata vera
við at fáa allar møguligar
tankar, sigur Jørgen Nicl-
asen.
Karsten Hansen aldrin verið so
veikur sum nú
– Tað kom dátt við, tá ið vit
fingu at vita, at nýggi
Rasmus Effersøe á Tvørotyri
kanska ikki kann fáa
fiskiloyvi, sigur Jørgen
Niclasen, fiskimálaráðharrin
Ein keðilig støða
Jørgen Niclasen:
Frederik Harhoff,
serfrøðingur í ríkis-
felagsskapinum,
heldur stóran vanda
vera fyri, at fólkaat-
kvøðan í mai fer at
ørkymla føroyska
veljaran. Landsstýrið
sigur eitt og stjórnin
eitt annað, og hetta
fer uttan iva at ávirka
støðutakanina hjá
fólki. Og tað er
óheppið fyri eina
fólkaatkvøðu, sigur
Harhoff.
FRAMTÍÐARSTØÐA
FØROYA
Magnus Dam
Hóast hann meldaði rætti-
liga greitt og positivt út, tá
ið landsstýrið borðreiddi
við sínari nýggju fullveldis-
ætlan, so hava hesir sein-
astu dagarnir ørkymlað
danska professaran Frede-
rikk Harhoff, sum er ser-
frøðingur í ríkisfelagsskap-
inum.
Hann setir nú spurnartek-
in við fólkaatkvøðuna 26.
mai og spyr millum annað,
hvat tað er, føroyski veljar-
in skal taka støðu til. Er tað
í veruleikanum loysing, ella
er tað bert eitt framhald av
verandi skipan í ríkisfelags-
skapinum í eitt nærri ásett
tíðarskeið?
– Tað tykist ógreitt, hvat
landsstýrið í veruleikanum
vil. Sjálvur hevði eg ikki
vitað, hvat eg hevði atvkøtt
um, um eg luttók í fólkaat-
kvøðuni 26. mai, sigur
Frederik Harhoff.
Støðan er nú, at lands-
stýrið leggur ein spurning
út til fólkaatkvøðu, sum
kann tulkast. Landsstýrið
leggur eina tulking í, með-
an stjórnin leggur eina aðra
tulking í. Og hetta fer bert
at ørkymla, heldur hann.
Breið tulking
Harhoff heldur, at stjórnin
hevur valt at tulka fólkaat-
kvøðuna í mai rættiliga
breitt við at siga, at talan í
veruleikanum er um eina
fólkaatkvøðu um loysing.
Men hinvegin heldur hann
eisini, at tað er í lagi, at
stjórnin tulkar støðuna á
hendan hátt.
– Stjórnin hevur sett sær
sjálvum spurningin, hvat
landsstýrið í veruleikanum
vil. Er talan um, at vit bara
skulu halda fram undir ver-
andi skipan eina tíð afturat
og so skulu Føroyar loysa
seinni, ella er talan um tað,
sum landsstýrið alla tíðina
hevur ætlað, nevniliga at
loysa eftir einum nærri
ásettum leisti? Og har hev-
ur stjórnin valt at tulka
støðuna soleiðis, at lands-
stýrið nú vil hava fólkið at
taka støðu til, um Føroyar
skulu fara úr ríkisfelags-
skapinum. Stjórnin tekur
tarvin við horninum, og
hetta fyriheldur hon seg so
til. Og tað haldi eg vera í
lagi, tí hetta er greitt og tek-
ur burtur øll ivamál, sigur
Frederik Harhoff.
Óneyðugt við fleiri
fólkaatkvøðum
Danski professarin sær fyri
sær eina rættiliga ørkyml-
aða veljarafjøld, tá ið fólka-
atkvøðan verður 26. mai.
Hann vísir á, at landsstýrið
í sínari ætlan tosar um tvær
fólkaatkvøður – eina í mai
og eina 2012. Onnur er
undir øllum umstøðum
óneyðug, heldur hann.
– Um landsstýrið í fyrsta
umfari bert ynskir øktar
heimildir og fríari ræsir at
yvirtaka málsøki, hví skal
tann spurningurin so út til
fólkaatkvøðu? Hetta er
nakað, sum løgtingið kann
gera av í samstarvi við
stjórnina, og so kann
heimastýrislógin broytast
samsvarandi, um hetta er
neyðugt. Tá er óneyðugt
við einari fólkaatkvøðu nú,
sum inniheldur fleiri ele-
ment enn bert hetta, stað-
festir hann.
– Eg kann garantera tær
fyri, at kjakið upp undir
fólkaatkvøðuna
fer
at
snúgva seg um, hvørt hetta
bert er ein spurningur um
økt sjálvsstýri ella um hetta
í veruleikanum er ein
atkvøðugreiðsla
um
loysing. Báðir partar fara í
valstríðnum at gera síni
sjónarmið galdandi, vísir
hann á.
– Skal fólkaatkvøðan vera
demokratisk, so má hon
skipast á ein hátt, so øll vita
púra greitt, hvat tað er, tey
atkvøða um. Og sum nú er,
er talan um eina ómetaliga
ógreiða fólkaatkvøðu, sigur
hann.
Fastlæsa støðuna
Frederikk Harhoff heldur
eisini, at landsstýrið ger
sær sjálvum eina bjarna-
tænastu við fólkaatkvøðuni
í mai. Landsstýrið verður tá
læst fast at tí innihaldinum,
sum tann fólkaatkvøðan nú
einaferð snýr seg um.
Fær landsstýrið undir-
tøku fyri ætlanini, so hevur
landsstýrið bert hetta at
fyrihalda seg til í einari
samráðingarstøðu við dan-
ir. Og samráðast skulu part-
arnir undir øllum umstøð-
um, vísir Harhoff á.
– Hvat nú um stjórnin
ikki kann eftirlíka føroyska
kravinum um, at blokkurin
skal minkast burtur eftir 12
árum? Um stjórnin til døm-
is sigur átta ár og heldur, at
viðurskiftini eisini á annan
hátt skulu víkja frá teimum,
sum landsstýrið leggur upp
til
í
fólkaatkvøðuni?
Stjórnin er ikki bundin at
einari føroyskari fólkaat-
kvøðu, men spurningurin er
tá, um landsstýrið hevur
nakað rásarúm. Føroyska
fólkið hevur jú álagt lands-
stýrinum júst, hvussu við-
urskiftini skulu skipast,
vísir Frederikk Harhoff á.
Samráðingarloysnin
tann rætta
Frederikk Harhoff kemur
her inn á tað, sum hann
heldur hevur verið so
óheppið fyri alla gongdina
hetta seinasta árið. Báðir
partar – bæði landsstýrið og
danska stjórnin – vísa ov
lítlan vilja til at geva seg.
Landsstýrið hevur frá fyrst-
an tíð tvíhildið um, at hend-
an gongdin skal enda við
loysing, og stjórnin hevur
frá fyrstan tíð tvíhildið um,
at ein tílík loysn inniber
eina skiftistíð uppá fýra ár.
Eingin vil slaka uppá hesi
grundsjónarmiðini, sigur
Frederikk Harhoff.
– Báðir partar hava gjørt
mistøk, og nú eru vit komin
í hesa óhepnu støðuna, har
báðir partar kasta við runu,
vísir Frederikk Harhoff á.
Hann er sannførdur um, at
bæði føroyingar og danir
kundu verið eitt sindur
meira uppfinnsamir gjøgn-
um alla gongdina, og at ein
samráðingarloysn
hevði
verið nógv tann besta. Men
nú ivast danski professarin
í, hvussu vendist aftur.
Fólkaatkvøðan er ógreið
Danski serfrøðingurin í ríkisfelagsskapinum, Frederikk Harhoff, heldur, at tað verður ein ógvuliga ørkymlað veljarafjøld, sum 26. mai skal taka støðu til nýggja fullveldisleistin hjá landsstýrinum.