Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

DANSIVENJING Tíðindaskriv Tangobólkurin í Havn skipar í vikuskiftinum 9.- 11. februar fyri enn einum skeiði í Argentinskum Tango. Hesaferð eru instruktør- arnir eitt nýtt par, sum ikki hava verið í Føroyum áður, Bente og Bo Paulsen. Tey koma bæði frá Tangoakad- eminum í Århus, og vitj- anin er eitt framhald av tí samstarvi, sum higartil hevur verið við hetta dansi- staðið. Bente og Bo Paulsen eru bæði 50 ár, og hava fingið frálæru, bæði frá donskum og øðrum instruktørum, m. a. Gustavo Naviera, Dani- ela Arcuri, Armando Orzuza og Cacho Dante. Harumframt eru tey við í tangotiltøkum og work- shops í Danmark og aðra- staðni í Europa. Afturat tango undirvísa tey eisini í tangovalsi og serliga milon- ga. Í argentinskum tango verða innan fyri grundstig- ini dansað ymisk háttaløg. Bente og Bo nýta ein smidligan stíl við íblástri bæði frá tí tætta og tí opna dansistílinum. Tangobólkurin hittist ann- ars annaðhvørt sunnukvøld kl 20-22. Kaggin hevur verið so beinasamur at læna okkum teirra dansi- gólv, og næstu dansikvøld- ini aftaná skeiðið verður sunnudagin 25. februar og 11. mars. Hesi kvøldini royna tey at halda tango- læruna viðlíka. Forvitin eru vælkomin at koma inn á gólvið, og kanska royna seg saman teimum, siga føroysku tangofyrireikar- arnir. Ætlanin er at enda dansi- veturin við enn einum skeiði 16.-18. mars. ÆTTARGRANSKING Tíðindaskriv Hóskvøldið í síðstu viku varð nýtt ættargranskingar- felag sett á stovn. Felagið hevur fingið a- ltjóða navnið Genealogi.fo, men ætlanin er eisini at finna eitt gott føroyskt navn til felagið. Endamál felagsins er at skapa eitt forum fyri teldu- viðgerð í ættargransking við tiltøkum sum at skipa fyri fyrilestrum, fundum og øðrum upplýsandi tiltøk- um, at virka fyri at ættar- granskingarkeldur verða teldutøkar, at samarbeiða við aðrar ættargranskingar- felagsskapir heima og úti, at kunna um kunningar- tøkni innan ættargransking og at hava altjóða samstarv við aðrar felagsskapir við sama endamáli. Eitt tað fyrsta felagið fer at gera, er at stovna eina heimasíðu fyri ættargransk- ingar. Hendan heimasíðan fer at hava heitið: www.genealogi.fo. Á hes- ari heimasíðuni verður ymiskt alment tilfar um ættargransking og teldufor- rit til slíkt. Eisini verður á heimasíðuni møguleiki at leita fram ymiskar upplýs- ingar, ið ættargranskarar leggja á síðuna. Hesin part- urin av heimasíðuni verður ikki almennur, men limirnir fáa eitt loyniorð, ið skal nýtast fyri at koma inn til hesar upplýsingarnar. Eisini fer felagið at gera kirkjubøkur, fólkateljingar o.t. teldutøkt. Ætlanin er at gera hendan partin í sam- starvi við líknandi feløg í grannalondunum, sum hava gjørt serlig telduforrit til slíkar ættargranskingar- keldur. Á stovnandi fundinum varð nevnd vald, og hon hevur skipað seg soleiðis: Göran Wennerström (gw@post.olivant.fo), for- maður, Hans Suni Jensen (hsj@softhome.net), næst- formaður, Randi Á. Jakob- sen (raj@post.olivant.fo), skrivari, Sofus Johannesen (sofusj@post.olivant.fo), kassameistari og Steinbjørn í Dali (st_dali@post.olivant.fo), internet-ábyrgdari. Eyka- limir eru Poul Jákup Thom- sen og Peter Kehlet. Limagjaldið er 100 kr. um árið, og áhugaði kunnu gerast limir við at venda sær til ein av nevndarlim- unum. Fyrsta nevndin í Genealogi.fo. Frá vinstru: Steinbjørn í Dali, Randi Á Jakobsen, Hans Suni Jensen, Göran Wennerström og Sofus Johannesen Hava stovnað nýtt ættargranskingarfelag Argentiskur Tango í Havn Nr. 28 - 9. februar 2001 7 6 Nr. 28 - 9. februar 2001 Stjórarnir á Hotel Hafnia og Flogfelag Føroya arbeiða við møguleikanum at leiga hotelskip at hava liggjandi í Føroyum um summarið FERÐAVINNA Edvard Joensen Væntandi vaksandi virk- semi í landinum hevur fingið Johan Restorff, stjóra á Hotel Hafnia, og Una Danielsen, stjóra á Flogfelag Føroya, at fara at kanna møguleikan fyri at fáa eitt hotelskip til Føroya fyri at loysa tann ringasta gistingartørvin um summ- arið. Talan er ikki um Hotel Hafnia og Flogfelag Føroya sum so, men um persónar- nar Johan Restorff og Una Danielsen, sum hava tosað saman um hesa ætlanina, leggur Johan Restorff dent á. Johna Restorff sigur við Sosialin, at enn er eingin avgerð tikin um nakað ávíst skip, men arbeitt verður miðvíst við málinum. Hann sigur samstundis, at tað verður ikki í summar, at nakað skip kemur. Til tess er ov nógv liðið á árið, uttan at nøkur marknaðar- føring er gjørd. Tað er væl eingin loyna, sigur Johan Restorff, at ein komandi oljuvinna liggur í bakhøvdinum, tá farið verður undir slíkt tiltak. Og hon fer kanska eisini at gera av, hvar eitt slíkt skip verður lagt, sigur hann. Sjálvandi er nærliggjandi at hugsa, at eitt møguligt hotelskip fer at liggja í Havn, tí har koma flestu ferðafólkini hóast alt eina- ferð á eini ferð til Føroya. Men verður til dømis ein útgerðarhavn løgd onkra aðrastðani, er kanska meira brúk fyri gistingarmøgu- leikum har. Eitt skip hevur, sum viti- ligt er, ikki heilt teir somu møguleikarnar, sum eitt veruligt hotel hevur. Tí høvdu verið ávísir fyrimun- ir við at lagt tað har, hotell- ini eru frammanundan, soleiðis at gestirnir kundu brúkt ymsu tilboðini, sum hotellini hava fram um eitt skip. Annars sigur Johan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia, at Hotel Hafnia sjálvt arbeiðir miðvíst við ætlanum um at víðka virksemið. Ásannandi at neyðugt er at vera undan menningini í samfelagnum annars, hevur hotellið umsókn liggjandi hjá Tórshavnar Býrað um øki at byggja nýtt á. Tað er bara ein neyðug gongd, sum tó einki ítøkiligt er komið upp á enn, annað enn at umsókn um stykki er latin, sigur Johan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia í Havn. Nakrir mans úr Norðurstreymoy eru í hesum døgum í Ís- landi og keypa skip. Talan er um ein rækjutrolara av Akur- eyri SKIPAKEYP Edvard Joensen Ein rækjutrolari aftrat er á veg í føroyska flotan. Talan er um ein 12 ára gamlan kombineraðan rækju- og flakatrolara. Tað er rættiliga ringt at fá nakað nágreiniligt at vita um hetta skipakeypið. So- sialurin hevur havt orð á onkran av monnunum, sum eru í Íslandi í løtuni. Men teir hava bara ta viðmerk- ing, at teir hava onga við- merking. Tó frættist aðrar vegir, at talan er um eitt skip, sum eitt íslendskt reiðaríð hevur havt skrásett í einum av Baltalondunum, sum nú er keypt til Føroya fyri einar 65 milliónir krónur. Skipið lastar umleið hálvtsjeynda- hundrað tons og hevur góða frystiorku. Menninir aftan fyri hetta skipakeypið hava lagt rættiliga nógvan eginpen- ing á borðið, frættir Sosial- urin, og tað er bara føroysk- ur kapitalur uppií. Øll fígg- ingin er eisini fingin til vega í Føroyum. Skipið skal brúkast til rækjufiskiskap í Barents- havinum. Við Svalbard og í russiskum sjógvi, frættir Sosialurin. Tað er soleiðis, at føroy- ingar eiga ávíst tal av fiskidøgum á hesum leið- um, sum ikki verða brúktir. Fiskimálastýrið hevur tí boðað frá, at um onkur er, sum er áhugaður í at royna hesar møguleikar, kann fyribilsloyvi fáa í eitt ár í senn. Treytin er so, at um onkur við permanentum loyvi so kemur og vil sleppa at fiska, fær hann forrætt. Tað komu 31 umsóknir til hesi fyribilsloyvini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður við fiskivinnu- málum. Og Fiskimálastýrið gjørdi bart og gav øllum 31 umsøkjarunum hvør sína tilsøgn um fyribilsloyvi til rækjufiskiskap í Barents- havinum í eitt ár. Tað er so eina av hesum tilsøgnunum, skipið, sum nú verður keypt úr Íslandi, skal brúkast til, váttar Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður við fiskivinnumál- um. Hann sigur samstundis, at Fiskimálastýrið veit einki um, at nakað inn- flutningsloyvi er givið til nakað skip, sum keypt er úr Íslandi. Kanna nýggjar hotelmøguleikar Norðstreymoyingar keypa skip Jóhan Restorff, her avmyndaður saman við soninum Martini, arbeiðir við alternativum hotellmøguleikum Mynd: Jens K. Vang