Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 9. februar 2001 9 8 Nr. 28 - 9. februar 2001 støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 6 VIKA 6 1 The Perfect Storm 1 The Perfect Storm 2 Ni fod under 2 Ni fod under 3 60 sekunder 3 60 sekunder 4 Gladiator 4 Gladiator 5 Final Destination 5 Final Destination 6 28 dage 6 28 dage 7 Down to Y 7 Down to Youou 8 Shanghai Noon 8 Shanghai Noon 9 Scary Movie 9 Scary Movie 10 The Patriot 10 The Patriot p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 60 Sekunder The Perfect Storm – Tað er avgjørt tørvur á einum bólki sum hesum, ið kann traðka til bæði meðan barnið er í viðgerð, eftir viðgerð og í teim førum, tá barnið ikki klárar viðgerðina, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabba- meini FELAG STOVNAÐ Turið Kjølbro Seinasta leygardag stovn- aði Føroya Felag Móti Krabbameini ein bólk fyri foreldur at børnum við krabbameini. Endamálið við bólkinum er at stuðla teimum foreldrum, hvørs barn hevur fingið staðfest krabbamein. – Tað er avgjørt tørvur á einum bólki sum hesum, ið kann traðka til bæði meðan barnið er í viðgerð, eftir viðgerð og í teim førum, tá barnið ikki klárar viðgerð- ina. Ofta gongur long tíð, frá tí sjúkan er staðfest til viðgerðin er av. Foreldur hava nógvar spurningar, bæði sum foreldur og fa- milja, tí verður ein sjúkur í familjuni, líður øll familj- an. Og ofta eru nógvir spurningar í sambandi við sjúkragongdina, barnið skal ígjøgnum. Í bólkinum fáa tey tilboð um at tosa við ein, sum hevur verið í somu støðu, greiðir Jákup N. Ol- sen, formaður í Føroya Fel- ag Móti Krabbameini frá. Eitt av endamálunum við bólkinum er at fremja áhugamál hjá foreldrum, hvørs barn verður ella hev- ur verið viðgjørt fyri krabbamein mótvegis myndugleikum og heilsu- verki. – Sum felagið virkar í dag, kann sjúklingurin koma til okkara og so kunnu vit fara víðari til myndugleikarnar. Tað er mangan betri, at felagið fer víðari við einum trupul- leika, enn um hvør einstak- ur roynir í sínum lagi. Vit kunnu í hesum føri venda okkum til myndugleikarnar við teimum trupulleikum sum børnini hava og ávirka myndugleikarnar, sigur Jákup N. Olsen. Uppliva eitthvørt saman Upplýsandi og vegleiðandi virksemi verður partur av arbeiðinum hjá nýggja bólkinum í Krabbameins- felagnum. – Foreldur og børn hava tørv á nógvari og ymiskari upplýsing, tá ið tað snýr seg um viðgerðina, og aft- aná, hvussu hvør einstakur kann fáa sálarfrøðiliga hjálp, um tørvur er á tí. Barnið hevur kanska tørv á serligum kosti og tað kunnu vit eisini upplýsa um. Ein spurningur er eisini, hvørji rættindi børnini hava og hvørji rættindi hava foreld- ur yvir fyri sosialu mynd- ugleikunum. Kanska noyð- ast bæði foreldrini í longri tíð at vera úr arbeiði fyri at taka sær av barninum, og tá eru eisini ymisk ivamál, sum vísa, seg, sigur Jákup N. Olsen. Í øðrum Norðurlondum eru slíkir bólkar. Eitt nú í Danmark verður skipað fyri ymiskum til børnini. – Tað er av týdningi, at børnini sleppa at uppliva nakað saman við øðrum børnum, sum eru í somu støðu. Vit fara at arbeiða fram ímóti, at føroysk børn eisini kunnu fáa lut í teim tilboðum, sum eru í lond- unum rundan um okkum. Danski bólkurin av hesum slag hevur boðið okkum samstarv um útferðir til dømis. Á fundinum leygardagin møttu foreldur at børnum við krabbameini. Og hava foreldur at børnum, ið hava ella hava havt krabbamein, hug at vera við, eru tey framvegis vælkomin at venda sær til Føroya Felag Móti Krabbameini. For- kvinna í nýggja bólkinum er Gisela Djurhuus, og skrivari er Maibritt Johan- sen. Nógv virksemi Í Føroya Felag Móti Krabbameini, sum hevur 1500 limir, eru nú tríggir bólkar, ið hvør hava sítt endamál, Bót til Bata, Stumi-bólkurin umframt hesin nýggi. Seinastu tíðina hevur felagið lagt nógva orku í fyribrigdið børn og sorg. Flestu lærararnir í før- oyska fólkaskúlanum hava fingið undirvísing í fyri- brigdinum. – Ætlanin er at gera eina tilbúgvingarætlan. Tað vil siga, at tá ið eitt barn kemur í kreppu, annað hvørt tað verður sjúkt ella missur ein av sínum næstu, skulu lær- ararnir ella skúlin verða klár til at taka sær av við- komandi. Hetta er eitt stórt mál, og vit fara at fylgja tí upp. Í hesum føri hava vit gott samstarv við Lands- miðstøðina, sigur Jákup N. Olsen. Terapibólkar fyri vaksin og avvarðandi eru eisini í Føroyum. – Hetta eru sjálvhjálpar- bólkar. Tilboðið er eisini fyri børn, men tað hevur ikki verið brúkt. Føroya Felag Móti Krabbameini hevur sam- starv við sálarfrøðingar og sosialráðgeva. – Felagið hevur nýliga fingið tilknýti til ein sosial- ráðgeva. Fólk verða ofta so illa fyri, tá ið tey gerast sjúk, at tey ikki megna ymisk viðurskifti. So royna vit at hjálpa teimum ávegis, sigur Jákup N. Olsen. Felag fyri foreldur at krabba- meinssjúkum børnum stovnað – Vit fara at arbeiða fram ímóti, at føroysk børn fáa lut í teim tilboðum, sum eru í londunum rundan um okkum., sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini Trolararnir eystanfyri smáligan fiskiskap Trolararnir eystanfyri hava smáligan fiskiskap í løtuni. Teir føroysku trolararnir, sum royna í løtuni eru Vesturvón, Enniberg og Sundaberg. Vesturvón hevði 150 tons inni, nú vit frættu. Í seinastu viku fingu teir 34 tons í flaki. Fiskurin stendur spjaddur og tað hoyrist ongastaðni nakað serligt frá. Vesturvón er einasti trolari í dag, sum ikki nýtir tvítrol. Trolar- arnir hava fingið fisk onkrar dagar. Hesin túr- urin er vanliga ein buldrasligur túrur, tann rætti vetrartúrurin og tá viðrar vanliga illa í Bar- entshavinum. je Útlendingar veiddu 367 tons av toski í januar Jústinus Leivsson Eidesgaard Útlendsk skip veiða eis- ini tosk undir Føroyum og tað er nøkulunda javnt býtt millum skip úr felagsmarknaðinum og og skip uttanfyri felags- marknaðin. Bretar veiddu í januar 182 tons av toski undir Føroyum. Av ES londum hava trý roynt í føroyskum sjógvi í januar. Ein danskur nótabátur, sum hevur fingið 470 tons av rossamakreli, Franskir djúphavstrolarar hava veitt 508 tons av fiski á djúpum vatni, harav 230 tons av langasporli, 100 tons av upsa og 60 tons av kongafiski. Bretar veiddu eisini nakað av upsa. 186 tons og 15 tons av havtasku. Noreg veiddi 1272 tons av rundum fiski undir Føroyum í januar. Her er talan um línubátar sum serliga royna eftir longu og brosmu. Norð- menn veiddu 596 tons av longu, 371 tons av bros- mu og 184 tons av toski í føroyskum sjógvi í jan- uar. Norsku línubátarnir hava verið undir Føroy- um í mong ár, og tað eru somu menn, sum koma ár undan ári. Teir royna mest sunnanfyri Føroyar og eru meinkunnigir í kantinum á bankunum sunnanfyri Føroyar. Seldu fyri 2,6 milliónir á Fiskamarknaðinum 14 skip seldu á telefon- uppboðssøluni klokkan 10.30 hósmorgunin. Tey seldu 157 tons fyri 2,6 milliónir krónur. Prísur- in var i meðal kr., 16.92. Størsta mongdin var toskur 74 ton og hesin varð seldur fyri 19,56 pr,. kilo. Nógv tann dýr- asti fiskurin var kalvin her kom prísurin upp á 47 kr. fyri kiloið. Hav- taskan hevði eisini góð- an prís, 973 kilo vóru seld fyri kr. 30,26. Bestu einstaku søluna hósmorgunin gjørdi línubáturin Stapin av Toftum. Hann seldi 40 tons fyri 649.000 krónur. je Føroysk ferðafólk skelkað Ferðafólk við Maersk vilja vera við, at løgreglufólk við hundum kannaðu flogfar teirra í Kastrup. Maersk avsannar tíðindini og sigur, at talan var bara um mekanikarar, sum kannaðu eitt tekniskt brek FLOGFERÐSLA Stefan í Skorini Ferðafólk, sum fóru til Før- oyar við Maersk miku- morgunin, fingu ein lítlan hvøkk, beint sum gjørt varð klárt til at fara av flogvølli- num í Kastrup. Tvey av ferðafólkunum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at meðan tey sita og bíða eftir, at flogfarið skal fara avstað, hoyra tey hundagoyggj uttanfyri og inni í viðførisrúminum. Fleiri løgreglufólk komu eisini á staðið og kannaðu flogfarið. Hetta sóu ferða- fólkini. Eftir at hava sitið í flog- farinum í ein lítlan tíma, fekk ferðafólkið boð um at fara úr aftur flogfarinum, tí tað fór kanska at ganga ein løta, áðrenn flogfarið var klárt at fara. Eitt av ferðafólkunum sigur, at tá tey komu aftur í flogfarið, tá klokkan var farin av tólv, sigur flogskip- arin, at orsøkin til seinkan- ina var eitt brek í útlufting- ini í flogfarinum. Hetta høvdu mekanikarar nú tikið sær av. Tey tvey ferðafólkini, So- sialurin hevur tosað við, siga seg ikki trúgva orðun- um hjá flogskiparanum, men vilja vera við, at okk- urt annað var galið. Ferða- fólkini vilja fegin vera ónevnd. Kenna einki til uppáhaldini Henrik Gustafsson, sum er flogleiðari í Maersk, sigur, at tey vita ikki um, at løg- reglan hevur verið har við hundum. Hann sigur, at tal- an var bara um eitt tekniskt brek í útluftingini. Einastu fólkini, sum vóru hjá flog- farinum, vóru mekanikarar og kanska onkur, sum tók sær av viðførinum. Orsøkin til at teir fóru í lastina var, at brekið var í hesum parti- num av flogfarinum. Henrik Gustafsson sigur, at hann hevur kannað málið hjá løgregluni á staðnum, men at hon einki kennir til hesa hendingina. Sosialurin hevur eisini spurt seg fyri hjá løgregluni, men hon sigur seg einki vita um, at løgreglufólk og hundar hava verið og kanna eitt flogfar. Hetta halda ferðafólkini vera løgið, tí tað er einki at fara skeivur í, at løgreglu- fólk við hundum vóru til staðar. Henrik Gustafsson undrast hinvegin um frá- greiðingina hjá ferðafólkin- um. Tað stendur sostatt orð ímóti orði um hesa hend- ingina. Ferðafólkið sigur seg ikki vera í iva um, at løgreglan og hundarnir kannaði flogfarið bæði væl og virðiliga, tí hundarnir goyðu bæði hart og illa, meðan Maersk og løgregl- an einki vita um hending- ina, sum skelkaði ferða- fólkið. Tað fær álvarsligar av- leiðingar fyri svimji- felagið í Klaksvík, at svimjihøllin skal steingjast í fleiri mán- aðir í ár. Men umvæl- ingarnar eru neyðug- ar, og borgarstjórin í Klaksvík lovar eina hjálpandi hond til Ægir UMBYGGING Eyðun Klakstein Vandi er fyri, at uppbygg- ingararbeiðið, sum svimji- felagið Ægir hevur gjørt farnu 10 árini, verður hart rakt, tá svimjihøllin í Klaksvík verður latin aftur í sambandi við umvæling- arnar av høllini. – Eg havi sjálvur uppliv- að, hvat hendi, tá svimji- høllin í Klaksvík fyri ein- um 10 árum síðani stongdi í 18 mánaðir. Tað merkti, at Ægir fór frá at vera besta felag í landinum til at vera tað vánaligasta, sigur Søren Olsen, sum er høvuðsvenj- ari hjá Ægir. Síðani hevur Ægir arbeitt seg støðugt fram, og nú er felagið aftur at finna í toppinum. Men fram- gongdin – sum hevur verið serliga sjónsk seinasta árið – er í stórum vanda, um svimjifelagið skal verða svimjihøllin fyriuttan í nógvar mánaðir. Hugsa um Ægir Stórar umvælingar skulu gerast í svimjihøllini í Klaksvík, og neyðugt verð- ur at lata høllina aftur part av tíðini. Millum annað skal takið skiftast, og tí er óhugsandi at hava høllina opna, meðan hetta arbeiðið fer fram. – Vit hava einki val. Verður høllin ikki gjørd í stand, má hon steingjast, og so er als eingin høll, sig- ur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. – Men sjálvandi hugsa vit um Ægir í hesum sam- bandi, tí felagið verður rakt av hesum. Vit ælta at tosa við felagið fyri at vita, um vit á ein ella annan hátt kunnu hjálpa teimum, sigur borgarstjórin. Enn er ikki greitt, nær svimjihøllin verður stongd, men ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar, og so verður høllin helst stongd meginpartin av seinnu hálvu av árinum. Óheppið við stuttum hyli Ægir staðið seg væl í sein- astu svimjikappingum, og felagið hevur verið næst- best av teimum føroysku feløgunum. Hetta er stór framgongd sammett við støðuna fyri nøkrum árum síðani, tá sigursvanda felagið lá í skeiva endanum. – Felagið hevur tikið seg nógv fram, síðani vit vóru niðri og vendu, og vit miðja ímóti at verða besta felagið í landinum. Tí fer tað at koma ómetaliga illa við, at vit missa svimjihøllini í fleiri mánaðir, sigur Søren Olsen, høvuðsvenjari hjá Ægir. – Á jólum var svimjihøll- in stongd í tvær vikur, og bara tað koma illa við hjá okkum. So tað ber til at ímynda sær, hvussu støðan verður, tá høllin steingir í fleiri mánaðir. Ægir hevur møguleikan at brúka svimjihylar í Lor- vík, Gøtu ella Fuglafirði, men felags fyri hesar hyljar er, at teir eru styttri enn hylurin í Klaksvík, og tað hevur ávirkan. – Serliga hjá teimum góðu svimjarunum, sum eru í nánd av landsliðnum, er tað óheppið at venja í stuttum hyli. Best var, um vit høvdu ein 50 metra hyl at venja í, men tað hava vit ikki, og so er 25 metra hyl- urin sjálvandi tað næst- besta, sigur Søren Olsen. Tríggir 25 metra hyljar eru í landinum – í Klaks- vík, Havn og í Vági. Avleiðingarnar Høvuðsvenjarin hjá Ægir roknar við, at umvæling- arnar av svimjihøllini í Klaksvík fara at kosta hjá Ægir. – Sjálvt um vit finna eina loysn við at brúka hylin í Lorvík, so fer tað at merkja, at vit missa svimj- arar, og at teir bestu svimj- ararnir ikki hava nóg góðar umstøður at venja undir, sigur Søren Olsen. Tí stúrir venjarin rætti- liga nógv fyri umvælingun- um í svimjihøllini í Klaks- vík, sum hann tó ásannar eru neyðugar, um høllin skal hava opið. – Nú verða einar 25 milliónir krónur brúktar upp á umvælingar, men í grundini hevði tað perfekta verið ein nýggj høll við 50 metra hyli. So høvdu vit veruliga kunna gjørt risa framstig, heldur Søren Olsen. Borgarstjórin í Klaksvík sigur seg skilja støðuna hjá Ægir, og hann ætlar sær at gera eina roynd at finna loysn á støðuni, sum fel- agið kemur í. – Vit ætla at fáa ein fund við Ægir fyri at tosa um støðuna, og kunnu vit onk- ursvegna hjálpa felagnum, ætla vit at gera tað, sigur Steinbjørn Jacobsen. Svimjifelag í vandasjógvi Sjey ferðafólk stóðu eftir á Lorvíkskai mikukvøldið, tí bussur hjá Bygda- leiðum var nakrar minuttir ov seinur til Dúgvuna SAMFERÐSLA Sjey fólk, sum brúktu al- mennu farleiðirnar, fingu ein drúgvan túr til Klaks- víkar mikukvøldið. Tey vóru við bussi hjá Bygdaleiðum, sum fór fór úr Havn um sekstíðina. Hesin bussur koyrir til sein- asta túrin hjá Dúgvuni mikukvøld. Líkindin at koyra vóru vánalig, og tí var bussurin eitt sindur seinkaður, tá hann kom vegin fram. Tá bussurin stóð á Lorvíkskai vóru nakrir minuttir farnir út yvir tíðina, tá Dúgvan siglir, og strandfaraskipið hevði eisini lagt frá kai. Okkurt av ferðafólkunum ringdi umborð fyri at greiða frá støðuni, men svarið var, at Dúgvan kundi ikki leggja at aftur, og at hon sigldi aftur dagin eftir. Leigaðu bát Vónbrotnu ferðafólkini royndu at finna bát, sum kundi sigla tey um Lorvíks- fjørð, og tað eydnaðist um- síðir. Alpha Pilot kom til Lor- víkar eftir teimum sjey fólkunum – har av tveir mans vóru komnir við flog- fari úr Noregi – og sigldi tey til Klaksvíkar. – Eg dugi ikki at skilja, at eitt strandfaraskip kann sigla undan einum bussi, sum koyrir til ferjuna, sigur ein av teimum, sum var við á ferðini. – Tá ið Strandferðslan ikki hevur nakra skipaða ætlan um, hvussu farast skal fram í tílíkum førum, eru tað altíð ferðafólkini, sum munnu finna eina loysn á trupulleikunum. Tveir tímar seinkað Eitt av ferðafólkunum fekk samband við stjóran á Strandferðsluni, meðan tey bíðaðu eftir leigaða bátin- um í Lorvík, og hann játt- aði fyri, at Strandferðslan skuldi gjalda rokningina fyri fartin. Tey sjey fólkini vóru í Klaksvík um tíggjutíðina, men tað var tveir tímar seinni, enn tey høvdu rokn- að við, tá leiðin varð løgd norðureftir. Vit royndu at fáa fatur á stjóranum á Strandferðsl- uni fyrrpartin í gjár, men tað eydnaðist ikki. ek Dúgvan sigldi undan ferðafólki – Vit fara at missa svimjarar, og teir bestu svimjararnir fara ikki at hava nóg góðar umstøður at venja undir, tá svimjihøllin í Klaksvík stongir, sigur Søren Olsen, høvuðsvenjari hjá Ægir