fríggjadagur 2. februar 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
Fíggjarmálaráðharrin Bárður
Nielsen hevur staðið í mál fyri
VÍF seinastu dystirnar í Atlantic
Airways kappingini. Hann hevur
annars ikki spælt nógv seinastu
árini, síðani hann gjørdist lands
stýrismaður, men nú er hann aftur
farin at spæla á hægsta stigi.
Møguleikin kom, tá ið Dejan
Lacok fekk ein skaða, og tí ringdu
teir til Bárð og bóðu hann koma
við til dyst.
Bárður og Eli Müller kappast nú
um plássið millum stengurnar.
Vestmenningar
spæla hondbólt
Bárður byrjaði at spæla hondbólt
sum 8 – 9 ára gamal. Tá vóru
umstøðurnar til hondbólt heilt
øðrvísi.
– Eg var ofta á vøllinum sum
barn, men eg byrjaði at venja
sum 8 – 9 ára gamal. Tá spældi
vit uttandura. Umstøðurnar
vóru heilt øðrvísi tá. Høllin var
ikki komin. Tað vóru einans tær
eldru deildirnar, sum spældu
innandura. Tá hevði VÍF heimavøll
á Skála, sigur Bárður.
Bárður var 14 ára gamal, tá ið
høllin kom. Hann sigur, at spælið
hevur ment seg nógv, síðani tað
er komið undir tak.
– Hondbóltsspælið er nógv
broytt í mínari tíð. Tá ið tú spælir
úti, verður spælið hareftir. Menn
tveittu seg ikki eftir vøllinum, og
ferðin var ikki høg. Vit spældu
eisini í øllum veðri. Nú hevði tað
verið óhugsandi at spælt úti í
nógvum vindi. Men tá vistu vit
ikki um nakað betri, sigur Bárður
Í Vestmanna er tað, nú eins og
fyrr, ein sjálvfylgja, at tú spælir
hondbólt og hevur áhuga fyri VÍF.
– Tað er sjávskrivað, at tú
fylgir við hondbólti, tá ið tú ert
vestmenningur. Tað er mestsum
óvanligt, um fólk ikki luttaka í
hondbólti, sigur Bárður.
Landsliðið hevur
manglað
Bárður hevur verið vitni til, at
føroyska hondbóltsspælið hevur
ment seg nógv. Men hann hevur
eisini sæð, at føroyingar als ikki
hava megnað at fylgt við granna
londunum. Bárður heldur seg vita,
hvør orsøkin er til tess:
– Landsliðið hevur manglað
øll hesi árini. Øll árini, sum eg
havi verið virkin, hevur einki
støðugt A-landslið verið. Eg havi
verið óheppin í so máta, men
eg havi tíbetur roynt at spæla í
Evropa Cup við VÍF. Eg sakni eitt
landslið, tí at tað hevði verið ein
gularót fyri hondbóltsspælarar.
Í 70´unum og 80´unum spældi
Føroyar nakrar landsdystir móti
Íslandi. Tá var so at siga eingin
munur millum liðini, men nú
hevur Ísland klárað at komið
heilt til fjórðingsfinaluna í HM,
meðan vit als ikki luttaka í altjóða
kappingum, sigur Bárður.
Rástyrkin manglar
– Royndirnar hjá teimum før
oysku leikarunum eru ov fáar. Nú
havi eg hugt at HM kappingini í
manshondbólti í sjónvarpinum.
Har sært tú, at størsti munurin
á føroyskum og altjóða hond
bóltsleikarum er likamsstyrkin.
Føroyingarnir mangla rástyrkina,
sigur Bárður.
Bárður endaði í málinum sum
ungur, og har hevur hann verið
verandi. Summi halda fyri, at
hondbóltsmálverjar eru eitt sindur
ørir, tá ið teir stilla seg fyri bóltar
nar, sum verða smekkaðir eftir
málinum.
– Eg ræðist ikki bóltin. Tað havi
eg ongantíð gjørt. Tá ið tú ert
heitur, fært tú ikki ilt av einum
bólti, hóast tú verður raktur beint
á snútin, sigur Bárður.
Nógv góð hondbólts
upplivilsi
Bárður hevur mangan verið
føroyameistari við VÍF. Tað eru
Fíggjarmálaráðharrin hev
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, er
Løgtingslimur og landsstýrismaður fyri
Sambandsflokkin. Tá ið hann gjørdist
landsstýrismaður, noyddist hann at
trampa niður við hondbóltinum. Hann
var annars ein av okkara fremstu
málverjum tá. Nú er hann tó aftur at
finna millum stengurnar hjá VÍF
Bárður um §266b
- Eg haldi, at tað er eitt mál, sum hevur fingið alt,
alt ov nógva umrøðu - innanlands og tíverri eisini
uttanlands. Løgtingslimirnir eru ikki ósamdir um
málið, men um fylgjurnar, sum møguliga kunnu
koma av hesari lógarbroyting. Tað hevur eisini fingið
avleiðingar fyri mín flokk, Sambandsflokkin, tá ið
málið ikki fekk ta vend, sum nakrir ynsktu. Eg haldi, at
vit skulu taka fólkaræði í álvara og hyggja frameftir.
Bárður um HM í hondbólti
- Tú heldur per definitión við teimum norðurlendsku
liðnum. Fyrr helt eg altíð við Svøríki, tí at teir vóru
so góðir, og tí at teir hava bláar og gular búnar eins
og VÍF. Men teir hava merkt sviðan av, at teir ikki
skiftu leikararnar út í nógv ár. Nú eru teir ikki so góðir
longur. Í hesari HM kappingini hava eg hildið við
Danmark og Ísland. Tað var tó harmiligt, at tey skuldu
møtast so tíðliga í kappingini.