Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 vur nógvar bóltar í luftini tvær løtur, sum hann minnist fram um aðrar. – Í heimligu kappingini var besta løtan, tá ið vit vunnu á Kyndli í 1993. Tað var tann avger­ andi dysturin, og vit gjørdust Føroyameistarar. Tá høvdu Kyndil annars sitið á trónuni í fimm ár, og tí var tað eyka stuttligt at koppa teimum. – Hitt er dysturin móti Dinamo Bukarest í Evropa Cup. Dysturin varð leiktur í Vestmanna, og vit vunnu 17 – 16, sigur Bárður. Hondbóltslívið er ikki einans góðar løtur, og Bárður hevur eis­ini upplivað keðiligar løtur sum hond­ bóltsleikari. – Tann ringasta løtan var, tá ið vit taptu steypafinaluna móti Neistanum í 1994. Vit høvdu ongan dyst tapt tað árið. Dysturin endaði javnt og fór í yvirtíð. Sein­astu løtuna fingu Neistin tvær útvísingar, og vit spældu seks móti fýra. Neistin skoraði kortini og vunnu. Tað var heilt forferdiligt! Ójavnir útlendskir leikarar Bárður hevði eisini sínar fyri­mynd­ ir sum málverji. – Mínar heilt stóru fyrimyndir sum yngri vóru Bergur og Kristin Johansen, sum stóðu í mál hjá VÍF. Annars var Bergur Jacobsen í Kyndlamálinum eisini sera góður. Hann hevði eitt sera gott samanspæl við verjuna hjá sær, sigur Bárður, sum heldur, at útlendsku leikararnir hava klára seg misjavnt. – Tað er ójavnt, hvussu út­ lendskir leikarar klára seg. Teir koma til eitt fremmant land, og støðið í Føroyum er nógv lægri, enn teir eru vanir við. Tað er ymiskt, hvussu teir útlendsku leikar­arnir passa inn í viðurskiftini her. Mál­verjin hjá StÍF, Marian, er tó eitt gott dømi um ein útlend­ ing, sum hevur klárað seg avbera væl, sigur Bárður. Á politiska leikvøllin Bárður Nielsen stillaði fyrstu ferð upp í 1998, og hann varð valdur inn í 2002. – Eg havi altíð havt áhuga fyri poli­tikki. Tað er ikki komið frá familj­uni. Tað er egin áhugi, sum hevur verið drívkraftin, sigur Bárður Nielsen. Hann gavst at spæla hondbólt á høgum støði, tá ið hann gjørdist lands­stýrismaður. Hann hevur tó allatíðina verið tøkur, um VÍF tørv­ aði ein málverja, og hann hevur eisini leikt við ”Dream Team”-lið­ num í 3. deild. – Tað var torført at gevast at spæla á høgum støði. Eg dugdi illa at standa á áskoðara­plássu­ num og einki kunna gera. Eg hevði so smátt vant meg við at einans vera áskoðari, men nú varð eg so biðin aftur at koma við, og nú vænti eg, at eg spæli kappingarárið út. Bárður angrar ikki, at hann fór í politikk, hóast hann mátti velja hondbóltin frá. – Mær hevur dámt væl at vera fíggjarmálaráðharri. Eg eri glaður fyri tað, og eg angri tað ikki, hóast eg mátti frásiga mær nøkur ting. Sum landsstýrismaður fært tú ikki tíð til nakað, uttan at tú tekur tær tíð til tað, sigur Bárður, sum eisini vísur á, at tað ikki hevði borið til uttan eina góða familju. – Konan og børnini hava eisini áhuga fyri hondbólti, og um tey ikki høvdu stuðlað mær í hesum, hevði tað als ikki borið til, sigur fíggjarmálaráðharrin at enda. Bárður um loysing - Ríkisrættarliga støðan hevur gagnað og fer framyvir at gagna Føroyum. Eg skilji ikki teir, sum vilja, at vit skulu skilja okkum út her einsamøll í Atlantshavinum, samstundis sum øll onnur lond síggja fyrimunir í at taka seg saman í størri eindir. Tað er ein mótsøgn. Vit kunnu ikki útihýsa okkum í norðuratlantshavinum. Bárður um Kyndil - Kyndil er tað liðið, sum vit altíð vilja vinna. Tað er kanska tí, at tað vóru bara VÍF og Kyndil, sum vóru verið meistarar frá 1979 til 1998. Tí er tað ein søgulig rivalisering millum liðini. Í løtuni liggur tað tó nakað serligt í at vinna StÍF í steypakappingini. Teir hava verið einaráðandi har seinastu árini, men tað má fáa ein enda í finaluni í ár, tá ið vit spæla ímóti teimum. 34 ára gamal Føddur 16.04.1972 Er fíggjarmálaráðharri Útbúgvin grannskoðari Giftur við Rakul Eiga 4 børn Búgva í Vestmanna Fakta Bárður Nielsen Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri og málverji, sprellar her í dystinum millum VÍF og KÍF. Hann gavst við hondbólti á høgum stigi, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður, men nú hevur hann funnið joggingklæðini fram aftur. – Eg hevði so smátt vant meg við at einans vera áskoðari, men nú varð eg so biðin aftur at koma við, og nú vænti eg, at eg spæli kappingarárið út, sigur Bárður Mynd: Álvur Haraldsen