fríggjadagur 2. februar 2007síða 49
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
6
í stuttum
Lagt til rættis: Jákup Mørk
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta
komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis
er eisini við teimum útsagnunum, sum
vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast
hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis
sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum
senda eina áheitan til lesarar okkara
um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í
prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta
kunnu sendast okkum við bæði bræv- og
telduposti.
Elis og Jery Lee Lewis!
»Og tit hava eisini stein-massasju?«
»Ja, tá verða steinarnir fyrst hitaðir til 54 stig«
Elis á vitjan hjá Cosméto í Góðan morgun Føroyar
Skulu tey bíða, til marknaðurin steingir?
»Venjarin hjá enska Premier League liðnum
Reading ásannar, at feløgini keypa ov nógv, meðan
spælaramarknaðurin er opin«
Lisið í Dimmalætting
Neyðars ákærdi
»…kravdi ákærin, at maðurin fekk tríggjar daga
treytaleysa fongsulsrevsing. Verjin metti hinvegin, at
grundarlag var ikki fyri meira enn 60 daga fongsul.«
Lisið í Sosialinum
Orðaspæl
Skulu tey, sum duga at svimja, hava
uppihaldsloyvi fyri at halda sær uppi?
Í Vágsbotni er eitt vegamót við nógvari ferðslu,
har ikki minni enn fimm vegir krossast. Í
meldurtíðini hevur hetta ofta stóran ferðslu
ruðuleika við sær.
Fyri at stýra nógvu ferðsluni er ein møguleiki at
sett “ljós krúss” á vegamótið ella tað kundi verið
ein “ljós kurv”
Vit halda, at tað avgjørt er ein fyrimunur at
hava “ljós krúss” ella “ljós kurv”, sum síggjast
væl í myrkri, ístaðin fyri “myrk krúss” ella eina
“myrka kurv”.
mg
»Ljóskrúss« ella
»ljóskurv« í Vágsbotni?
Er alt
komið
upp á
pláss?
Ljós kurv
Ljós krúss