Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 57

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 14 Elin Heinesen og Føroya besti easy-listening bólkur Ad Libitum vóru í januar í upptøkuhølunum í Útvarpshøllini og løgdu síðstu hon á fløguna Yndisløg. Ein fløga ið væntandi verður í sølubúðunum á páskum. Við fløguni heldur Elin lyftið, ið hon gav mammubeiggja sínum Svenn Brimheim, tá hann lá til tað síðsta. Gav eitt lyftið – Vit høvdu avgjørt, at vit skuldu gera hesa fløguna lidna á pásk­um í fjør, men tá var Svenn somikið sjúkur, at hann orkaði ikki at spæla hana inn. Hetta var hann sera keddur av, og eg lovaði honum, at eg skuldi gera fløguna lidna, greiðir Elin frá, um verkætlanina, ið byrjaði við sjúkraleguna hjá mammu Elina og systir Svenn, Maud. – Tá mamma mín gjørdist sjúk av lungakrabba, fór eg í farloyvi frá starvi mínum og fór til Føroyar at vera hjá henni. Hon var lamin í fimm mánaðir, og tá sat eg ofta við songina hjá henni. Fyri at søta um tilveruna hjá henni, plagdi eg at spæla henn­ara yndisløg fyri henni. Vit prátaðu um, at tað var løgið, at eingin hevði umsett hesi løg, tí tey vóru so góð. Mammubeiggi mín Svenn Brimheim kom eisini niðan, og vit sótu og sungu saman, sigur Elin. Vildu dokumenterast Bæði Elin og Svenn høvdu áður verið virkin í V4 sendingunum hjá Útvarpi Føroya, og í 25 ár høvdu tey havt ætlanir um at gera eina útgávu saman. Svenn hevði eisini fingið krabbamein tá, og Elin og hann avgjørdu at fara at dokumentera løgini. Elin setti seg í samband við Ova Olsen í útvarpinum, har tey bæði høvdu gjørt nógv arbeiðið, og Ove lat tey sleppa inn í upptøkuhølið í tveir dagar. Hetta var um summarið 2005. Um hetta mundið spældi Svenn í Ad Libitum. – Eg skuldi eftir Svenn, tí vit skuldu í upptøkuhølið. Hann var og vandi við Ad Libitum. Tá eg kom inn, spældu teir akkurát Nánd, og eg fór at syngja við. Hetta riggaði somikið væl, at vit avgjørdu at taka Ad Libitum við í upptøkuhølið. Teir spældu tey fýra av løgum, sum teir dugdu frammanundan, meðan eg og Svenn spældu hini. Ætlanin bleiv til fløgu Tey tóku sostatt tilsamans átta løg upp beinleiðis og uppá sera stutta tíð, og sjálvt um upptøkurnar, vóru ráar og live, so ljóðaði hesin easy listening tónleikurin avbera væl. Tí av­ gjørdu tey, at royna at gera eina fløgu. Mamma Elina, Maud, andaðist tvær vikur fyri, at tey fóru í upptøkuhølið. Hon slapp sostatt tíanverri ongantíð at hoyra upptøkurnar. – Eg fór aftur til Danmarkar, men Svenn var einaferð um vikuna í Danmark til viðgerð fyri Elin um Svenn Brimheim Í samrøðu við Sosialin í fyrra árið, í sambandi við, at hon og Svenn Brimheim vóru farin undir upptøkurnar av Yndisløgum, segði Elin: - Svenn er ein fantastikur gittarleikari, so knasandi musikalskur. Hann hevur sítt heilt egna ljóð og stíl. Gittarin, sum hann brúkar, er sami jassgittari, sum hann brúkti í 50’árunum. Svenn spældi gittar á 8 av løgunum á Yndisløg, áðrenn hann andaðist á páskum í fjør. Elin og Ad Libitum spæ Fløgan Yndisløg hjá Elini Heinesen og Ad Libitum verður í næstum givin út. Við hesum heldur Elin lyftið, ið hon gav mammubeiggja sínum Svenn Brimheim, beint áðrenn hann doyði, um at gera teirra felags verkætlan lidna Samrøða Niels Uni Dam blaðmaður nielsuni@sosialurin.fo