fríggjadagur 2. februar 2007síða 58
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti 15
Elin og Ad Libitum
í Miðlahúsinum
Enn gongur ein stund til Yndisløg verður givin út, men
longu mánakvøldið verður høvið at uppliva løgini framførd
av Elini og Ad Libitum, tá tey fara á pall í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Ein av síðstu framførslunum hjá Svenn
Brimheim saman við Ad Libitum, var júst í Miðlahúsinum
29. mai í 2005. Konsertin var sera væleydnað og væl vitja.
Nú verður so høvi at uppliva yndisløgini á konsert.
Elin flytur heim
Eftir 23 ár í Danmark avgjørdi Elin Heinesen
í vikuni at flyta heim til Føroyar. Hetta
hendi eftir, at hon fekk starvið sum stjóri í
Vinnuframastovuni, har hon í framtíðini stendur
á odda fyri arbeiðinum hjá almennu Føroyum at
betra um umstøðurnar hjá føroyskum vinnulívið.
Elin fer í næstum til Danmarkar, at pakka og í
miðskeiðis í mars byrjar hon væntandi í nýggja
starvinum.
la yndisløg
krabbameinið, og ofta búði hann
hjá mær, og vit sótu og vandu,
greiðir hon frá.
Ætlanin var so at fara í upp
tøkuhølið á páskum. Men hetta
var altso av ongum.
Gjørdu fløguna lidna
Elin hevur, síðan Svenn andaðist,
arbeitt saman við Ad Libitum við
ætlanunum um at gera fløguna
lidna. Men tað var ikki fyrr enn
nú í januar, at tað lá fyri hjá Elini.
Hon og Ad Libitum fóru so aftur
í upptøkuhølið og úrslitið var 7
løg afturat. Sostatt liggja 15 løg
klár til útgávu. Tað er Christian
Clementsen og Elin sjálv, ið hava
tikið sær av gittarspælinum á
seinnu løgunum.
– Vit mangla bara okkurt
smávegis, so er fløgan klár til
útgávu, men væntandi verður hon
ikki givin út fyrr enn á páskum,
sigur Elin.
Fløgan fær heitið Yndisløg,
hetta tí talan er um yndisløg
hjá Elini, Svenn og Maud. Her
eru nógvir ymiskir slagarar ella
evergreens, og fleiri av løgunum
eru ikki hoyrd á føroyskum áður.
Elin hevur spælt løgini fyri fólki,
bæði her heima og í Danmark, og
móttøkan hevur verið góð. Summi
hava tosað um, at tað minnur
eitt sindur um Lisu Ekdahl, og at
tað er hugnalig og avslappandið.
Hetta kemst kanska av, at fleiri
av løgunum eru svensk, greiðir
Elin frá.
– Eg ætli mær at ogna mammu
míni og mammubeiggja mínum
fløguna. Hóast eg ikki havi tosað
við Føroya Felag Móti Krabba
meini enn, so ætli eg mær, at eitt
ávíst gjald fyri hvørja selda fløgu
fer til teirra, sigur Elin.
Verðin undurfull er
Upprunalag: “What a wonderful
world” v/ Louis Armstrong
Orð og lag: George David Weiss og
Robert (Bob) Thiele
Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen
Mussa meg
Upprunalag: “Besa me”
Orð og lag: Consuelo Velázquez,
1940
Umyrkt úr sponskum: Elin Heinesen.
Elska eymligt
Upprunalag: ”Love me tender” v/
Elvis Presley
Orð: Elvis Presley og Vera Matson
(Ken Darby), 1956
Lag: Grundað á eldri lag frá 1861
”Aura Lee”
Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen
Nánd
Upprunalag: “De nære ting”
Orð: Arne Paasche-Aasen
Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe, 1955
Umyrkt úr norskum: Thomas M.
Smith.
Halt mær til góðar
Upprunalag: ”Rose Garden” (”I beg
your pardon”) v/ Lynn Anderson
Orð og lag: Joseph Alfred Souter
(Joe South)
Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen
Lættur í lund
Upprunalag: “En valsmelodi”
(“Dagen er släckt”)
Orð: Nils Ferlin
Lag: Lille Bror Söderlundh
Orð: (á føroyskum): Jens Pauli
Heinesen
Sangur um frælsi
Upprunalag: ”O Kaymos” v/ Mikis
Theodorakis ?
(Svensk útgáva: “En sång om
frihet”)
Orð: Bo Setterlind
Lag: Mikis Theodorakis
Umyrkt úr svenskum: Elin Heinesen
Lorelei
Upprunalag: Týskt – “Lorelei”
Orð: Heinrich Heine, 1823.
Lag: Friedrich Silcher, 1838
Umyrkt úr týskum: D. Á H. (Vitin,
1941)
Veraldarendi
Upprunalag: “The end of the world”
v/ Skeeter Davis, 1963
Orð: Sylvia Dee
Lag: Arthur Kent.
Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen
So fitt sum í gomlum døgum
Upprunalag: “Så sødt som i gamle
dage”
(Donsk vísa frá sjónleikinum
“Puslespil”)
Orð: Kaj Munk
Lag: Kaj Normann Andersen
Umyrkt úr donskum: Hermann
Jacobsen
Mín einasti eini
Upprunalag: Spanskt – “Romance
de amor”
(Svensk útgáva ”Du är den ende” v/
Lill Lindfors, 1966
Orð: Bo Setterlind
Lag: Vicente Gomez, 1939
Umyrkt úr svenskum: Elin Heinesen
Áarvegurin
Upprunalag: “Streets of London”.
Orð og lag: Ralph McTell
Elin Heinesen umyrkt úr enskum í
1974
Nu folder jeg haand og tanke
Upprunalag: Norskur/danskur
sálmur
Orð: S.A. Nielsen.
Lag: Lars Søraas, 1948
Ynski hvønn dag
Upprunalag: “May each day” v/
Andy Williams
Orð: Mort Green
Lag: George Wyle
Elin Heinesen umyrkt úr enskum
Lít allar tínar leiðir
Upprunalag: Týskur sálmur frá 1601.
(Norðurlendsk útgáva “Befal du
dine veje”)
Lag: H.L.Hassler.
Orð: Paul Gerhardt, týskur prestur,
1676.
(Týtt til norskt S.S. Stennertsen,
norskur professari, 1835.)
Umyrkt úr donskum: ?
Yndisløg