Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 62

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 19 Onkuntíð er hart at liva og at fáa endarnar at røkka saman. Í filminum Jagten på lykke/»The Persuit of Happyness« spælir Will Smith familjufaðirin Chris, ið skal berja seg fram. Hann vil verða meklari og berjist við tjúgu onnur, ið eisini vilja hava starvið sum meklarar í sama felagnum. Konan hjá Chris er rýmd. Hann er nú einsamallur við soninum og nógvar rokningar eru at gjalda Tað er 1981 í San Fransisko. Chris Gardner arbeiðir sum seljari. Hann stríðist, men hevur onga eydnu á økinum. Hann hevur roynt at missa alt og ikki hava fram­gongd, men konan (Thandie New­ton) heldur so lítið um han­ sara vantandi eydnu sum vinnu­ lívsmaður, at hon rýmur. Ein dag sær hann ein parta­ bræva­sølumann við einum Ferr­ ari. Hann fer at royna seg sum praktikantur hjá einum stórum kend­um felag, ið selir og keypir partabrøv. Søgan í »The Persuit of Happy­ ness« er rørandi og góð, tí fær hann ikki arbeiðið, so noyðast hann og sonurin at búgva á gøtuni. Amerikanski dreymurin Filmurin The Persuit og Happy­ness er um amerikanska dreymin. Ikki ein hálovan av hesi so sera amerikansku hugmyndafrøði sum so, men onkunstaðnis er bæði hesin evindaligi amerikanski dreym­ urin og løgna amerikanska hug­myndafrøðin, ið harðliga boðar, at øll kunnu koma fram í heim­inum, er fram um alt evnið í hes­um filminum. Amerikanski dreymurin boðar, at um fólk berjast og arbeiða hart, so skulu tey ein dag fáa virð­ ing, framgongd og møguleikar. Hin vegin vilja amerikanarar helst ikki tosa ov nógv um baksíðuna av amerikansak dreyminum, ið t. d. tey heimleysu, fongslaðu og fátæku umboða. Amerikansk mentan og vit Vit hava øll høvdið á tremur við amerikanskari mentan, for­­dóm­um og hugmyndum um hetta land. Við filmum, rokki og bókmentum. Vit eru fóðr­að við hesum amerikanska dreym­i­num. Sjálvur havi eg brúkt meg­in­ partin av lívinum at hyggja eft­ir amerikanskum film­um. Andrass Dunna er t. d. ein am­e­r­iku­dunna ­og kanska ímyndin upp á amerikanska dreymin. Gubb­in Joakim er innflytarin, ið svav í eini kommoduskuffu í Skotlandi og nú svevur í eini song til stødd­ar sum ein tennisbani, og er meira einsamallur enn nakr­ antíð. Í síni gírigheit er hann ein ólukkulig dunna. Í filminum »The Persuit of Happy­ness« møta vit einum, sum berjist við øllum hann kann seta til hendan tilverubardagan over´there. Hann er hin ævigi und­i­r­hundurin, ið bara má og skal vinna kosta hvat tað vil. Prísur er høgur, hann kann eisini missa alt sum hann hevur kært. Filmurin er um vón og um ein mann, ið ikki vil drepa gamla am­ eri­kanska dreymin. Tað er sum við Rocky Balboa, tað er altíð ein 10. um­gangur, og alt er ikki avgjørt, fyrr enn hin stóra konan syngur. ”Based on a true Story” Sum so ofta fyrr, so byggir hend­an søg­ an á eina veru­liga søgu. »The Pursuit of Happyness« er skrivað av ein veruligum vinnulivsmanni, kallaður Chris Gardner, ið varð noyddur at berjast fyri at sleppa undan lívinum sum heim­leysur. Í dag er hann stjóri á partabrævafyritøkuni Gardner Rich & Co. Alt hetta kom av, at hann slapp innum gáttina sum praktikantur í 1981. Hesin filmurin er heldur ó­van­ ligur, eg kom at hugsa um unga Dusty Hoffmann í Kramer vs. Kramer, har hann berjist fyri at fáa lívið at ganga sum tað skal fyri seg og sonin. Tó er hes­in filmurin ikki so góður sum klass­ik­ arin við Dustin Hoffman og Meryl Streep. »The Persuit of Happy­ ness« er ein meiri vanligur filmur, men Will Smith og sonur hansara (Jaden Smith) spæla væl. 4 stjørnur av 6. Filmur Leikandi: Chris Gardner Will Smith Christopher Jaden Smith LindaThandie Newton Jay Twistle Brian Howe Martin Frohm James Karen Alan Frakesh Dan Castellaneta Walter Ribbon Kurt Fuller Fru ChuTakayo Fischer Verdens bedste far Kevin West Arbejder George Cheung Leikstjóri Gabriele Muccino. USA 2006. 117 minuttir. 7 ára aldursmark. Frumframførdur í Havnar Bio 2. februar 2007. klokkan 20.15. Fakta um The Pursuit of Happyness Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com »The Pursuit of Happyness« við Will Smith: At leita eftir eydnuni og amerikanska dreyminum