fríggjadagur 2. februar 2007síða 63
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
20
– Ávísir føroyskir politikarar skilja
eftir øllum at døma ikki ímillum
tað at vera politikari og tað at
vera trúboðari. Og m.a. tí er tað
mangan torført at viðurkenna
seg sum kristnan. Man fær eitt
spjaldur og verður settur í ein
bás, sum man als ikki vil kennast
við.
Orðini eigur 26 ára gamli tón
leikarin Knút Háberg Eysturstein.
Hann er trúgvandi kristin. Upp
vaksin í brøðrasamkomuni. Men
andaliga heimleysur. Hann vil ikki
kennast við tann kristindóm, sum
í stóran mun verður boðaður her á
landi. Hann er troyttur av smølum
og vanabundnum kristindómi. Og
um tað skal vera pláss fyri Knúti
og hansara líkum, mugu kirkjur
og samkomur moderniserast.
Trúarlívið endurnýggjast. Guds
trúgvin definerast av nýggjum.
– Eg krympi tærnar, tá eg
síggi og hoyri, hvussu summir
politikarar reklamera við kristin
dóminum. Tá politikarar við
sínum lógarsmíði favorisera
ávísar bólkar og ikki viðurkenna
eitt felags grundarlag fyri allar
borgarar í einum pluralistiskum
samfelagi. Kristindómurin hevur
altso uppiborið betri PR enn tað,
sum hesir menn geva honum,
letur í Knúti.
Uppgerð
Vit sita í Miðlahúsinum í Vágs
botni, og kaffið er komið í kopp
arnar. Síðhærdi keyboardleikarin,
sum vit best kenna frá bólkum
sum Gestir og Marius, situr
yvirav mær. Í 2004 royndi hann
seg eisini sum solist við fløguni
Havsglóð, og innihaldið í tónleiki
hansara vendir sær í stóran mun
móti hægri hæddum. Móti tí
yvirnatúrliga. Móti trúnni. Móti
Gudi.
Men trúgvin er sambært Knúti
vorðin ov reglukend. Gudsdyrk
anin ov banal. Og siðvenjurnar ov
heilagar. Hann dregur síða hárið
frá pannuni og leskar góman við
kaffi, áðrenn hann svarar mær,
hvat kristindómurin so er fyri
hann.
– Fyri meg er kristindómurin
frælsi og næstrakærleiki. Hvørki
meiri ella minni. Og tá meini eg
við eitt andaligt frælsi í ævigum
perspektivi. Jesu náðiboðskapur
var jú radikalur, tí alt er okkum
fyrigivið. Men hetta skínur illa
ígjøgnum, um vit hyggja at tí
almenna andlitinum, sum kristin
dómurin hevur í Føroyum. Tvørtur
ímóti. Bæði kirkjur, samkomur
og teir politikarar, sum siga
seg umboða kristindómin, hava
gloymt henda boðskap, sigur Knút
Háberg Eysturstein.
Tí fellur hann sjálvur uttan
fyri stóran part av kristna um
hvørvinum her á landi. Og tí sigur
hann seg hava blandaðar kenslur
yvirfyri kristindóminum.
– Alt tað, sum vit menniskju
gjøgnum tíðina hava lagt afturat
kristindóminum, hevur svertað
myndina av tí, sum upprunaliga
var gott og virðismikið. Og frá
miðøldini og fram til í dag hevur
okkara statsreligión eftirhondini
fingið so nógv keðiligt í viðførið,
at tað kann vera trupult at
viðurkenna, hvør man er, sigur
Knút.
Sjálvur mælir hann til at bróta
upp úr nýggjum. At gera upp við
siðbundnar og snævurskygdar
hugsanir um, hvat tað vil siga at
vera kristin.
Æviga leitanin
Men um Knút hevur eitt so ambi
valent forhold til kristindómin,
hví kallar hann seg so framvegis
kristnan? Hvat trýr hann í veru
leikanum á? Og hví gerst munurin
so stórur millum hann og tey, sum
hann finnist at? Knút hyggur út
gjøgnum vindeyga, grunar eina
løtu í tøgn, fær sær meiri kaffi og
byrjar at greiða frá.
– Eg trúgvi, tí eg kann ikki ann
að. Trúgv er trúgv, og henni kann
eg ikki grundgeva fyri logiskt ella
rationelt. Tað er og verður mín
egna subjektiva uppliving. Mítt
endamál er heldur ikki at prógva
nakað fyri nøkrum. Eg upplivi
bert, at tilveran rúmar meiri enn
bert tann fysiska heimin, sum
vit kunnu máta, viga og sansa,
greiðir Knút frá.
Tí er trúgvin á Gud ein stórur
partur av hansara lívi. Og ikki bert
Religión og modernitetur
Deyðin hevur ikk
Hann er sannførdur kristin, men
hann er andaliga heimleysur og vil
ikki kennast við tann kristindóm,
sum í stóran mun verður boðaður
her á landi. Vit hava hitt 26 ára
gamla tónleikaran Knút Háberg
Eysturstein til eitt prát um trúnna,
sum gevur frælsi, skaðiliga
gudsdyrkan, andaligt hvíldarloysi
og um deyðan, sum ikki hevur
seinasta orðið. Lesið áttanda part í
greinarøð um trúgv og modernaða
menniskjað
Samrøða
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo