Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 64

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 21 Religión og modernitetur ki seinasta orðið trúgvin á ein Gud, men trúgvin á tann kristna Gud, sum bíblian umtalar. Sum er persónligur. Og sum keyboardleikarin úr Leirvík regluliga biður til. – Andaliga dimensiónin er ein partur av mær, og eg havi ígjøgnum mítt lív havt nógvar andaligar upplivingar. Eg havi upplivað Guds nærveru og upp­ liva ein frið og eina gleði við at vera til, greiðir Knút frá. Og andaligu upplivingar hansara koma t.d. ígjøgnum tónleikin og listina. Tað, at menniskjað er ført fyri at skapa og hugsa út um seg sjálvt, er fyri Knút ein ábending um, at vit sjálvi eisini eru skapt av onkrum uttanfyri. Onkrum størri. Onkrum betri. – Listin talar til hjarta í menn­ iskjum. Og tað var tað, sum Jesus eisini gjørdi. Hann tosaði í líknils­ um og poetiskum máli, málaði myndir at kalla, so menniskjað kundi skilja boðskap hansara. Fram um formlar og dogmur er listin kveikjandi. Hon fær okkum at stremba og leita. Leita eftir tí fullkomna, sum vit tó ongantíð finna, hugleiðir Knút. Tá meiningsloysið vitjar Í hesi leitan er ivin ein ævigur fylgisveinur. Og Knút greiðir frá, at hóast nakrir spurningar verða svaraðir við trúnni, er lívið framvegis ein ævig leitan. Við nógvum iva, rastloysi og hvíldarloysi. – Eg upplivi eitt kolossalt anda­ligt hvíldarloysi. Og eg pástandi, at mítt ættarlið í stóran mun er eyðkent av hesum sama. Spurningarnir hvørva ikki, fyri tað um tú trýrt á ein skapara, eina orku, ein intelligens handan alheimin. Eg misti t.d. mammu mína, tá eg var sekstan ár. Tá stendur tú andlit til andlits við líðingina og meiningsloysið, sum tú ikki fært svar uppá. Men hóast eg ikki fái svar, loyvir trúgvin mær at “úttrykkja” mína líðing gjøgnum bøn, tekstir og ritual. Og onkursvegna gerst líðingin minni meiningsleys, um tú við trúnni sleppur at viðgera og seta orð á hana, greiðir Knút frá við einum hugsanarsomum andlitsbrái. Og júst hetta eksistentiella hvíldarloysið tvingar Knút til at fyrihalda seg dynamiskt til sína trúgv og støðugt verða villigur til at endurskoða sínar sannføringar. Hann vil standa andlit til andlits við ivan og rastloysið. Hann noktar at flýggja inn í fastar karmar, dogmur og reglur. Og í staðin “flýggjar” hann til tónleikin og kanali­serar sínar kenslur og hugsa­nir út í listina. – Tí gerst tónleikurin eitt spiritu­ elt frírúm, slær Knút fast. Æviga lívið Men er trúgvin á Gud so ikki bert ein spegilsmynd av hansara egnu tørvum og veikleikum? Er trúgvin ikki bert ein desperat flýggjan frá lívsins beiska veruleika. Er talan ikki bert um eina ynskitrúgv, tí Knút ikki tolir at liva við og góð­ taka meiningsloysið og líðingina. Er Gud ikki bert eitt fantasifostur, ein jánkaslig roynd at muta ímóti tilverunnar absurditeti. – Altso, eg eri trúgvandi, tí eg upplivi tilveruna at vera størri og djúpari enn tað, sum vit fysiskt kunnu sansa. Og um tað skuldi víst seg, at einki passar av tí, eg trúgvi á, ja, hvat havi eg so mist? Einki! Tvørturímóti ríkar trúgvin mítt lív og gevur mær frælsi, slær Knút Háberg Eysturstein fast. Og hvat so við deyðanum? Hevur hann seinasta orðið? Ella væntar Knút, at okkurt spennandi bíðar aftaná? – Eg trúgvi Jesu orðum um, at lívið ikki er liðugt, tá vit fara haðani. Altso, eg áni av góðum grundum ikki, hvat hendir, tá vit doyggja, men eg trúgvi ikki, at deyðin hevur seinasta orðið, sigur Knút. Prátið er at enda komið. Hann letur seg í tungu grønu ulpuna og tømir koppin, meðan eg skundis­ liga noteri seinastu setningarnar niður í slitna blokkin. – Minst bert til hatta við frælsi­ num. At boðskapurin um frælsi er tað sentrala við míni trúgv. Tað er helst tað týdningarmiklasta, leggur Knút afturat. Eg játti nikkandi. Religión og modernaða menniskjað Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er áttandi partur. – Eg upplivi eitt kolossalt andaligt hvíldarloysi. Og spurningarnir hvørva ikki, fyri tað um tú trýrt á ein skapara, eina orku, ein intelligens handan alheimin. Men onkursvegna gerst líðingin minni meiningsleys, um tú við trúnni sleppur at viðgera og seta orð á hana, sigur 26 ára gamli tónleikarin, Knút Háberg Eysturstein Mynd: Jens Kristian Vang