fríggjadagur 2. februar 2007síða 65
‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007
Vikuskifti
22
– Tú sært veruliga munin, tær
alt ov fáu ferðirnar journalisturin
er sloppin at brúka nakrar dagar
upp á sína søgu. Tá hann hevur
kannað øll skjøl, tosað við fleiri
keldur og harumframt hevur
fingið stundir at borðreiða tilfarið
livandi og spennandi.
Tíðindakvinnan við tí frálíku
útvarpsrøddini, Óluvu Zacha
riasen, er rættiliga avgjørd, tá
hon verður biðin um at taka
pulsin á føroysku fjølmiðlunum:
Trong arbeiðskor elva til vant
andi dýpd og dygd í føroysku
miðlunum.
Tíðindakvinnan eigur eisini at
vita, hvat hon tosar um. Seinastu
mongu árini hevur Óluva arbeitt
í útvarpinum og seinast í áttati
árunum var hon eisini eitt skifti á
Dimmalætting.
Miðlar eru flakavirkir
Føroyski tíðindaheimurin verður
javnan lagdur undir ikki at gera
nóg gravandi arbeiði. Tekur tú
undir við hesum?
Partvís. Eg haldi vit hava fleiri
sera dugnaligar journalistar í
Føroyum, sum hóast vánalig
arbeiðskor megna at grava djúpt
og fáa góðar søgur fram. Men
tíverri eru nógv mál, ið ikki verða
lýst nóg væl ella ongantíð síggja
dagsins ljós. Tíðindadeildirnar eru
snøgt sagt ov illa mannaðar.
Flestu journalistar liva undir
einum støðugum trýsti at skula
lata tilfar til at kalla hvørt blað
ella tíðindasending, og tað merkir
sera stutta tíð – vanliga bert fáar
tímar - at gera eina grein ella eitt
innslag.
Tú hevur ikki tíð at kanna eina
søgu nóg væl, tá tíðin er so stutt,
og tí verður úrslitið ofta, at tú
velur ta søguna, tú ert vís í at fáa
í kassan. Týdningarmikla søgan
við teimum 100 skjølunum ella 15
keldunum má bíða. Og soleiðis
minna føroysku tíðindadeildirnar
ofta meira at um flakavirkir enn
um varðhundin hjá fólkaræðinum.
Hvør tíðindadeild eigur eftir
mínum tykki at hava fólk, ið
eru leys av dagligu tíðindafram
leiðsluni, og sum bara hava til
uppgávu at kanna og grava.
Tilfarið hjá teimum skal so send
ast ella prentast, tá tað er liðugt
kannað og viðgjørt. Ikki ein dag
fyrr.
Sjálvandi eru tíðindafólk ymisk.
Nøkur eru dugnaligari og fara
djúpari enn onnur.
Men teir allarflestu journalistar,
eg kenni, vilja heldur enn fegnir
sleppa at grava meira, og arbeiða
ofta væl meira enn ásettu tíðina
fyri at fáa søguna góða. Nógv
arbeiði verður gjørt heima – álit
og frágreiðingar lisnar, spurningar
skrivaðir og avtalur gjørdar - sum
føroysku tíðindafólkini hvørki
fáa ella krevja eitt klovið oyra
afturfyri.
Journalistikkur – eisini føroyskur
– verður mangan mettur at
byggja ov nógv á tilvildarlig
stríðsmál millum ymiskar partar.
Hvat heldur tú um hetta uppá
haldið?
Politikkur snýr seg um, hvussu
tey fólkini, borgararnir hava valt
at umboða seg, býta virðini í
samfelagnum. Eisini onnur enn
peningalig virði. Ymiskar hugsanir
eru um raðfestingina av hesum
virðunum, og sjálvandi er tað
uppgávan hjá journalistinum at
lýsa meiningar, samanhangir
og orsøkir. Men tíverri snýr
tíðindaflutningurin í miðlununum
seg ov ofta um, hvør er ósamdur
við hvønn í løgtinginum,
kommununi ella landsstýrinum.
Sjálv ósemjan millum persónar
gerst brádliga áhugaverdari enn
tað, persónarnir eru ósamdir um.
Kanska tí ósemjan er lættari og
skjótari at fyrihalda seg til enn at
fara í dýpdina við málinum.
Fjølmiðlarnir batnaðir
Politikarar, vinnulívsfólk og
onnur fýlast ofta á, at føroyskir
journalistar eru ikki nóg væl inni
í tilfarinum, sum verður lýst. Hvat
heldur tú?
Bæði og. Nógvir journalistar
eru sera væl inni í teimum
viðurskiftum, teir arbeiða við.
Trupulleikin í Føroyum er, at flestu
tíðindafólkini eru generalistar og
ikki spesialistar. Tá redaktiónirnar
eru so smáar, er journalistiska
arbeiðið ikki býtt sundur í fakøki.
Journalisturin arbeiðir ofta við
nógvum økjum í senn og má
fyrihalda seg til mál, ið spenna
sera vítt – alt frá sóttreinsan av
alibrúkum til skattapolitikk. At
vera generalistur kann bæði vera
ein styrki, men eisini ein veikleiki,
tí tú megnar ikki altíð megnar at
fáa dýpdina við.
Hetta at journalistarnir
ikki skulu vera nóg væl inni í
tilfarinum verður javnan misbrúkt
av politikarum fyri at verja seg.
Koma teir í trupulleikar við
samgonguna ella baklandið, er
Ovbyrjaðar tíðindadeild
Politikararnir hava ov lætt við at
seta dagsskránna í Føroyum. Hetta
kemst fyrst og fremst av, at
tíðindadeildirnar eru ovbyrjaðar, og
tí hava politikarar í Føroyum
rættiliga lætt spæl at vinna sær
pláss á fjølmiðlabreddanum við
nøkrum markantum úttalilsum. Tað
heldur Óluva Zachariasen,
tíðindakvinna í Kringvarpi Føroya.
Lesið annan part av greinarøð um
politikk og fjølmiðlar
Samrøða
Páll Holm
Johannesen
pallurin@hotmail.com
Navn: Óluva Zachariasen
Aldur: 39 ár
Starv: Tíðindafólk í Útvarpinum
Útbúgving: Bachelor í stjórnmálafrøði og ídnaðarlaborantur
Starvsroyndir: Tíðindafólk á Dimmalætting 1987-1990.
Tíðindafólk í Útvarpinum 1997-2006. Hevur seinasta árið
starvast á Kvinnu og annars sum freelance journalistur,
teksthøvundur, orðstýrari o.a.
Fakta
Óluva Zachariasen