mánadagur 12. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2007
Hvussu leingi, Pam
Offshore Service fer
at hava fólk í Melkøya
aftrat, er ilt at siga,
men í øllum førum er
væntandi, at fólk hjá
felagnum verða knýtt
at hesi verkætlan til
páskar, kanska longri.
- Vit fara at halda út
sum longst, sam
stundis sum vit liggja
fram við at fáa í lag
avtalur við feløg um
aðrar verkætlanir í
sambandi við olju
vinnu í Noregi, sigur
stjórin, Gunnar Mohr
Oljuvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein dagin herfyri fóru vit á
dyrnar hjá Pam Offshore
Service, sum er dóttirfelag
hjá
Tórshavnar
Skipa
smiðju. Felagið er stovnað í
1998, og endamálið er at
veita tænastur til frálanda
vinnuna. Í endamálsgreinini
hjá Pam er eisini at útbúgva
og menna føroyingar til
eina komandi frálandavinnu
í Føroyum.
Áðrenn vit leitaðu upp
dyrnar í J.C. Svabosgøtu
31, har Pam Offshore Ser
vice húsast á ovastu hædd
undir hugnaligum skrálofti,
høvdu vit tosað við Gunnar
Mohr,
skipasmiðjustjóra,
nakrar dagar frammanund
an. Men hendan dagin, vit
stóðu inni á gólvinum og
høvdu brúk fyri nýggjari
mynd av stjóranum, høvdu
vit onga avtalu.
Í fyrstu atløgu var ikki
líkt til, at vit fóru at finna
Gunnar í skrivstovubygn
inginum.
Ein maður, vit komu í
prát við inni á gólvinum,
hevði sæð Gunnar stutt
frammanundan og helt, at
hann mundi ikki vera so
langt burtur. Maðurin var
beinasamur og kom við at
leita eftir stjóranum. Á egn
ari skrivstovu var hann ikki,
men fryntligi maðurin gav
ikki upp soleiðis. Hann
helt, at kanska sótu tey á
fundi í hølunum hjá Pam
Offshore Service.
- Tað er bara at fara innar,
segði hann.
Nei, tað helt eg ikki, tí eg
hevði onga avtalu við stjór
an.
- Jú, far bara heilt upp og
tak í fyrstu hurðina til
vinstru.
Og tað bar til.
Góður hýrur
Inni á skrivstovuni hjá Pam
Offshore
Service
sótu
Gunnar Mohr, skipasmiðju
stjóri, Anja Jacobsen, fyri
sitingarleiðari og Hans Ja
cob Poulsen, søluleiðari.
Hans Jacob verður nevni
liga ein av fyrilestrahald
arunum á oljuráðstevnuni,
sum nú verður í Føroyum.
Vit vóru væl móttikin,
hóast vitjanin ikki var frá
boðað. Hýrurin var góður,
og líkt var til, at ”lívið” eis
ini gongur víðari her, hóast
Magnus Magnussen, sum
var annar av stjórunum á
Tórshavnar Skipasmiðju og
stjóri
í
Pam
Offshore
Service, ikki longur er við í
hópinum.
Vit fylgdust út í túnið við
Gunnari Mohr, og har fingu
vit so myndina, vit vóru
komin eftir.
Skiftandi hjá POS
Í løtuni hevur Pam Offshore
Service einar 60 mans í
starvi í Noregi, harav teir
flestu starvast á oynni Melk
øya, sum liggur út fyri
Hammerfest. Eftir lutfals
liga stuttari tíð er hendan
oyggin púrasta umgjørd til
móttøku av flótandi nátúr
gassi av Snøhvit-leiðini.
Hetta er ein velduga stór og
søgulig
verkætlan,
sum
Statoil stendur fyri, og sum
nú líður móti endanum.
Síðan byrjanina í 1998
hevur virksemið hjá Pam
Offshore Service verið skift
andi. Tey fyrstu árini vóru
einir 10-15 føroyingar í
starvi í oljuvinnuni í Noregi,
men tá Aker Stord og Aker
Kværner Elektro fingu stór
an sáttmála í Norðurnoregi,
kastaði hetta av álvara eisini
av sær til føroyingar. Pam
fekk í lag avtalu um arbeiðs
fólk, serliga elektrikarar,
sveisarar, hjálparfólk og
verkfrøðingar.
Gunnar Mohr, stjóri á
Tórshavnar
Skipasmiðju,
sigur, at av teimum 60
monnunum, sum Pam Off
shore Service í løtuni hevur
í arbeiði, arbeiða einir 50 í
Melkøya – og 11 í Aukra
ella Orminum Langa, sum
tann verkætlanin verður
rópt.
- Umframt elektrikarar,
hava vit í løtuni einar tveir
sveisarar í Aukra og eini 5
hjálparfólk í Melkøya, sum
er partur av Snøhvit-verk
ætlanini. Restin av mann
ingini, sum í løtuni eru úti
og heima, eru elektrikarar.
Nýggjar avtalur
Hvussu leingi, Pam Off
shore Service aftrat fer at
hava fólk í Melkøya, har
tað nógva arbeiði hevur ver
ið, er ilt at siga, men í øllum
førum er væntandi, at fólk
hjá felagnum verða knýtt at
hesi verkætlan til páskar,
kanska longri.
- Vit fara at halda út sum
longst, samstundis sum vit
liggja fram við at fáa avtalur
í lag við feløg um aðrar
verkætlanir í oljuvinnuni.
Gunnar Mohr vísir á, at
ein møguleiki er í Egersund,
har teir fara at gera flótiflak
ar til oljuvinnuna. Ein annar
er á Stord, har teir fara at
byggja boripallar.
- Hetta eru nýggjar verk
ætlanir, og vit fara at liggja
fram við her, sigur skipa
smiðjustjórin.
Pam Offshore Service
hevur eisini havt nakrar
sveisarar í Kristianssand.
Góðir møguleikar
Gunnar Mohr heldur, at tað
eru góðir møguleikar hjá
Pam Offshore Service, sum
er beinið hjá Tórshavnar
Skipasmiðju í oljuvinnuni,
at halda fram í Noregi.
- Tá nýggjar verkætlanir
fara í gongd, sum eitt nú í
Egersund og Stord, gongur
ofta ein tíð, áðrenn elektrik
Pam Offshore Service:
Vantandi dupultsskattaavtala
ger Bretland minni áhugavert
Nei frá Fólkaflokkinum
Tað er ikki bara Føroya Arbeiðarafelag, sum havnar upp
skotinum hjá fíggjarmálaráðnum til eina tvungna eftir
lønarskipan. Eftir uppskotinum skal samhaldsfasti arbeiðs
marknaðareftirlønargrunnurin umskipast, men tað vil
Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Jørgen Niclasen, for
maður í tingbólkinum hjá flokkinum, segði fríggjadagin,
at tað er eingin orsøk til at blanda Samhaldsfasta upp í ta
tvungnu skipanina.
Øssur í Sct. Gertrud
Í døgunum frá 17. februar til 3. mars hevur fuglfirðingurin
Øssur Mohr listaframsýning í hølunum hjá Galleri Sct.
Gertrud í Knabostræde 1A í Keypmannahavn. Talan er um
nýggjar málningar, og motivini eru úr føroysku náttúruni.
Gallaríið lýsir Øssur sum eitt gott umboð fyri tað nýggja
ættarliðið av føroyskum listafólkum. Leygardagin kl. 13
verður fernisering, og tá fer ein annar fuglfirðingur, Stan
ley Samuelsen, at syngja og spæla.
Pam Offshore Service er beinið hjá Tórshavnar
Skipasmiðju í oljuvinnuni. - Vit fara at halda út
sum longst, samstundis sum vit liggja fram við at
fáa avtalur í lag við feløg um aðrar verkætlanir í
oljuvinnuni, sigur Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Snøhvit-verkætlanin, sum eisini fevnir um oynna Melkøya úti
fyri Hammerfest, har teir nógvu føroyingarnir arbeiða, líður
nú móti endanum