Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2007 Hvussu leingi, Pam Offshore Service fer at hava fólk í Melkøya aftrat, er ilt at siga, men í øllum førum er væntandi, at fólk hjá felagnum verða knýtt at hesi verkætlan til páskar, kanska longri. - Vit fara at halda út sum longst, sam­ stundis sum vit liggja fram við at fáa í lag avtalur við feløg um aðrar verkætlanir í sambandi við olju­ vinnu í Noregi, sigur stjórin, Gunnar Mohr Oljuvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein dagin herfyri fóru vit á dyrnar hjá Pam Offshore Ser­vice, sum er dóttirfelag hjá Tórshavnar Skipa­ smiðju. Felagið er stovnað í 1998, og endamálið er at veita tænastur til frálanda­ vinnuna. Í endamálsgreinini hjá Pam er eisini at útbúgva og menna føroyingar til eina komandi frálandavinnu í Føroyum.  Áðrenn vit leitaðu upp dyrnar í J.C. Svabosgøtu 31, har Pam Offshore Ser­ vice húsast á ovastu hædd undir hugnaligum skrálofti, høvdu vit tosað við Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóra, nakrar dagar framman­und­ an. Men hendan dagin, vit stóðu inni á gólvinum og høvdu brúk fyri nýggjari mynd av stjóranum, høvdu vit onga avtalu. Í fyrstu atløgu var ikki líkt til, at vit fóru at finna Gunnar í skrivstovubygn­ ing­inum. Ein maður, vit komu í prát við inni á gólvinum, hevði sæð Gunnar stutt framm­anundan og helt, at hann mundi ikki vera so langt burtur. Maðurin var beina­samur og kom við at leita eftir stjóranum. Á egn­ ari skrivstovu var hann ikki, men fryntligi maðurin gav ikki upp soleiðis. Hann helt, at kanska sótu tey á fundi í hølunum hjá Pam Off­shore Service. - Tað er bara at fara innar, segði hann. Nei, tað helt eg ikki, tí eg hevði onga avtalu við stjór­ an. - Jú, far bara heilt upp og tak í fyrstu hurðina til vinstru. Og tað bar til. Góður hýrur Inni á skrivstovuni hjá Pam Offshore Service sótu Gunnar Mohr, skipasmiðju­ stjóri, Anja Jacobsen, fyri­ sitingarleiðari og Hans Ja­ cob Poulsen, søluleiðari. Hans Jacob verður nevni­ liga ein av fyrilestra­hald­ arunum á oljuráðstevnuni, sum nú verður í Føroyum. Vit vóru væl móttikin, hóast vitjanin ikki var frá­ boðað. Hýrurin var góður, og líkt var til, at ”lívið” eis­ ini gongur víðari her, hóast Magnus Magnussen, sum var annar av stjórunum á Tórshavnar Skipasmiðju og stjóri í Pam Offshore Service, ikki longur er við í hópinum. Vit fylgdust út í túnið við Gunnari Mohr, og har fingu vit so myndina, vit vóru kom­in eftir. Skiftandi hjá POS Í løtuni hevur Pam Offshore Service einar 60 mans í starvi í Noregi, harav teir flestu starvast á oynni Melk­ øya, sum liggur út fyri Hamm­erfest. Eftir lutfals­ liga stuttari tíð er hendan oyggin púrasta umgjørd til móttøku av flótandi nátúr­ gassi av Snøhvit-leiðini. Hetta er ein velduga stór og søgulig verkætlan, sum Statoil stendur fyri, og sum nú líður móti endanum. Síðan byrjanina í 1998 hev­ur virksemið hjá Pam Off­shore Service verið skift­ andi. Tey fyrstu árini vóru einir 10-15 føroyingar í starvi í oljuvinnuni í Noregi, men tá Aker Stord og Aker Kværner Elektro fingu stór­ an sáttmála í Norðurnoregi, kastaði hetta av álvara eisini av sær til føroyingar. Pam fekk í lag avtalu um arbeiðs­ fólk, serliga elektrikarar, sveis­arar, hjálparfólk og verk­frøðingar. Gunnar Mohr, stjóri á Tórs­havnar Skipasmiðju, sig­ur, at av teimum 60 monn­unum, sum Pam Off­ shore Service í løtuni hevur í arbeiði, arbeiða einir 50 í Melkøya – og 11 í Aukra ella Orminum Langa, sum tann verkætlanin verður rópt. - Umframt elektrikarar, hava vit í løtuni einar tveir sveisarar í Aukra og eini 5 hjálparfólk í Melkøya, sum er partur av Snøhvit-verk­ ætl­anini. Restin av mann­ ingini, sum í løtuni eru úti og heima, eru elektrikarar. Nýggjar avtalur Hvussu leingi, Pam Off­ shore Service aftrat fer at hava fólk í Melkøya, har tað nógva arbeiði hevur ver­ ið, er ilt at siga, men í øllum førum er væntandi, at fólk hjá felagnum verða knýtt at hesi verkætlan til páskar, kanska longri. - Vit fara at halda út sum longst, samstundis sum vit liggja fram við at fáa avtalur í lag við feløg um aðrar verk­­ætlanir í oljuvinnuni. Gunnar Mohr vísir á, at ein møguleiki er í Egersund, har teir fara at gera flóti­flak­ ar til oljuvinnuna. Ein annar er á Stord, har teir fara at byggja boripallar. - Hetta eru nýggjar verk­ ætlanir, og vit fara at liggja fram við her, sigur skipa­ smiðjustjórin. Pam Offshore Service hev­­ur eisini havt nakrar sveis­­­arar í Kristianssand. Góðir møguleikar Gunnar Mohr heldur, at tað eru góðir møguleikar hjá Pam Offshore Service, sum er beinið hjá Tórshavnar Skipasmiðju í oljuvinnuni, at halda fram í Noregi. - Tá nýggjar verkætlanir fara í gongd, sum eitt nú í Egersund og Stord, gongur ofta ein tíð, áðrenn elek­trik­ Pam Offshore Service: Vantandi dupultsskattaavtala ger Bretland minni áhugavert Nei frá Fólkaflokkinum Tað er ikki bara Føroya Arbeiðarafelag, sum havnar upp­ skotinum hjá fíggjarmálaráðnum til eina tvungna eftir­ lønarskipan. Eftir uppskotinum skal samhaldsfasti arbeiðs­ marknaðar­eftir­lønar­grunnurin umskipast, men tað vil Fólka­flokkurin ikki hoyra talan um. Jørgen Niclasen, for­ mað­ur í tingbólkinum hjá flokkinum, segði fríggjadagin, at tað er eingin orsøk til at blanda Sam­haldsfasta upp í ta tvungnu skipanina. Øssur í Sct. Gertrud Í døgunum frá 17. februar til 3. mars hevur fuglfirðingurin Øssur Mohr listaframsýning í hølunum hjá Galleri Sct. Gertrud í Knabostræde 1A í Keypmannahavn. Talan er um nýggjar málningar, og motivini eru úr føroysku náttúruni. Gallaríið lýsir Øssur sum eitt gott umboð fyri tað nýggja ættarliðið av føroyskum listafólkum. Leygardagin kl. 13 verð­ur fernisering, og tá fer ein annar fuglfirðingur, Stan­ ley Samuelsen, at syngja og spæla. Pam Offshore Service er beinið hjá Tórshavnar Skipasmiðju í oljuvinnuni. - Vit fara at halda út sum longst, samstundis sum vit liggja fram við at fáa avtalur í lag við feløg um aðrar verkætlanir í oljuvinnuni, sigur Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Snøhvit-verkætlanin, sum eisini fevnir um oynna Melkøya úti fyri Hammerfest, har teir nógvu føroyingarnir arbeiða, líður nú móti endanum