mánadagur 12. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2007
Nýggjur bygningur
Smápartafelagið Ídni í Klaksvík byggir í løtuni
nýggjan bygning uttan fyri Norðnorg, og nú er
bygningurin reistur. Hann er umleið 1.250 fer
metrar til støddar og skal hýsa smiðjuvirkseminum
hjá felagnum. Sp/f Ídni húast í løtuni í einum bygn
ingi í Klaksvíksgarðinum, men har er ov trongligt,
og harafturat ber ikki til at byggja út har. Tí hevur
felagið fingið eitt øki frá kommununi uttan fyri
Norðborg. Felagið Promek byggir eisini har.
(Kelda: Norðlýsið)
Nýggjan trolara
Stóra íslendska felagið Samherji, sum hevur tætt samstarv
við føroyska reiðarafelagið Framherji, hevur fingið ein
frystitrolara afturat. Trolarin, sum hevur fingið navnið
Oddeyran, kom til Akureyrar um vikuskiftið. Hann er 55
metrar langur, 12,2 metrar breiður og hevur 4.000 hesta
høvuðsmotor. Trolarin, sum er fimm ára gamal, er keyptur
úr Noregi. Morgunblaðið skrivar, at Oddeyran kann royna
við tveimum trolum samstundis.
ararnir koma inn í myndina.
Men tað kann eisini ganga
skjótt – alt eftir, hvørjar
verkætlanir, talan er um,
leggur hann aftrat.
Hóast
føroyingarnir
í
Noregi hava arbeitt og fram
vegis arbeiða millum fólk
úr mongum øðrum londum,
hava
afturmeldingarnar,
sum Pam Offshore Service
hevur fingið, víst, at før
oyska arbeiðsmegin hevur
gott orð á sær.
Tí væntar skipasmiðju
stjórin ikki, at føroyingarnir
verða teir fyrstu, sum rúka,
sum hann tekur til, tá
arbeiði minkar.
Bretland áhugavert
Anja Jacobsen, sum er fyri
sitingarleiðari hjá Pam Off
shore Service, sigur, at
felagið eisini leitar eftir
møguleikum í øðrum lond
um enn í Noregi, og í hesum
sambandi er Bretland ein
áhugaverdur marknaður.
Men her er eitt men…
eitt stórt men.
- Trupulleikin er, at Før
oyar og Bretland hava onga
dupultskattaavtalu, og tá
verður tað ikki so eggjandi
hjá fólki at fara av landinum
at arbeiða.
Hon vísir á, at ein slík
avtala leingi hevur verið í
umbúna millum londini, og
fyrr enn hon er komin uppá
pláss, er hesin marknaður
ikki serliga áhugaverdur.
- Skulu menn fara burtur
at arbeiða og vinna valuta
til landið, má hetta eisini
loysa seg – og helst loysa
seg væl. Tað er hetta, sum
ger, at vit hava fólk í norsku
oljuvinnuni.
Anja sigur, at Føroyar
hava dupultskattaavtalu við
Noregi, sum merkir, at før
oyingarnir rinda skatt í
Noregi, men ikki sosialu
avgjøldini,
sum
norskir
borgarar gera.
- Hetta merkir, at lønin,
teir fáa fyri arbeiði har
yviri, kemur heim til Føroya
sum reiður peningur og fer
í umfar í Føroyum.
Lønin hjá føroyingunum
í Noregi er annars hin sama,
sum norska arbeiðsmegin
fær – og eisini fáa føroyingar
somu yvirtíð sum hinir
starvsfelagarnir.
Góðar treytir
Anja Jacobsen vísir á, at
menninir, sum Pam Off
shore
Service
hevur
í
Noregi, eru har yviri í 14
dagar – og síðan heima í
tríggjar vikur.
- Hetta merkir, at menn
inir hjá okkum arbeiða í 5
holdum, soleiðis at eitt hold
fer yvir – og eitt kemur
heim – hvørja viku, sigur
hon.
Fyrisitingarleiðarin vísir
á, at nú arbeitt verður við
nýggjum sáttmálum, so før
oyska luttøkan í frálanda
vinnuni kann halda fram, er
einki ómøguligt, men sam
stundis er heldur einki sikk
urt, sum hon tekur til.
- Vit arbeiða við fleiri
møguleikum, og vit vóna
og vænta, at okkurt ítøkiligt
spyrst burtur úr, áðrenn
langt um líður, sigur Anja
Jacobsen.
- Skulu menn fara burtur
at arbeiða og vinna valuta
til landið, má hetta eisini
loysa seg – og helst loysa
seg væl. Tað er hetta, sum
ger, at vit hava fólk í norsku
oljuvinnuni, sigur Anja
Jacobsen, fyrisitingarleiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Trupulleikin er, at
tað gongur so illa at
fáa fatur á havtasku
magum, og vit høvdu
verið fegnir, um
fiskimenn hugsaðu
um okkum, tá teir
kryvja havtasku,
sigur Hjalti Petersen,
innkeypsleiðari hjá
Kovanum í Sandavági
Fiskiídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kovin í Sandavági arbeiðir
nú við eini verkætlan at
senda 32 tons av havtasku
høvdum og havtaskumag
um til Kina. Virkið er í holt
við at savna rávøruna til
hesa ætlan, men tað gongur
striltið at fáa nóg mikið av
havtaskumagum.
Hjalti Petersen, innkeyps
leiðari hjá Kovanum, sigur,
at felagið hevur avtalu við
nakrar bátar um tøku av
innvølum
úr
havtasku.
Høvdini keypir Kovin frá
fiskavirkjum.
Hyggja frameftir
- Tá hetta er á royndarstigi,
kunnu vit ikki geva tað
nógva fyri innvølan, og tí
gongur heldur ikki serliga
væl hjá okkum at fáa fatur
á magum.
Innkeypsleiðarin vísir á,
at ein slík verkætlan kostar
virkinum pening, og tá
óvist er, hvat fæst fyri vør
una í Kina, er ikki so lætt
at gjalda tað nógva í fyrsta
umfari.
Virkið, sum roynir at
finna nýggjar vørur og
nýggjar marknaðir, kann
ikki seta seg í stóra skuld í
sambandi við eina slíka
verkætlan.
- Tað er nú einaferð so
leiðis við øllum nýggjum,
men vit - og eisini skipa-
og bátaeigarar - mugu
duga at síggja longur fram
og vóna, at hetta í framtíð
ini verður eitt íkast, bæði
hjá fiskimonnum og okk
um, sum nú skulu gera
royndirnar.
Høvd og innvøli
Hjalti Petersen sigur, at kin
verjar vilja hava havtasku
høvd, sum viga meira enn
3 kilo, og tá er talan bert
um ravarnar - og ikki kjálk
arnar á høvdinum.
- Havtaskuhøvdini og
magarnir hoyra saman í
hesi verkætlan, tí kinverjar
vilja hava bæði. Lutfallið
er 27 tons av havtaskuhøvd
um og 5 tons av magum.
Hann sigur, at rávøran
verður fryst og send av
landinum saman.
Enn hevur Kovin bert
fingið eini 1500 kilo av
havtaskumagum,
og
tí
gongur helst rúm tíð,
áðrenn sendingin kann fara
av landinum.
- Trupulleikin er sum
nevnt, at tað gongur so illa
at fáa fatur á magum, og
vit høvdu verið fegnir, um
fiskimenn hugsaðu um
okkum, tá teir kryvja hav
tasku.
Hjalti vísir á, at kinverjar
vilja ikki hava havtasku
ravarnar, um teir ikki eisini
fáa magarnar.
- Tað er onkur suppa, teir
gera burtur úr hesum. Teir
fylla magarnar, sum síðan
verða kókaðir saman við
høvdunum. Í hesi fram
leiðslu kunnu vit slett ikki
verða við.
Hann sigur, at kinverjar
hava havtasku sjálvir, men
sum tey á Kovanum hava
skilt, er tað ein onnur hav
taska, sum fæst í føroyskum
sjógvi.
- Tí verður hendan eisini
seld til heilt aðrar keyparar,
leggur hann aftrat.
Livur og rogn
Hjalti Petersen vísir eisini
á, at fiskimenn eru nógv
óførari at taka livur enn
fiskamagar, tí tað gevur
skipum og bátum eyka
fiskidagar, um teir taka
livrina til lands.
- Vit hava kortini skilt, at
arbeitt nú verður við einum
uppskoti, sum kemur at
merkja, at fiskimenn eisini
skulu fáa eyka fiskidagar
fyri tøku av magum.
Hann sigur, at Kovin hev
ur ringt bæði til reiðarar og
skiparar um tøku av rogn
um.
- Ikki minst reiðarar eru
positivir - og flestu skiparar
eisini - men tá saman um
kemur, kemur ov lítið av
hesi rávøruni til lands,
sigur innkeypsleiðarin.
Hóast prísurin á rognum
hevur verið rættiliga góður
í vár, hevur Kovin higartil
keypt
lutfalsliga
smáar
nøgdir.
Kryvjimaskinan, sum nú
er umborð á flestu ísfiska
trolarum, er ein bági fyri
rogna-og livratøku, tí hon
fer so illa við innvølanum.
- Prísurin á upsarognum
liggur um 12 krónur fyri
kilo, meðan prísurin á
toskarognum í vár er komin
heilt upp í einar 25 krónur
fyri kilo, sigur Hjalti Peter
sen.
Kovin sendir havtaskuhøvd
og havtaskumagar til Kina
- Havtaskuhøvdini og magarnir hoyra saman í hesi verkætlan, tí kinverjar vilja hava bæði.
Lutfallið er 27 tons av havtaskuhøvdum og 5 tons av magum. Tað er onkur suppa, teir gera
burtur úr hesum. Teir fylla magarnar, sum síðan verða kókaðir saman við høvdunum, sigur
Hjalti Petersen, innkeypsleiðari hjá Kovanum í Sandavági