Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2007 Nýggjur bygningur Smápartafelagið Ídni í Klaksvík byggir í løtuni nýggjan bygning uttan fyri Norðnorg, og nú er bygn­ingurin reistur. Hann er umleið 1.250 fer­ metrar til støddar og skal hýsa smiðjuvirkseminum hjá felagnum. Sp/f Ídni húast í løtuni í einum bygn­ ingi í Klaksvíksgarðinum, men har er ov trong­ligt, og harafturat ber ikki til at byggja út har. Tí hevur felagið fingið eitt øki frá kommununi uttan fyri Norðborg. Felagið Promek byggir eisini har. (Kelda: Norðlýsið) Nýggjan trolara Stóra íslendska felagið Samherji, sum hevur tætt samstarv við føroyska reiðarafelagið Framherji, hevur fingið ein frysti­trolara afturat. Trolarin, sum hevur fingið navnið Odd­eyran, kom til Akureyrar um vikuskiftið. Hann er 55 metrar langur, 12,2 metrar breiður og hevur 4.000 hesta høvuðs­motor. Trolarin, sum er fimm ára gamal, er keyptur úr Noregi. Morgunblaðið skrivar, at Oddeyran kann royna við tveimum trolum samstundis. ararnir koma inn í myndina. Men tað kann eisini ganga skjótt – alt eftir, hvørjar verk­­ætlanir, talan er um, legg­ur hann aftrat. Hóast føroyingarnir í Noregi hava arbeitt og fram­ vegis arbeiða millum fólk úr mongum øðrum londum, hava afturmeldingarnar, sum Pam Offshore Service hevur fingið, víst, at før­ oyska arbeiðsmegin hevur gott orð á sær. Tí væntar skipasmiðju­ stjórin ikki, at føroyingarnir verða teir fyrstu, sum rúka, sum hann tekur til, tá ar­beiði minkar. Bretland áhugavert Anja Jacobsen, sum er fyri­ sitingarleiðari hjá Pam Off­ shore Service, sigur, at fe­lagið eisini leitar eftir møgu­leikum í øðrum lond­ um enn í Noregi, og í hesum sambandi er Bretland ein áhugaverdur marknaður. Men her er eitt men… eitt stórt men. - Trupulleikin er, at Før­ oyar og Bretland hava onga dupultskattaavtalu, og tá verður tað ikki so eggjandi hjá fólki at fara av landinum at arbeiða. Hon vísir á, at ein slík av­tala leingi hevur verið í umbúna millum londini, og fyrr enn hon er komin uppá pláss, er hesin marknaður ikki serliga áhugaverdur. - Skulu menn fara burtur at arbeiða og vinna valuta til landið, má hetta eisini loysa seg – og helst loysa seg væl. Tað er hetta, sum ger, at vit hava fólk í norsku oljuvinnuni. Anja sigur, at Føroyar hava dupultskattaavtalu við Noregi, sum merkir, at før­ oy­ingarnir rinda skatt í Noregi, men ikki sosialu av­gjøld­ini, sum norskir borg­arar gera. - Hetta merkir, at lønin, teir fáa fyri arbeiði har yviri, kemur heim til Føroya sum reiður peningur og fer í umfar í Føroyum. Lønin hjá føroyingunum í Noregi er annars hin sama, sum norska arbeiðsmegin fær – og eisini fáa føroyingar somu yvirtíð sum hinir starvsfelagarnir. Góðar treytir Anja Jacobsen vísir á, at menn­inir, sum Pam Off­ shore Service hevur í Noregi, eru har yviri í 14 dagar – og síðan heima í tríggjar vikur. - Hetta merkir, at menn­ inir hjá okkum arbeiða í 5 holdum, soleiðis at eitt hold fer yvir – og eitt kemur heim – hvørja viku, sigur hon. Fyrisitingarleiðarin vísir á, at nú arbeitt verður við nýggjum sáttmálum, so før­ oyska luttøkan í frálanda­ vinnuni kann halda fram, er einki ómøguligt, men sam­ stundis er heldur einki sikk­ urt, sum hon tekur til. - Vit arbeiða við fleiri møgu­leikum, og vit vóna og vænta, at okkurt ítøkiligt spyrst burtur úr, áðrenn langt um líður, sigur Anja Jacobsen. - Skulu menn fara burtur at arbeiða og vinna valuta til landið, má hetta eisini loysa seg – og helst loysa seg væl. Tað er hetta, sum ger, at vit hava fólk í norsku oljuvinnuni, sigur Anja Jacobsen, fyrisitingarleiðari Mynd: Vilmund Jacobsen - Trupulleikin er, at tað gongur so illa at fáa fatur á havtasku­ magum, og vit høvdu verið fegnir, um fiskimenn hugsaðu um okkum, tá teir kryvja havtasku, sigur Hjalti Petersen, innkeypsleiðari hjá Kovanum í Sandavági Fiskiídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kovin í Sandavági arbeiðir nú við eini verkætlan at senda 32 tons av havtasku­ høvdum og havtaskumag­ um til Kina. Virkið er í holt við at savna rávøruna til hesa ætlan, men tað gongur strilt­ið at fáa nóg mikið av hav­taskumagum. Hjalti Petersen, innkeyps­ leiðari hjá Kovanum, sigur, at felagið hevur avtalu við nakrar bátar um tøku av inn­­vølum úr havtasku. Høvd­ini keypir Kovin frá fiska­­virkjum. Hyggja frameftir - Tá hetta er á royndarstigi, kunnu vit ikki geva tað nógva fyri innvølan, og tí gongur heldur ikki serliga væl hjá okkum at fáa fatur á magum. Innkeypsleiðarin vísir á, at ein slík verkætlan kostar virkinum pening, og tá óvist er, hvat fæst fyri vør­ una í Kina, er ikki so lætt at gjalda tað nógva í fyrsta um­fari. Virkið, sum roynir at finna nýggjar vørur og nýggj­­ar marknaðir, kann ikki seta seg í stóra skuld í sambandi við eina slíka verk­­ætlan. - Tað er nú einaferð so­ leiðis við øllum nýggj­um, men vit - og eisini skipa- og báta­eigarar - mugu duga at síggja longur fram og vóna, at hetta í fram­tíð­ ini verður eitt íkast, bæði hjá fiski­monn­um og okk­ um, sum nú skulu gera roynd­irnar. Høvd og innvøli Hjalti Petersen sigur, at kin­ verjar vilja hava havtasku­ høvd, sum viga meira enn 3 kilo, og tá er talan bert um ravarnar - og ikki kjálk­ arnar á høvdinum. - Havtaskuhøvdini og mag­­arnir hoyra saman í hesi verkætlan, tí kinverjar vilja hava bæði. Lutfallið er 27 tons av havtasku­høvd­ um og 5 tons av magum. Hann sigur, at rávøran verð­ur fryst og send av land­­inum saman. Enn hevur Kovin bert fing­­ið eini 1500 kilo av hav­­taskumagum, og tí gongur helst rúm tíð, áðrenn send­ingin kann fara av landin­um. - Trupulleikin er sum nevnt, at tað gongur so illa at fáa fatur á magum, og vit høvdu verið fegnir, um fiski­menn hugsaðu um okk­­um, tá teir kryvja hav­ tasku. Hjalti vísir á, at kinverjar vilja ikki hava havtasku­ ravarnar, um teir ikki eisini fáa magarnar. - Tað er onkur suppa, teir gera burtur úr hesum. Teir fylla magarnar, sum síðan verða kókaðir saman við høvd­­unum. Í hesi fram­ leiðslu kunnu vit slett ikki verða við. Hann sigur, at kinverjar hava havtasku sjálvir, men sum tey á Kovanum hava skilt, er tað ein onnur hav­ taska, sum fæst í føroyskum sjógvi. - Tí verður hendan eisini seld til heilt aðrar keyparar, leggur hann aftrat. Livur og rogn Hjalti Petersen vísir eisini á, at fiskimenn eru nógv ófør­ari at taka livur enn fiska­­magar, tí tað gevur skip­um og bátum eyka fiski­­dagar, um teir taka livrina til lands. - Vit hava kortini skilt, at arbeitt nú verður við einum uppskoti, sum kemur at merkja, at fiskimenn eisini skulu fáa eyka fiskidagar fyri tøku av magum. Hann sigur, at Kovin hev­ ur ringt bæði til reiðarar og skiparar um tøku av rogn­ um. - Ikki minst reiðarar eru positivir - og flestu skiparar eisini - men tá saman um kemur, kemur ov lítið av hesi rávøruni til lands, sigur innkeypsleiðarin. Hóast prísurin á rognum hevur verið rættiliga góður í vár, hevur Kovin higartil keypt lutfalsliga smáar nøgdir. Kryvjimaskinan, sum nú er umborð á flestu ís­fiska­ trolarum, er ein bági fyri rogna-og livratøku, tí hon fer so illa við innvølanum. - Prísurin á upsarognum liggur um 12 krónur fyri kilo, meðan prísurin á toska­­rognum í vár er komin heilt upp í einar 25 krónur fyri kilo, sigur Hjalti Peter­ sen. Kovin sendir havtaskuhøvd og havtaskumagar til Kina - Havtaskuhøvdini og magarnir hoyra saman í hesi verkætlan, tí kinverjar vilja hava bæði. Lutfallið er 27 tons av havtaskuhøvdum og 5 tons av magum. Tað er onkur suppa, teir gera burtur úr hesum. Teir fylla magarnar, sum síðan verða kókaðir saman við høvdunum, sigur Hjalti Petersen, innkeypsleiðari hjá Kovanum í Sandavági