mánadagur 12. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2007
9
óða byrjan
fingið leitiloyvi saman
við altjóða oljufeløgum
so sum ConocoPhillips,
Petro-Canada
og
stóra
gassfelagnum
Centrica.
Aðrir partnarar eru Lundin
Petroleum, Revus, Noreco,
Pertra og PA Recources.
Faroe Petroleum luttekur
við 20-30% í teimum 6
leitiloyvunum.
– Tað vísir seg longu at
okkara ætlan um at fara inn
á norskt øki var skilagóð og
vit arbeiða longu nú sum
góðkent felag saman við
nøkrum at teimum bestu
feløgunum á norskum øki.
Noreg verður framhaldandi
eitt týdningarmikið vakst
rarøki fyri Faroe Petroleum
konsernina sigur Nils Søren
sen, stjóri.
Nú um dagarnar fekk
Faroe Petroleum UK fimm
leitiloyvi í bretskum øki. Í
tveimum førum er felagið
fyristøðufelag. Við hesum
hevur felagið tilsamans 33
leitiloyvi.
∆
Norðmenn og
russar eiga
at gera eina
sínamillum avtalu
um Barentshavið,
áðrenn onnur
lond fara at gera
vart við seg har
Rættindi
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tá Kina, USA og onn
ur lond fara at gera vart
við síni áhugamál í pól
havinum, kann tað verða
ov seint hjá norðmonnum
og russum. Tí eiga tey
bæði londini at kvika sær
at gera eina sínamillum
avtalu um økið.
Tað heldur norski pro
fessarin Willy Østreng.
Eftir hansara tykki er løt
an komin, at norðmenn
og russar eiga at gera eina
avtalu um alt sivilt virksemi
í Barentshavinum.
– Vit eiga at fáa í lag
eina avtalu, sum ásetir
reglur fyri øllum sivilum
virksemi í økinum, sum
norðmenn
og
russar
kunnu semjast um. Tað er
tað einasta, sum vit kunnu
gera, um vit skulu tryggja
okkum ávirkan, tá stór
lond sum Kina og USA
og fleiri onnur lond fara
at venda eygunum ímóti
pólhavinum, segði Willy
Østreng á einari ráðstevnu
um vikuskiftið.
Hann vísir á, at pólhavið
er tað einasta stóra heims
havið, sum ikki er gagn
nýtt enn, og at Noreg og
Russland kunnu bjóða hin
um londunum upp í sam
starvið og á tann hátt fáa
eina avtalu, sum verður
galdandi fyri alt økið.
– Men taka vit og russar
ikki tað fyrsta stigið,
missa vit møguleikan at
fáa okkara ávirkan, sigur
norski professarin.
Ikki lætt
Willy Østreng heldur, at
norðmenn hava ilt við
at sleppa teirri gomlu
vanahugsanini frá kalda
krígnum, men skulu norð
menn fáa nakra ávirkan
á viðurskiftini í Barents
havinum, noyðast teir
at samstarva við russar
og at venda summum av
teimum gomlu sameindu
bakið.
Sjálvur heldur hann, at
tað eigur at bera til at
fáa ein sáttmála við russar
um ta sivila virksemið í
økinum. Hann vísir á, at
londini bæði samstarva
longu um fiskiskap, um
hvørvi og tilbúgving í
Barentshavinum, og at
hetta samstarv eigur at
leggja lunnar undir uppaft
ur størri samstarv.
– Eingin skal kortini
halda, at hetta letur seg
gera eftir einum degi.
Tað verður ein drúgv og
áhaldandi togan, men hon
verður neyðug, skulu vit
fáa nakra ávirkan á við
urskiftini í okkara nær
umhvørvi, sigur Willy
Østreng.
Eisini markið
Professarin heldur, at
arbeiðið við at fáa eina
slíka seravtalu í lag kann
hjálpa norðmonnum og
russum við at loysa ymsar
spurningar. Eitt nú heldur
hann, at hetta arbeiðið
kanska kann enda við, at
londini kunnu semjast um
ta endaligu býtislinjuna í
Barentshavinum, sum tey
hava verið ósamd um í
meiri enn 30 ár.
– Tað er greitt, at vit fáa
ikki miðlinjubýtið, sum
Noreg hevur hildið uppá,
ella landgrunnabýtið, sum
Russland krevur. Tí má
trætan loysast við einari
neyðsemju, sama um tað
verður í ár ella um nøkur
ár, sigur Willy Østreng.
Hann heldur, at kanska
eiga norðmenn at taka
málið um býtið í Barents
havinum upp, nú Vladimir
Putin syngur sítt seinasta
ørindi í Kreml, tí tað
er lítið hugsandi, at ein
nývaldur russiskur forseti
er serliga hugaður fyri at
Norðmenn og russar eiga at gera eina avtalu um
Barentshavið, áðrenn onnur lond koma hagar, heldur Willy
Østreng, professari
Mynd: Nordlys
Noreg og Russland
mugu gera
seravtalu um
Barentshavið
Frá hátíðarhaldinum,
tá skrivstovan hjá Faroe
Petroleum Noreg læt upp