Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 30 - 12. februar 2007 Onki høpi er í at seta í gildi Kyoto, um málið ikki verður fylgt upp við politiskum tiltøkum. Hetta var ein av niðurstøðunum á væl vitjaða Trappu­ tinginum um orku og umhvørvi í Miðla­ húsinum fríggja­kvøldið Trapputing Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Miðlahúsið var á tremur við fólki fríggjakvøldið, tá boðið var til Trapputing, undir heitinum orka, um­hvørvi og framtíðin. Samanumtikið kann sig­ ast, at talan var um eitt gott og upplýsandi tiltak, sum bar brá av, at evnið upptekur nógv fólk. Samstundis var eyðsæð, at hetta er eitt øki, sum vit ikki vita nóg mikið um. Eitt nú var ein av niður­ støðunum á fundinum, at stórur tørvur er á einum óheft­um upplýsingarstovni um orku og umhvørvi. Har­ um­framt vóru fólk samd um, at vit eiga at hugsa globalt, men broyta lokalt. Føroyar uttanfyri Kjakið var soleiðis skipað, at teir fimm við pallborðið fingu 10 minuttir í part til framløgu, og síðani var orð­ ið frítt. Uni Arge, jour­nal­ istur var orðstýrari. Við pallborðið sat millum annað Bogi Hansen, pro­ fess­ari í havumhvørvi, sum eisini legði fyri í orða­skift­ inum. Boðskapur hansara var, at veðurlagsbroytingarnar eru manngjørdar, og stava frá, at vit brenna kol, olju og onnur lívrunnin evni. - Vandi er fyri, at vit fáa sjógv, sum er fimm stig kald­ari enn nú. Tí áttu vit at framt tiltøk nú, segði hann millum annað. Og hann greiddi frá, at tað nyttar onki bert at heita á fólk, um at minka um útlátið av CO2. - Tað ber heldur ikki til at heita á fólk um at rinda skatt ella at skikka sær pent í ferðsluni, segði hann. Og hann greiddi víðari frá, at EU arbeiðir við at minka út­látið við 20 prosentum. - Vandin hjá okkum er, at vit knappliga noyðast at minka við 50 prosentum. Tí mugu vit seta krøv og gera lógir, og melda greitt út polit­iskt, segði hann. Kina og Føroyar Ein av stóru trupulleikunum er, at Kina dálkar nógv og skjótt dálkar meira enn USA. Bogi Hansen vísti á, at tað er torført at fáa kines­ arar at skilja, hví teir skulu minka um útlátið, tá teir dálka nógv minni pr. íbúgva enn USA. Seinni varð hann spurdur, um tað ger nakran mun, um vit minka um okkara útlát, tá vit standa fyri einum so lítlum parti av samlaðu nøgd­ini. Til hetta svaraði Bogi Hansen, at hví skal ein lítil kinesari í einari lítl­ ari bygd í Kina minka um sítt útlát, um ikki eisini ein føroyingur í einari lítlari bygd skal minka um sítt útlát? Har er ongin munur á – útlát er útlát, og øll mugu gera sítt til at minka um tað. - Samanumtikið er spurn­ ingurin í Trapputinginum: Orka, umhvørvi og fram­ tíðin – eru Føroyar partur av altjóða samfelagnum í hes­um høpi? NEI! Var rung­ andi svarið frá Boga Han­ sen. Orkuráðgeving Nógvir útbjóðarar eru av hita­pumpum, sól- og ljós­ skipanum. Hesi vilja ofra vera við, at vøran er orku­ sparandi og umhvørvis­ vinar­lig. Men, sum onkur tók til, so eru hesi fólk seljarar! Tí var semja um, at stórur tørvur er á einum almennum orkustovni, nak­ að sum gamla orkuráðið, sum kann upplýsa um orku­ nýtslu og hvussu vit betur gangnýta orkuna í húsar­ haldinum ella í vinnuni. Bjarni Djurholm, lands­ stýris­maður, sum var mill­ um áhoyrarnar, tók orðið, og greiddi frá, at ein tílíkur stovnur er partur av orku­ álitinum, sum aðalorðaskifti verður um í tinginum týs­ dagin. Íslandskaðalin Millum áhoyrarnar var Kári Mortensen, studentaskúla­ lærari. Hann helt, at fólkini við pallborðið vóru onki ser­liga visionér. Eftir hans­ ara tykki átti landið í størri mun at kanna, um til ber at fáa orku gjøgnum sjóðkað­ alin úr Íslandi. - Vit skulu tora at hugsa stórt. Kanska kundi hetta gjørt, at vit kundu sløkt all­ ar oljufýringar og koyrt við el-bilum, samstundis sum, at útlátið hevði verið null, segði hann. Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, sum eisini sat í pallborðinum, er hetta nak­ að, sum verður kannað, men enn er ov tíðliga at siga við vissu, um tað hevði borið til. Bjarni Djurholm greiddi frá, at íslendingar hava gjørt av at bíða við at útflyta orku í nøkur ár, tí teir vilja gera eina ætlan á økinum. Borið var eisini fram, at hetta er ein politiskur spurn­ ingur, tí vilja vit vera bund­ in av, at ein onnur tjóð kann tendra og sløkkja fyri streym­inum til Føroyar? Flotin hugsar rationelt Jákup Sólstein, formaður Reið­arafelagsins, umboðaði tann bólkin, sum dálkar mest. Fiskiflotan stendur fyri 44 prosentum av saml­ aða útlátinum í landinum. Hann bar eitt nú fram, at tað er torført at minka um oljunýtsluna hjá flotanum, tí sum er, nýtir hann so lítla olju, sum tað fíggjarliga loysir seg. - Vinnan hugsar rationelt og økonomiskt, so metingin gongur uppá, um tað svarar seg fíggjarliga. Oljan er dýr, so ongin brúkar meira enn neyðugt. Í hesum sam­ bandi hevur fiskaprísurin alt at siga, segði hann mill­ um annað. Eisini helt hann, at fólk á landi eisini dálka og at húsar­haldini áttu at minka um útlátið, saman við privat­ bilismuni. Síðani skemtaði hann við, at vit kunnu eisini bara ganga í ulpu inni! Hann helt, at tað er ein trupulleiki fyri Føroyar, um vit ikki seta Kyoto í gildi, men samstundis mugu vit kanna væl og virðiliga, um tað loysir seg at seta sátt­ málan í gildi. - Sum er brúkar flotin lut­ falsliga lítla olju, um hugs­ að verður um úrtøkuna, segði hann. Hann vísti á, at oljunýtslan longu er minkað við 8 prosentum síðani 1990, tí fleiri rækjutrolarar eru seldir úr flotanum. Eis­ ini bar hann fram, at vit sjálv­andi kunnu broyta flotan til segl og húkar, men at tað helst ikki fór at vera nøkur loysn fyri landið. Um orkuálitið Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Jarðfeingi, greiddi frá um orkuálitið hjá landsstýr­in­ um, sum kemur til aðal­orða­ skifti týsdagin. Hann segði, at 95 prosenst av orku­ nýtsluni í er grundað á olju, fýra prosent úr vatni og vindi og eitt prosent frá brenn­ing av burturkasti. Saml­aða oljunýtslan var 227.000 tons í 2005. - Tríggir meginhættir eru at minka um oljunýtsluna: at nýta varandi orkukeldur í størri mun, at gagnnýta orku­tilfeingið betur, og at broyta orkutørvin hjá fiski­ flota, húsarhaldum og flutn­ ingskervi, segði hann. Síðani vísti hann á, at orkupolitikkurin skal taka atlit til veitingartrygd, bú­skap og umhvørvi. Orka og umhvørvi: Hugsa globalt og broyt lokalt Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, Klæmint Weihe, stjóri í SEV og Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi. Bogi Hansen, professari í havumhvørvi