mánadagur 12. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 30 - 12. februar 2007
Onki høpi er í at seta í
gildi Kyoto, um málið
ikki verður fylgt upp
við politiskum
tiltøkum. Hetta var
ein av niðurstøðunum
á væl vitjaða Trappu
tinginum um orku og
umhvørvi í Miðla
húsinum
fríggjakvøldið
Trapputing
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Miðlahúsið var á tremur
við fólki fríggjakvøldið, tá
boðið var til Trapputing,
undir
heitinum
orka,
umhvørvi og framtíðin.
Samanumtikið kann sig
ast, at talan var um eitt gott
og upplýsandi tiltak, sum
bar brá av, at evnið upptekur
nógv fólk. Samstundis var
eyðsæð, at hetta er eitt øki,
sum vit ikki vita nóg mikið
um. Eitt nú var ein av niður
støðunum á fundinum, at
stórur tørvur er á einum
óheftum upplýsingarstovni
um orku og umhvørvi. Har
umframt vóru fólk samd
um, at vit eiga at hugsa
globalt, men broyta lokalt.
Føroyar uttanfyri
Kjakið var soleiðis skipað,
at teir fimm við pallborðið
fingu 10 minuttir í part til
framløgu, og síðani var orð
ið frítt. Uni Arge, journal
istur var orðstýrari.
Við pallborðið sat millum
annað Bogi Hansen, pro
fessari í havumhvørvi, sum
eisini legði fyri í orðaskift
inum.
Boðskapur hansara var,
at veðurlagsbroytingarnar
eru manngjørdar, og stava
frá, at vit brenna kol, olju
og onnur lívrunnin evni.
- Vandi er fyri, at vit fáa
sjógv, sum er fimm stig
kaldari enn nú. Tí áttu vit at
framt tiltøk nú, segði hann
millum annað. Og hann
greiddi frá, at tað nyttar
onki bert at heita á fólk, um
at minka um útlátið av
CO2.
- Tað ber heldur ikki til at
heita á fólk um at rinda
skatt ella at skikka sær pent
í ferðsluni, segði hann. Og
hann greiddi víðari frá, at
EU arbeiðir við at minka
útlátið við 20 prosentum.
- Vandin hjá okkum er, at
vit knappliga noyðast at
minka við 50 prosentum. Tí
mugu vit seta krøv og gera
lógir, og melda greitt út
politiskt, segði hann.
Kina og Føroyar
Ein av stóru trupulleikunum
er, at Kina dálkar nógv og
skjótt dálkar meira enn
USA. Bogi Hansen vísti á,
at tað er torført at fáa kines
arar at skilja, hví teir skulu
minka um útlátið, tá teir
dálka nógv minni pr. íbúgva
enn USA.
Seinni varð hann spurdur,
um tað ger nakran mun, um
vit minka um okkara útlát,
tá vit standa fyri einum so
lítlum parti av samlaðu
nøgdini. Til hetta svaraði
Bogi Hansen, at hví skal
ein lítil kinesari í einari lítl
ari bygd í Kina minka um
sítt útlát, um ikki eisini ein
føroyingur í einari lítlari
bygd skal minka um sítt
útlát? Har er ongin munur á
– útlát er útlát, og øll mugu
gera sítt til at minka um
tað.
- Samanumtikið er spurn
ingurin í Trapputinginum:
Orka, umhvørvi og fram
tíðin – eru Føroyar partur
av altjóða samfelagnum í
hesum høpi? NEI! Var rung
andi svarið frá Boga Han
sen.
Orkuráðgeving
Nógvir útbjóðarar eru av
hitapumpum, sól- og ljós
skipanum. Hesi vilja ofra
vera við, at vøran er orku
sparandi og umhvørvis
vinarlig. Men, sum onkur
tók til, so eru hesi fólk
seljarar! Tí var semja um,
at stórur tørvur er á einum
almennum orkustovni, nak
að sum gamla orkuráðið,
sum kann upplýsa um orku
nýtslu og hvussu vit betur
gangnýta orkuna í húsar
haldinum ella í vinnuni.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður, sum var mill
um áhoyrarnar, tók orðið,
og greiddi frá, at ein tílíkur
stovnur er partur av orku
álitinum, sum aðalorðaskifti
verður um í tinginum týs
dagin.
Íslandskaðalin
Millum áhoyrarnar var Kári
Mortensen, studentaskúla
lærari. Hann helt, at fólkini
við pallborðið vóru onki
serliga visionér. Eftir hans
ara tykki átti landið í størri
mun at kanna, um til ber at
fáa orku gjøgnum sjóðkað
alin úr Íslandi.
- Vit skulu tora at hugsa
stórt. Kanska kundi hetta
gjørt, at vit kundu sløkt all
ar oljufýringar og koyrt við
el-bilum, samstundis sum,
at útlátið hevði verið null,
segði hann.
Sambært Klæmint Weihe,
stjóra í SEV, sum eisini sat í
pallborðinum, er hetta nak
að, sum verður kannað,
men enn er ov tíðliga at
siga við vissu, um tað hevði
borið til. Bjarni Djurholm
greiddi frá, at íslendingar
hava gjørt av at bíða við at
útflyta orku í nøkur ár, tí
teir vilja gera eina ætlan á
økinum.
Borið var eisini fram, at
hetta er ein politiskur spurn
ingur, tí vilja vit vera bund
in av, at ein onnur tjóð kann
tendra
og
sløkkja
fyri
streyminum til Føroyar?
Flotin hugsar
rationelt
Jákup Sólstein, formaður
Reiðarafelagsins, umboðaði
tann bólkin, sum dálkar
mest. Fiskiflotan stendur
fyri 44 prosentum av saml
aða útlátinum í landinum.
Hann bar eitt nú fram, at
tað er torført at minka um
oljunýtsluna hjá flotanum,
tí sum er, nýtir hann so lítla
olju, sum tað fíggjarliga
loysir seg.
- Vinnan hugsar rationelt
og økonomiskt, so metingin
gongur uppá, um tað svarar
seg fíggjarliga. Oljan er
dýr, so ongin brúkar meira
enn neyðugt. Í hesum sam
bandi hevur fiskaprísurin
alt at siga, segði hann mill
um annað.
Eisini helt hann, at fólk á
landi eisini dálka og at
húsarhaldini áttu at minka
um útlátið, saman við privat
bilismuni. Síðani skemtaði
hann við, at vit kunnu eisini
bara ganga í ulpu inni!
Hann helt, at tað er ein
trupulleiki fyri Føroyar, um
vit ikki seta Kyoto í gildi,
men samstundis mugu vit
kanna væl og virðiliga, um
tað loysir seg at seta sátt
málan í gildi.
- Sum er brúkar flotin lut
falsliga lítla olju, um hugs
að verður um úrtøkuna,
segði hann. Hann vísti á, at
oljunýtslan longu er minkað
við 8 prosentum síðani
1990, tí fleiri rækjutrolarar
eru seldir úr flotanum. Eis
ini bar hann fram, at vit
sjálvandi
kunnu
broyta
flotan til segl og húkar, men
at tað helst ikki fór at vera
nøkur loysn fyri landið.
Um orkuálitið
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri
í Jarðfeingi, greiddi frá um
orkuálitið hjá landsstýrin
um, sum kemur til aðalorða
skifti týsdagin. Hann segði,
at 95 prosenst av orku
nýtsluni í er grundað á olju,
fýra prosent úr vatni og
vindi og eitt prosent frá
brenning av burturkasti.
Samlaða oljunýtslan var
227.000 tons í 2005.
- Tríggir meginhættir eru
at minka um oljunýtsluna:
at nýta varandi orkukeldur í
størri mun, at gagnnýta
orkutilfeingið betur, og at
broyta orkutørvin hjá fiski
flota, húsarhaldum og flutn
ingskervi, segði hann.
Síðani vísti hann á, at
orkupolitikkurin skal taka
atlit
til
veitingartrygd,
búskap og umhvørvi.
Orka og umhvørvi:
Hugsa globalt og broyt lokalt
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, Klæmint Weihe, stjóri í SEV og Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi.
Bogi Hansen, professari í havumhvørvi