mánadagur 12. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 30 - 12. februar 2007
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Samanlegging av
orkufeløgum
DONG Energy er navnið
á nýggja orkurisanum á
danska orkumarknaðinum,
sum er vorðin til við saman
leggingini
av
DONG,
Elsam, NESA, Københavns
Energi, Energi E2 og
Frederiksberg Forsyning.
Arbeiðsøkini hjá DONG
Energy umfata tískil nú
leiting og framleiðslu av
kolvetnum, elframleiðslu,
varandi orku, orkuhandil,
gasflutning og -goymslu
og sølu og flutning av
gassi og el. DONG Energy
hevur
4500
starvsfólk
í Danmark, Noregi, Bret
landi, Niðurlondum, Týsk
landi, Svøríki, Spania og
Føroyum.
DONG satsar uppá
Atlantshavið
Felagið, ið rekur oljuleit
ingarvirksemið hjá DONG
Energy, eitur DONG E&P,
sum hevur savnað størsta
partin av sínum virksemi
í trimum kjarnuøkjum.
Strategiin
hjá
DONG
E&P er bygd á, at danska
økið og sunnari partur
av norska økinum veita
núverandi framleiðsluna,
økið uttanfyri mið-Noregi,
við millum øðrum Ormen
Lange gassfeltinum, fer
at veita framleiðsluna í
næstu
framtíð,
meðan
atlantsmótið
umboðar
framtíðar
framleiðsluna.
Atlantsmótið umfatar økið
vestanfyri Hetland, før
oyska økið og partar av
mið-Noregi.
Endamálið við hesi stra
tegi og hesum satsingum er
at økja eginframleiðsluna
av gassi hjá DONG Energy,
og soleiðis at fáa størri ræði
á allari virðisketuni heilt frá
leiting til kundasamskifti.
Við einum 10% parti av
risastóra norska gassfelt
inum Ormen Lange er hes
in málsetningur næstan
náddur, og tann stóra orka,
sum verður løgd í leiting,
serliga í økinum millum
Hetland og Føroyar, skal
tryggja DONG Energy eina
høga eginframleiðslu sum
frá líður.
Við ársenda 2006 hevði
DONG E&P meiri enn 68
loyvi í Danmark, Noregi,
Bretlandi og Føroyum.
Olju- og gassframleiðslan
var umleið 40.000 tunnur av
oljuekvivalentum um dagin,
og við kendum goymslum til
20 ára framleiðslu. Norski
parturin av framleiðsluni hjá
DONG Energy fer at vaksta
munandi tey komani árini,
serliga tá gassframleiðslan
úr Ormen Lange byrjar við
ársenda 2007. Framleiðslan
í Noregi verður avgerandi
fyri
um
DONG
E&P
kann trífalda framleiðslu
sína til 125.000 tunnur av
oljuekvivalentum innan fá
ár, sum málið er.
- Avgerðin at keypa ognar
partin hjá BP í Ormen Lange,
sum var góð 10%, umframt
ein líka stóran ognarpart
av gassleiðingini Langeled
frá Noregi til Bretlands
er av alstórum týdningi
fyri strategi okkara um at
fáa ein munandi vøkstur
í eginframleiðsluni. Stórt
sæð øll týðandi downstream
gassfeløg í Evropa stremba
í hesum tíðum eftir at økja
eginframleiðsluna, og fyri
DONG Energy sær tað sera
lovandi út. Ormen Lange er
størsta íløgan hjá DONG
E&P nakrantíð, og er hon
umleið 12 mia. kr. (umleið 2
mia. USD) í tíðarskeiðnum
fram til 2012. Tað sær út til,
at hendan íløgan hjá okkum
fer at vísa seg at verða
sera góð, bæði strategiskt
og vinnuliga. Við hesum
konsolidera vit okkum á tí
strategiskt týdningarmikla
marknaðinum í Norður
evropa, og onnur olju- og
gassfelt eru síðani keypt og
seld til nógv hægri prísir pr.
oljuekvivalent. Útbyggingin
er higartil til tíðina og
innanfyri tíðarætlanina, so
vit eru sera væl nøgd við
Ormen Lange, sigur stjórin
fyri DONG E&P, Søren
Gath Hansen.
Ein av týdningar
miklastu spælaru
num vestanfyri
Hetland
Seinnu árini hevur DONG
verið eitt serliga virkið
felag á Atlantsmótinum,
og hevur fingið tillutað eitt
stórt tal av leitiloyvum í
økinum, umframt at hava
keypt seg inn í onnur loyvi.
Í løtuni hevur DONG okk
urt um 20% av teimum
samlaðu kendu, men ikki
útbygdu gassgoymslunum
í økinum.
- Vit hava tey seinastu
árini
staðfest
okkum
sum eitt av teimum mest
týdningarmiklu feløgunum
í hesum økinum, og er hetta
gjørt gjøgnum tillutan og
uppkeypum av loyvum.
Vit eru við í tveimum
oljufundum,
Rosebank
og Cambo, umframt fýra
gassfundum, Laggan, Torri
don, Laxford og Tobermory,
sum vit vænta at kunna
byrja at framleiða gass úr
umleið 2011-2012. Vit eru
somuleiðis projektleiðari
fyri einari stórari verkætlan
við fimm oljufeløgum, ið
skal koma við tilmælum til
bretsku myndugleikarnar
um hvussu økið vestanfyri
Hetland eigur at verða
útbygt, sigur Søren Gath
Hansen.
Føroysku megin markið
hevur DONG verið við,
síðani oljuleitingin byrjaði,
og er í løtuni luttakari í
3 loyvum; loyvi 006, har
Brugdan-brunnurin
varð
boraður í 2006, loyvi 008
sum liggur beint hinumegin
markið frá Rosebank, og
loyvi 009 sum umfatar
eitt risastórt øki longuri
norðuri.
- Sjálvsagt gjørdust vit
vónbrotin um úrslitini frá
Brugduni, sum ikki vóru
sum væntað, men um vit
mistu mótið orsakað av
vantandi úrslitum frá einum
einstøkum brunni, so vóru
vit í skeivari vinnugrein.
Vit hava heldur ikki lagt
øll eggini í somu kurv, men
fylgja einari leitistrategi
fyri hetta økið, sum er
bygd á váðaspjaðing og tol,
viðmerkir Regin Hammer,
umboðsmaður hjá DONG í
Føroyum.
Stórur váði við
møguleika fyri
stórum vinningi
Framleiðsluumstøðurnar
í havøkinum millum Het
land og Føroyar eru sera
ringar, við ofta ringum
veðri og djúpum havi, og
DONG herjar á Atlant
– Sjálvsagt gjørdust vit vónbrotin
um úrslitini frá Brugduni, ið ikki
vóru sum væntað, men um vit
mistu mótið orsakað av vantandi
úrslitum frá einum einstøkum
brunni, so vóru vit í skeivari
vinnugrein. Vit hava heldur ikki
lagt øll eggini í somu kurv, men
fylgja einari leitistrategi fyri hetta
økið, sum er bygd á váðaspjaðing
og tol, viðmerkir Regin Hammer,
umboðsmaður hjá DONG í
Føroyum
Søren Gath Hansen, stjóri hjá DONG,
Jan Terje Edvardsen, leitistjóri
og Regin Hammer, føroyski
umboðsmaðurin hjá DONG
Dong heldur heldur í somu hølum sum Atlantic Petroleum út til
Eystaru Vág.