Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2007 15 tíðindi ” Pedagogfelagið: Lima- fundur um eldra- politikk Týskvøldið skipar Pedagogfelagið fyri limafundi í Miðla­ húsinum. Evnið á fundinum verður eldrapolitikkur. Sambært Maud Vang Han­sen, næstforkvinnu í Føroya Pedagogfelag, setti felagið ein arbeiðs­ bólk á seinasta aðalfundi. Hesin skuldi arbeiða við at orða ein møguligan eldrapolitikk, og hevur hon havt ábyrgdina fyri hesum arbeiðinum. - Í annaðkvøld fara vit at framleggja úrslitið av einari kanning, sum snýr seg um hugburðin hjá limum felagsins um eldri á arbeiðsplássinum, sig­ ur Maud Vang Han­sen. Á fundinum fer Bárður Nielsen, fíggjarmála­ráð­ harri, eisini at hava eitt upplegg um, hvat bilgist á politiska pallinum við­ víkjandi hesum evnin­ um. Eisini fara Sámal og Ronni at leggja út við at spæla nøkur løg, sum hava tilknýti til evnið. Aftaná framløgurnar verður lagt upp til orða­ skifti millum limirnar, sig­ur Maud Vang Han­ sen. Tiltakið, sum er fyri limir felagsins, verður í Miðla­húsinum í annað­ kvøld, týskvøldið, klokk­ an 19.30. - Vit skulu arbeiða fyri at gerast óheft av jarðrunnum brennievnum. Í 2015 skulu 20 prosent av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orku­keldum í mun til 9 prosent í dag. Og í 2015 skal fiskiflotin nýta 15 prosent minni orku í mun til veiði­nøgdina, bar hann fram. Hugsa globalt – broyt lokalt Agenda21 ráðgevin, Berg­ mann Finnsson, greiddi frá um Agenda21 hugtakið, sum snýr seg um, hvat vit kunnu gera lokalt. Hann segði millum annað, at tað ræður um at broyta hugburð, so vit øll kenna okkum sum ein part av loysnini. - Land og kommunur eiga at ganga á odda. Eitt nú ber til at spara eini 30 prosent av orkuni, við at bjálva bygningar væl. Her hevur tað týdning, at vit hugsa langsiktað, tí tað kostar kanska 10 prosent eyka at hugsa orkusparing í sam­bandi við skúla­bygg­ing­ ar og líknandi, men í síðsta enda loysir tað seg kortini væl fíggjarliga. Sambært Bergmann Finns­son er ein av uppgáv­ unum hjá Agenda21 ráð­gev­ ingarstovunum eisini at upp­ lýsa børnum og ungum um orku og umhvørvi, soleiðis at tey vaksa upp sum til­ vitaðir brúkarar. Eitt nú við verkætlanum sum Grønur Skúli. - Í framtíðini verður tað eitt fólksligt krav frá kund­ unum, at vørur og tænastur eru framleiddar undir skila­ góðum umstøðum, segði hann eisini. Krevur dirvi Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, eru Føroyar nógv betur fyri enn OECD londini sum heild. Býtið millum termiska og vatn/ vind orku í Føroyum er 55/45, og málið hjá SEV er, at býtið skal vera 45/55 í 2015. Hann bar fram, at hann tekur undir við orkuálitinum, men, at hann eftirlýsir, at peningur verður settur av á fíggjarlógini til førleika­ menning innan orku. - Tað kostar at røkka Kyoto, og tað krevur mót at taka týðandi avgerðir. Hetta fer vónandi at vísa seg týs­ dagin í tinginum, segði hann. Áhugin fyri Trapputinginum var avbera stórur. Fólk sótu og stóðu í hvørjum horni. Bogi Hansen legði ikki fingrarnar ímillum í framløgu sínari ” - Tað kostar at røkka Kyoto, og tað krevur mót at taka týðandi avgerðir. Hetta fer vónandi at vísa seg týsdagin í tinginum.’ Klæmint Weihe, stjóri í SEV - Vinnan hugsar rationelt og økonomiskt, so metingin gongur uppá, um tað svarar seg fíggjarliga. Oljan er dýr, so ongin brúkar meira enn neyðugt. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum” - Tað ber ikki til at heita á fólk um at rinda skatt ella at skikka sær pent í ferðsluni. Tí mugu vit seta krøv og melda greitt út politiskt. Bogi Hansen, professari í havumhvørvi