mánadagur 12. februar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2007
15
tíðindi
”
Pedagogfelagið:
Lima-
fundur
um eldra-
politikk
Týskvøldið skipar
Pedagogfelagið fyri
limafundi í Miðla
húsinum. Evnið á
fundinum verður
eldrapolitikkur.
Sambært Maud Vang
Hansen, næstforkvinnu í
Føroya
Pedagogfelag,
setti felagið ein arbeiðs
bólk á seinasta aðalfundi.
Hesin skuldi arbeiða við
at orða ein møguligan
eldrapolitikk, og hevur
hon havt ábyrgdina fyri
hesum arbeiðinum.
- Í annaðkvøld fara vit
at framleggja úrslitið av
einari kanning, sum snýr
seg um hugburðin hjá
limum felagsins um eldri
á arbeiðsplássinum, sig
ur Maud Vang Hansen.
Á fundinum fer Bárður
Nielsen, fíggjarmálaráð
harri, eisini at hava eitt
upplegg um, hvat bilgist
á politiska pallinum við
víkjandi hesum evnin
um.
Eisini fara Sámal og
Ronni at leggja út við at
spæla nøkur løg, sum
hava tilknýti til evnið.
Aftaná
framløgurnar
verður lagt upp til orða
skifti millum limirnar,
sigur Maud Vang Han
sen.
Tiltakið, sum er fyri
limir felagsins, verður í
Miðlahúsinum í annað
kvøld, týskvøldið, klokk
an 19.30.
- Vit skulu arbeiða fyri at
gerast óheft av jarðrunnum
brennievnum. Í 2015 skulu
20 prosent av orkunýtsluni
á landi stava frá varandi
orkukeldum í mun til 9
prosent í dag. Og í 2015
skal fiskiflotin nýta 15
prosent minni orku í mun
til veiðinøgdina, bar hann
fram.
Hugsa globalt
– broyt lokalt
Agenda21 ráðgevin, Berg
mann Finnsson, greiddi frá
um Agenda21 hugtakið,
sum snýr seg um, hvat vit
kunnu gera lokalt. Hann
segði millum annað, at tað
ræður um at broyta hugburð,
so vit øll kenna okkum sum
ein part av loysnini.
- Land og kommunur
eiga at ganga á odda. Eitt
nú ber til at spara eini 30
prosent av orkuni, við at
bjálva bygningar væl. Her
hevur tað týdning, at vit
hugsa langsiktað, tí tað
kostar kanska 10 prosent
eyka at hugsa orkusparing í
sambandi við skúlabygging
ar og líknandi, men í síðsta
enda loysir tað seg kortini
væl fíggjarliga.
Sambært
Bergmann
Finnsson er ein av uppgáv
unum hjá Agenda21 ráðgev
ingarstovunum eisini at upp
lýsa børnum og ungum um
orku og umhvørvi, soleiðis
at tey vaksa upp sum til
vitaðir brúkarar. Eitt nú við
verkætlanum sum Grønur
Skúli.
- Í framtíðini verður tað
eitt fólksligt krav frá kund
unum, at vørur og tænastur
eru framleiddar undir skila
góðum umstøðum, segði
hann eisini.
Krevur dirvi
Sambært Klæmint Weihe,
stjóra í SEV, eru Føroyar
nógv betur fyri enn OECD
londini sum heild. Býtið
millum termiska og vatn/
vind orku í Føroyum er
55/45, og málið hjá SEV er,
at býtið skal vera 45/55 í
2015.
Hann bar fram, at hann
tekur undir við orkuálitinum,
men, at hann eftirlýsir, at
peningur verður settur av á
fíggjarlógini til førleika
menning innan orku.
- Tað kostar at røkka
Kyoto, og tað krevur mót at
taka týðandi avgerðir. Hetta
fer vónandi at vísa seg týs
dagin í tinginum, segði
hann.
Áhugin fyri Trapputinginum
var avbera stórur. Fólk sótu og
stóðu í hvørjum horni.
Bogi Hansen legði ikki
fingrarnar ímillum í
framløgu sínari
”
- Tað kostar at røkka Kyoto, og tað krevur
mót at taka týðandi avgerðir. Hetta fer
vónandi at vísa seg týsdagin í tinginum.’
Klæmint Weihe, stjóri í SEV
- Vinnan hugsar rationelt og økonomiskt,
so metingin gongur uppá, um tað svarar seg
fíggjarliga. Oljan er dýr, so ongin brúkar
meira enn neyðugt.
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum”
- Tað ber ikki til at heita á
fólk um at rinda skatt ella at
skikka sær pent í ferðsluni. Tí
mugu vit seta krøv og melda
greitt út politiskt.
Bogi Hansen, professari í havumhvørvi