mánadagur 12. februar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 30 - 12. februar 2007 ]
Spældu
fyri
møgu-
leikanum
Gurið Mortensen var
komin heim úr Danmark
at spæla steypafinalu
við VB. Gurið var eisini
ein av mest eyðsýndu
leikarunum á VB-liðnum
í steypafinaludystinum
ímóti Stjørnuni, og
hon var sum vera man
skuffað yvir tapið.
- Eg eri ótrúliga skuff
að. Tær tykjast at vera
meir klárar enn vit til
dystin í dag, og tá gerst
tað tungt. Vit eru væl
við fyrsta løtuna av
dystinum,
men
vit
brenna tvey brotskøst
og fáa onkra býtta útvís
ing, og hetta kostar ov
nógv. Við hesum fáa
tær
møguleikan
at
leggja seg á odda, og
undan steðginum blívur
munurin heili fimm
mál, so tá sá ikki so
gott út.
Gurið helt tó eftir
dystin, at VB veruliga
royndi at koma aftur í
seinna hálvleiki, men
at tær tó gjørdust ov
stuttar.
- Tá vit koma út til
seinna hálvleik, er mót
brekkan brøtt. Vit eru
aftanfyri við fleiri mál
um, men eg haldi, at vit
blíva við at kempa. Vit
trúgva alla tíðina uppá
okkara møguleika, men
vit gjørdust tó ov stutt
ar. Vit koma ongantíð
nærri enn fýra mál, áðr
enn tær svara aftur, so
tá er ikki lætt hjá okk
um, staðfesti ein skuff
að Gurið Mortensen
eftir dystin.
-teitur
Claus skal stríðast
fyri Chelsea
Týskvøldið spælir enska felagið Blackpool steypadyst
ímóti Norwich. Dysturin er í siðvandu FA Cup kappingini,
og hetta er ein umdystur. Fyrri dysturin millum Blackpool
og Norwich endaði við javnleiki, og í annaðkvøld skal tað
gerast av, hvør fer víðari í kappingini. Claus Bech Jørgensen
er ein av spælarunum hjá Blackpool, og hann hevur veru
liga nakað at stríðast fyri, tí mótstøðuliðið í næsta umfari
num verður meistaraliðið Chelsea.
Ronaldinho aftur
á toppinum
Brasilski fótbóltsspælarin Ronaldinho, sum verður rokn
aður sum heimsins besti, hevur ikki gjørt stórvegis um seg
seinastu vikurnar. Sunnukvøldið var hann tó aftur í rætta
essinum og skoraði bæði málini, tá ið FC Barcelona vann
2-0 á Santander. Barcelona var í trupulleikum tíðliga í
dystinum, men Santander brendi brotssparkið, sum teir
fingu.
lastast fyri eitt tað einasta
av teimum 31 Stjørnu-málu
num. Eitt tal, sum ivaleyst
vildi verið væl hægri við
einum øðrum málverja.
Eitt komplett lið
Hóast málmunurin soleiðis
ongan tíð gjørdist tann heilt
stóri, so sat áskoðarin tó
alla tíðina við kensluni av,
at hesin sigurin var heima
hjá Stjørnuni. Kanska hevði
VB ein evarska lítlan møgu
leika at gera um seg, tá
Stjørnan ta einu løtuna
spældi við tveimum í undir
tali, men tað var at kalla
tað.
Snøgt sagt, so telur liðið
úr Klaksvík ov nógvar roynd
ar spælarar, sum ikki høvdu
nakra sum helst ætlan um at
forera VB nakað sum helst.
Í Alinu Olaru hava tær
kanska mest kompletta spæl
aran í kvinnudeildini, og eis
ini hinar báðar útlendsku –
Simona og Agnes – teljast
millum avgjørt sterkastu
kortini í landinum. Legg har
til landsliðsroyndirnar hjá
Unu, Joan, Onnu Kristinu
og Báru, umframt evnaríku
Louisu, Mariu og Duritu, og
so er greitt, at fá lið í land
inum hava møguleikan at
standa Stjørnuni kurl.
Tað gjørdi VB so heldur
ikki, men tær áttu kortini
sín stóran heiður fyri roynd
ina, har tær fram til tað allar
seinasta spældu fyri sínum
møguleika.
Stjørnan-VB 31-28 (16-11)
Støður í dystinum
10 min: 5-3
20 min: 8-8
40 min: 22-15
50 min: 26-51
Málskjúttar:
Stjørnan: Alina Olaru 8, Simona Petersen 8(1), Joan M.
Djordjevic 7, Durita Christophersen 4, Una Olsen 2, Anna
Kristina Samson 1, Maria við Neyst 1
VB: Daiva Toumaite 9(3), Gurið Mortensen 5(1), Svava
Vestgergaard 4, Rannvá Johannesen 3, Laila Jespersen 3,
Una Egilsdóttir 3, Ivana Ljubicic 1
Brotskøst: Stjørnan 3/1, VB 6/4
Útvísingar: Stjørnan 5, VB 4
Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir)
0 Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA
Una Olsen kundi fyri aðru ferð í trý ár fara á pallin eftir steypinum
Mynd: Jens Kr. Vang
VB-kvinnurnar stríddust allar
60 minuttir á tamb, men tá
alt kom til, vóru tær upp ímóti
yvirveldinum. Snøgt sagt, so var
Stjørnan ov sterk mótstøða
Mynd: Jens Kr. Vang