Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 30 - 12. februar 2007 ] Spældu fyri møgu- ­leikanum Gurið Mortensen var komin heim úr Danmark at spæla steypafinalu við VB. Gurið var eisini ein av mest eyðsýndu leikarunum á VB-liðnum í steypafinaludystinum ímóti Stjørnuni, og hon var sum vera man skuffað yvir tapið. - Eg eri ótrúliga skuff­ að. Tær tykjast at vera meir klárar enn vit til dystin í dag, og tá gerst tað tungt. Vit eru væl við fyrsta løtuna av dyst­in­um, men vit brenna tvey brotskøst og fáa onkra býtta útvís­ ing, og hetta kostar ov nógv. Við hesum fáa tær møguleikan at leggja seg á odda, og und­­an steðg­inum blívur mun­urin heili fimm mál, so tá sá ikki so gott út. Gurið helt tó eftir dystin, at VB veruliga royndi at koma aftur í seinna hálvleiki, men at tær tó gjørdust ov stutt­ar. - Tá vit koma út til seinna hálvleik, er mót­ brekkan brøtt. Vit eru aftanfyri við fleiri mál­ um, men eg haldi, at vit blíva við at kempa. Vit trúgva alla tíðina uppá okkara møguleika, men vit gjørdust tó ov stutt­ ar. Vit koma ongantíð nærri enn fýra mál, áðr­ enn tær svara aftur, so tá er ikki lætt hjá okk­ um, staðfesti ein skuff­ að Gurið Mortensen eftir dystin. -teitur Claus skal stríðast fyri Chelsea Týskvøldið spælir enska felagið Blackpool steypadyst ímóti Norwich. Dysturin er í siðvandu FA Cup kappingini, og hetta er ein umdystur. Fyrri dysturin millum Blackpool og Norwich endaði við javnleiki, og í annaðkvøld skal tað gerast av, hvør fer víðari í kappingini. Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum hjá Blackpool, og hann hevur veru­ liga nakað at stríðast fyri, tí mótstøðuliðið í næsta umfari­ num verður meistaraliðið Chelsea. Ronaldinho aftur á toppinum Brasilski fótbóltsspælarin Ronaldinho, sum verð­ur rokn­ aður sum heimsins besti, hevur ikki gjørt stórvegis um seg seinastu vikurnar. Sunnukvøldið var hann tó aftur í rætta essinum og skoraði bæði málini, tá ið FC Barcelona vann 2-0 á Santander. Barcelona var í trupulleikum tíðliga í dysti­num, men Santander brendi brotssparkið, sum teir fingu. lastast fyri eitt tað einasta av teimum 31 Stjørnu-málu­ num. Eitt tal, sum ivaleyst vildi verið væl hægri við ein­um øðrum málverja. Eitt komplett lið Hóast málmunurin soleiðis ongan tíð gjørdist tann heilt stóri, so sat áskoðarin tó alla tíðina við kensluni av, at hesin sigurin var heima hjá Stjørnuni. Kanska hevði VB ein evarska lítlan møgu­ leika at gera um seg, tá Stjørn­an ta einu løtuna spældi við tveimum í undir­ tali, men tað var at kalla tað. Snøgt sagt, so telur liðið úr Klaksvík ov nógvar roynd­ ar spælarar, sum ikki høvdu nakra sum helst ætl­an um at forera VB nakað sum helst. Í Alinu Olaru hava tær kanska mest kom­pletta spæl­ ar­an í kvinnu­deildini, og eis­ ini hinar báðar útlendsku – Simona og Agnes – teljast mill­um avgjørt sterkastu kort­ini í land­inum. Legg har­ til lands­liðsroyndirnar hjá Unu, Joan, Onnu Krist­inu og Báru, umframt evna­ríku Louisu, Mariu og Duritu, og so er greitt, at fá lið í land­ inum hava møgu­leik­an at standa Stjørnuni kurl. Tað gjørdi VB so heldur ikki, men tær áttu kortini sín stóran heiður fyri roynd­ ina, har tær fram til tað allar seinasta spældu fyri sínum møguleika. Stjørnan-VB 31-28 (16-11) Støður í dystinum 10 min: 5-3 20 min: 8-8 40 min: 22-15 50 min: 26-51 Málskjúttar: Stjørnan: Alina Olaru 8, Simona Petersen 8(1), Joan M. Djordjevic 7, Durita Christophersen 4, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 1, Maria við Neyst 1 VB: Daiva Toumaite 9(3), Gurið Mortensen 5(1), Svava Vestgergaard 4, Rannvá Johannesen 3, Laila Jespersen 3, Una Egilsdóttir 3, Ivana Ljubicic 1 Brotskøst: Stjørnan 3/1, VB 6/4 Útvísingar: Stjørnan 5, VB 4 Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir) 0 Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Una Olsen kundi fyri aðru ferð í trý ár fara á pallin eftir steypinum Mynd: Jens Kr. Vang VB-kvinnurnar stríddust allar 60 minuttir á tamb, men tá alt kom til, vóru tær upp ímóti yvirveldinum. Snøgt sagt, so var Stjørnan ov sterk mótstøða Mynd: Jens Kr. Vang