Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 30 - 12. februar 2007 ] Brøndby vann kongligu uppgerðina Tað var FCK, sum hevði mesta spælið, men Brøndby skoraði einasta málið, tá tey bæði donsku stórfeløgini leygardagin spældu innan hýsis uppgerð í royal League. Hóast nýggi brasiliumaðurin hjá FCK, Ailton, sýndi stórspæl, so megnaði FCK ikki at umseta møguleikarnar til mál, og ístaðin kundi Martin Ericsson avgera dystin, tá hann slapp leysur móti málinum hjá FCK. Heimsins dýrasta fótbóltsfelag Grannskoðarafyritøkan Deloitte ger á hvørjum ári ein lista yvir mest múgvandi fótbóltsfeløgini, og her er FCK í ár at finna á oddasessinum. Parken Sport & Entertainment hevur sambært grannskoðarunum eitt virði upp á 3,9 mia kr., og hetta ger felaigð til dýrasta fótbóltsfelagið á virðisbrævamarknaðinum. Á øðrum plássi er Arsenal, sum verður mett til 3,4 mia kr., meðan Juventus á triða plássinum verður mett at vera 1,7 mia kr. vert. Havast skal í huga, at eitt nú Manchester United er tikið av listanum, eftir at Glazier tók felagið av virðisbrævamarknaðinum, tá hann keypti partabrøvini. José Mourinho er í øðini inn á John Obi Mikel, sum hóast skaða spældi í sam­ fullar 90 minuttir fyri Nigeria. Sjálvur sigur spælarin, at hann hevði einki val Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Viðhaldsfólk hjá Nigeria trýstu meg at spæla. Spældi eg ikki fyri land mítt, kundi hetta hótt lívið á familju míni. Soleiðis sigur 19 ára gamli John Obi Mikel, eftir at Chelsea-venjarin, Jose Mourinho, hevur havt at spælaranum, tí hesin spældi samfullar 90 minuttir av landsdystinum seinasta týsdag, hóast læknin hjá Chelsea fráráddi hesum. Kontroversiellur Hóast unga aldurin, so hevur Mikel fleiri ferðir verið í ensku yvirskriftunum fyri annað enn bara spælið á vøllinum. Seiansta summar var ein av stóru transfer- søgunum, hvar stórtalentið fór at spæla. Manchester United hevði sum so gjørt sáttmála við hann, men tað endaði tó við, at undirskriftin varð sett á pappír við Chelsea, sum so noyddist at rinda bæði Manchester United og norska Lyn fyri spælaran. Fyrr í hesum kapping­ar­ árinum hevur Mourinho eisini havt at unga stjørnu­ skotinum, tá hesin ikki hevur sýnt rætta hugburðin til spælið, og portugisiski venjarin var ikki blíður, tá spælarin nú spældi lands­ dyst. – Eg hevði einki val. Fólk eru enn í øðini, tí eg ikki var á liðnum til útidystin í Lesotho. Og hóast eg royndi at tosa við leiðsluna í fótbóltssambandinum, so vildu teir als ikki lurta. Og tað vildu viðhaldsfólkini heldur ikki. Mourinho í øðini Venjarin hjá Chelsea hev­ ur enn ikki gjørt nakr­ar viðmerkingar til hend­ ingina, men tað er lítil ivi um, at hann var í øðini. – Um Jose var illur. Av­gjørt. Hann var sera vón­brotin, og eg vóni bara, at hann hevur skilir mína støðu. Gud viti, hvat hevði hent familju míni, um eg ikki spældi, sigur Mikel við enskar miðlar. Familjan varð hótt eftir lívinum Hóast hann til tíðir hevur víst stórspæl á vøllinum, so er tað í størri mun uttan fyri vøllin, at John Obi Mikel hevur funnið veg til ensku yvirskriftirnar Mynd: Scanpix Við at geva KÍF fyrsta tapið í fimm dystir, helt SÍ fast um góðu støðuna í oddinum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin møttust helst sterkastu liðini í meist­ara­ deildini hjá kvinnum júst nú, tá SÍ tók ímóti KÍF. SÍ var ósigrað í fimm dystum undan dystinum móti KÍF, meðan KÍF ikki hevði tapt í fýra dystum undan spennandi dystinum leygardagin. Dysturin ímillum SÍ og KÍF bleiv tó ikki tað helt stóra upplivilsi, tí SÍ var snøgt sagt nógv betra liðið henda dagin. SÍ betri frá byrjan Kvinnurnar úr Kollafirði tóktust slett ikki vera vakn­að­ ar, tá teir møttu upp í høllini í Sørvági leygardagin. Tað var heimaliðið, SÍ, hinvegin, og í fyrsta setti lupu tær avstað. Tær løgdu seg á odda mest sum alt fyri eitt, og tær lótu ikki KÍF fáa eitt bein fyri seg hetta settið. Sum settið leið, gjørdist leiðslan bara størri og størri, og at enda hevði SÍ vunnið heili 25-12. Hetta vildi KÍF tó ikki hava liggjandi á sínum herð­um, og í øðrum setti vóru tær nógv betri við. Nú løgdu tær seg á odda tíðliga í settinum, og spakuliga øktu tær um munin. Móti end­anum gjørdist greitt, at her fór KÍF at vinna, og SÍ megnaði heldur ikki at koma aftur í hesum settinum. KÍF vann annað set 25-18, og so var aftur púra opið. SÍ vísti stórspæl Hevði nakar væntað ein spennandi dyst nú, so fóru tey skeiv. Í triðja setti var SÍ aftur nógv betra liðið, og enn einaferð løgdu tær fyri sum eitt ódnarveður. Munurin millum liðini bleiv bara størri og størri, og at enda hevði SÍ vunnið ein knúsandi 25-10 sigur í triðja setti. Og í fjórða settinum varð arbeiðið gjørt liðugt. SÍ streyk avstað, og tó at KÍF nú var betri við, so megnaðu tær ikki at steðga SÍ, sum við enn eltir oddaliðið, ÍF. við einum dysti færri eru tær bara eitt stig aftan fyri oddaliðið. SÍ-KÍF 3-1 (25-12, 18-25, 25-10, 25-17): SÍ bukaði KÍF ÍF heldur fast um oddasessin í meistaradeildini hjá kvinnum, eftir at tær vunnu spennandi toppdystin ímóti Drátti sunnudagin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Munurin á liðunum var ikki tann heilt stóri í dystinum. Gestirnir úr Drátti fingu eina betri byrjan uppá dystin, tá ið tær vunnu fyrsta sett. Tær vunnu sær eina lítla leiðslu, og so við og við fingu tær bart seg nøkur stig fram um heimaliðið. Hesa leiðslu megn­aði Dráttur at halda all­an vegin, tá ið tær vunnu 25-20. Í øðrum setti var tó vent í holuni. Nú var ÍF oman á, og gongdin í øðrum setti líktist gongdini í fyrsta setti. Hesaferð var ÍF bara oman á, og móti endanum gjørdist greitt, at hetta fór ÍF helst at vinna. Tær vunnu sær eina rættiliga trygga leiðslu ímóti endanum, og hesa varðveittu tær. Úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-21 til ÍF, og so var aftur javnvág í. Dráttur kom seg tó skjótt eftir tapið í øðrum setti. Tær fingu eina góða byrjan í triðja setti, og sum settið leið, øktu tær bara um leiðsluna. Móti end­anum gjørdist greitt, at her fór Dráttur at vinna, og so var. Kvinnurnar úr Vág­unum vunnu 25-19, og so vóru tær aftur oman á í toppdystinum á Kambsdali. ÍF fór við øllum Sjálvt um ÍF nú var aftanfyri 2-1, so vildu tær ikki geva skarvin yvir. Triðja sett bleiv sera spennandi, og mun­urin var at kalla eingin mill­um liðini. Tey fylgdust frá fyrsta bólti, og móti end­ anum gjørdist greitt, at her fóru marginalarnir at vera avgerandi. ÍF slapp tó best frá síðstu bóltunum, og so vunnu tær fjórða sett 25-23, og so skuldi javnbrótari til fyri at finna ein vinnara. Hevði dysturin verið javn­ ur undan síðsta settinum, so var slett eingin ivi her. ÍF setti seg á javnbrótaran beinanvegin, og sum hetta settið leið, vunnu tær sær eina trygga leiðslu. Dráttur kom ongantíð inn aftur í sett­ ið, sum ÍF vann heili 15-9. Sostatt tryggjaði ÍF sær sig­urin í toppdystinum, og við hesum halda tær fast um oddasessin, har SÍ ligg­ur beint í hølunum á teim­um. Dráttur hevur hin­ vegin mist avgerandi fet í odda­stríðnum, har tær enn liggja á triðja plássi fýra stig aftanfyri ÍF. ÍF-Dráttur 3-2 (20-25, 25-21, 19-25, 25-23, 15-9): ÍF aftur á rætta kós ÍF heldur fast um oddasessin í bestu kvinnudeildini, eftir at tær vunnu spennandi oddadystin ímóti Drátti sunnudagin