mánadagur 12. februar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 30 - 12. februar 2007 ]
Brøndby vann kongligu
uppgerðina
Tað var FCK, sum hevði mesta spælið, men Brøndby skoraði
einasta málið, tá tey bæði donsku stórfeløgini leygardagin
spældu innan hýsis uppgerð í royal League. Hóast nýggi
brasiliumaðurin hjá FCK, Ailton, sýndi stórspæl, so megnaði
FCK ikki at umseta møguleikarnar til mál, og ístaðin kundi
Martin Ericsson avgera dystin, tá hann slapp leysur móti
málinum hjá FCK.
Heimsins dýrasta fótbóltsfelag
Grannskoðarafyritøkan Deloitte ger á hvørjum ári ein lista yvir
mest múgvandi fótbóltsfeløgini, og her er FCK í ár at finna á
oddasessinum. Parken Sport & Entertainment hevur sambært
grannskoðarunum eitt virði upp á 3,9 mia kr., og hetta ger felaigð
til dýrasta fótbóltsfelagið á virðisbrævamarknaðinum. Á øðrum
plássi er Arsenal, sum verður mett til 3,4 mia kr., meðan Juventus
á triða plássinum verður mett at vera 1,7 mia kr. vert. Havast skal
í huga, at eitt nú Manchester United er tikið av listanum, eftir at
Glazier tók felagið av virðisbrævamarknaðinum, tá hann keypti
partabrøvini.
José Mourinho er í
øðini inn á John Obi
Mikel, sum hóast
skaða spældi í sam
fullar 90 minuttir
fyri Nigeria. Sjálvur
sigur spælarin, at
hann hevði einki val
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Viðhaldsfólk hjá Nigeria
trýstu meg at spæla. Spældi
eg ikki fyri land mítt, kundi
hetta hótt lívið á familju
míni.
Soleiðis sigur 19 ára
gamli John Obi Mikel, eftir
at Chelsea-venjarin, Jose
Mourinho, hevur havt at
spælaranum, tí hesin spældi
samfullar 90 minuttir av
landsdystinum seinasta
týsdag, hóast læknin hjá
Chelsea fráráddi hesum.
Kontroversiellur
Hóast unga aldurin, so hevur
Mikel fleiri ferðir verið í
ensku yvirskriftunum fyri
annað enn bara spælið á
vøllinum. Seiansta summar
var ein av stóru transfer-
søgunum, hvar stórtalentið
fór at spæla. Manchester
United hevði sum so
gjørt sáttmála við hann,
men tað endaði tó við, at
undirskriftin varð sett á
pappír við Chelsea, sum
so noyddist at rinda bæði
Manchester United og
norska Lyn fyri spælaran.
Fyrr í hesum kappingar
árinum hevur Mourinho
eisini havt at unga stjørnu
skotinum, tá hesin ikki
hevur sýnt rætta hugburðin
til spælið, og portugisiski
venjarin var ikki blíður, tá
spælarin nú spældi lands
dyst.
– Eg hevði einki val. Fólk
eru enn í øðini, tí eg ikki
var á liðnum til útidystin
í Lesotho. Og hóast eg
royndi at tosa við leiðsluna
í fótbóltssambandinum, so
vildu teir als ikki lurta. Og
tað vildu viðhaldsfólkini
heldur ikki.
Mourinho í øðini
Venjarin hjá Chelsea hev
ur enn ikki gjørt nakrar
viðmerkingar til hend
ingina, men tað er lítil ivi
um, at hann var í øðini.
– Um Jose var illur.
Avgjørt. Hann var sera
vónbrotin, og eg vóni bara,
at hann hevur skilir mína
støðu. Gud viti, hvat hevði
hent familju míni, um eg
ikki spældi, sigur Mikel
við enskar miðlar.
Familjan varð
hótt eftir lívinum
Hóast hann til tíðir hevur víst stórspæl á vøllinum, so er
tað í størri mun uttan fyri vøllin, at John Obi Mikel hevur
funnið veg til ensku yvirskriftirnar
Mynd: Scanpix
Við at geva KÍF fyrsta
tapið í fimm dystir,
helt SÍ fast um góðu
støðuna í oddinum
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin møttust helst
sterkastu liðini í meistara
deildini hjá kvinnum júst
nú, tá SÍ tók ímóti KÍF. SÍ
var ósigrað í fimm dystum
undan dystinum móti KÍF,
meðan KÍF ikki hevði tapt í
fýra dystum undan spennandi
dystinum leygardagin.
Dysturin ímillum SÍ og
KÍF bleiv tó ikki tað helt
stóra upplivilsi, tí SÍ var
snøgt sagt nógv betra liðið
henda dagin.
SÍ betri frá byrjan
Kvinnurnar úr Kollafirði
tóktust slett ikki vera vaknað
ar, tá teir møttu upp í høllini í
Sørvági leygardagin. Tað var
heimaliðið, SÍ, hinvegin, og
í fyrsta setti lupu tær avstað.
Tær løgdu seg á odda mest
sum alt fyri eitt, og tær lótu
ikki KÍF fáa eitt bein fyri seg
hetta settið. Sum settið leið,
gjørdist leiðslan bara størri
og størri, og at enda hevði SÍ
vunnið heili 25-12.
Hetta vildi KÍF tó ikki
hava liggjandi á sínum
herðum, og í øðrum setti
vóru tær nógv betri við. Nú
løgdu tær seg á odda tíðliga
í settinum, og spakuliga
øktu tær um munin. Móti
endanum gjørdist greitt, at
her fór KÍF at vinna, og SÍ
megnaði heldur ikki at koma
aftur í hesum settinum. KÍF
vann annað set 25-18, og so
var aftur púra opið.
SÍ vísti stórspæl
Hevði nakar væntað ein
spennandi dyst nú, so fóru
tey skeiv. Í triðja setti var SÍ
aftur nógv betra liðið, og enn
einaferð løgdu tær fyri sum
eitt ódnarveður. Munurin
millum liðini bleiv bara størri
og størri, og at enda hevði SÍ
vunnið ein knúsandi 25-10
sigur í triðja setti.
Og í fjórða settinum varð
arbeiðið gjørt liðugt. SÍ
streyk avstað, og tó at KÍF
nú var betri við, so megnaðu
tær ikki at steðga SÍ, sum
við enn eltir oddaliðið, ÍF.
við einum dysti færri eru
tær bara eitt stig aftan fyri
oddaliðið.
SÍ-KÍF 3-1 (25-12, 18-25, 25-10, 25-17):
SÍ bukaði KÍF
ÍF heldur fast um
oddasessin í
meistaradeildini hjá
kvinnum, eftir at tær
vunnu spennandi
toppdystin ímóti
Drátti sunnudagin
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Munurin á liðunum var ikki
tann heilt stóri í dystinum.
Gestirnir úr Drátti fingu eina
betri byrjan uppá dystin, tá
ið tær vunnu fyrsta sett. Tær
vunnu sær eina lítla leiðslu,
og so við og við fingu tær
bart seg nøkur stig fram um
heimaliðið. Hesa leiðslu
megnaði Dráttur at halda allan
vegin, tá ið tær vunnu 25-20.
Í øðrum setti var tó vent
í holuni. Nú var ÍF oman
á, og gongdin í øðrum setti
líktist gongdini í fyrsta setti.
Hesaferð var ÍF bara oman
á, og móti endanum gjørdist
greitt, at hetta fór ÍF helst at
vinna. Tær vunnu sær eina
rættiliga trygga leiðslu ímóti
endanum, og hesa varðveittu
tær. Úrslitið av øðrum setti
gjørdist 25-21 til ÍF, og so
var aftur javnvág í.
Dráttur kom seg tó skjótt
eftir tapið í øðrum setti. Tær
fingu eina góða byrjan í triðja
setti, og sum settið leið, øktu
tær bara um leiðsluna. Móti
endanum gjørdist greitt,
at her fór Dráttur at vinna,
og so var. Kvinnurnar úr
Vágunum vunnu 25-19, og
so vóru tær aftur oman á í
toppdystinum á Kambsdali.
ÍF fór við øllum
Sjálvt um ÍF nú var aftanfyri
2-1, so vildu tær ikki geva
skarvin yvir. Triðja sett
bleiv sera spennandi, og
munurin var at kalla eingin
millum liðini. Tey fylgdust
frá fyrsta bólti, og móti end
anum gjørdist greitt, at her
fóru marginalarnir at vera
avgerandi. ÍF slapp tó best
frá síðstu bóltunum, og so
vunnu tær fjórða sett 25-23,
og so skuldi javnbrótari til
fyri at finna ein vinnara.
Hevði dysturin verið javn
ur undan síðsta settinum,
so var slett eingin ivi her.
ÍF setti seg á javnbrótaran
beinanvegin, og sum hetta
settið leið, vunnu tær sær
eina trygga leiðslu. Dráttur
kom ongantíð inn aftur í sett
ið, sum ÍF vann heili 15-9.
Sostatt tryggjaði ÍF sær
sigurin í toppdystinum,
og við hesum halda tær
fast um oddasessin, har SÍ
liggur beint í hølunum á
teimum. Dráttur hevur hin
vegin mist avgerandi fet í
oddastríðnum, har tær enn
liggja á triðja plássi fýra stig
aftanfyri ÍF.
ÍF-Dráttur 3-2 (20-25, 25-21, 19-25, 25-23, 15-9):
ÍF aftur á rætta kós
ÍF heldur fast um oddasessin
í bestu kvinnudeildini, eftir
at tær vunnu spennandi
oddadystin ímóti Drátti
sunnudagin