mánadagur 12. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2007
27
tíðindi
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
-USA misbrúkar sína hermegi og ger,
sum tí lystir. Men USA er farið um
mark (Vladimir Putin).
útlond
Russiski forsetin,
Vladirmir Putin, legði
alla diplomatiska sið
venju til viks, tá hann
kom við sjáldsama
hvassorðaðum atfinn
ingum at USA.
Tey fýra amerikonsku um
boðini á trygdarráðstevnuni
í München hugdu upp á
hvør annan, tá russiski for
setin, Vladimir Putin, segð i
sína hugsan um uttanríkis
politikkin hjá amerikonsku
stjórnini.
-Eftir amerikonsku áskoð
anini skal heimurin bara
hava eitt stórveldi, sum
brúkar sína megi til at trýsta
onnur til at gera og halda,
sum tað vil sjálvt. Hetta
hevur einki við demokrati
at gera. Demokrati er, at
áskoðanin hjá meirilutanum
verður sett upp ímóti áskoð
anini hjá minnilutanum.
Fólk royna at læra okkum
um demokrati, men tey,
sum royna at læra okkum,
vilja ikki læra sjálvi, segð i
Putin.
Hann segð i, at USA er
ferð eftir ferð farið út um
sítt egna mark, og at tað
hevur havt vanlukkuligar
avleiðingar. Hann nevndi
ikki nakað dømi, men tey
flestu á ráðstevnuni vistu,
at tað var innrásin í Irak,
sum hann sipaði til.
Russiski forsetin segð i,
at amerikanska framferðin
at taka ymisk mál í egnar
hendur hevur gjørt heimin
meiri
vandamiklan
og
ótryggan, og tað er vanda
mikið, tá lond brúka egna
megi uttan stuðul frá ST-
trygd arráðnum.
-Eingin kennir seg trygg
an longur, tí Fólkarætturin
er skúgvaður til viks. Vit
eru vitni til, at eitt land,
USA, brúkar sína hermegi í
altjóða viðurskiftum. Hetta
elvir til ótrygg leika kring
heimin og noyðir lond at
útvega sær kjarnorkuvápn.
USA er farið um øll altjóða
mørk,
segð i
Vladimir
Putin.
Tiknir á bóli
Sjónvarpsmyndirnar
úr
München vístu týðiliga, at
tað hvassa orðalagið hjá
russiska forsetanum kom
óvart á amerikonsku umboð
ini, sum sótu í fremstu røð.
Robert Gates, verjumálaráð
harri, og senatorarnir John
McCain og Joseph Lieber
man vórðu sjónliga tiknir á
bóli. Teir hugdu upp á hvør
annan, og onkur teirra risti
við høvdinum.
Robert Gates, valdi ikki
at fara í mótálop, tá hann í
gjár gjørdi viðmerkingar til
orða lagið hjá russiska for
setanum.
-Vit hava havt eitt Kalt
krígg j, og tað var nóg mik
ið, segð i hann.
Robert Gates er fyrrver
andi CIA-maður og Vladim
ir Putin fyrrverandi KGB-
maður, og hetta brúkti
Gates, tá hann í gjár gjørdi
viðmerkingar til røðuna hjá
russiska forsetanum.
-Gamlir njósnarar plaga
at siga tað, sum ligg ur
fremst á tunguni, segð i
hann og sipaði til fortíðina
hjá sær og Putin. Hann
legð i afturat, at hann er boð
in til Russlands at vitja, og
at USA fer framhaldandi at
samstarva við Russland í
øllum felags avbjóðingum.
Næstan sum undir
Kalda krígnum
Ein avgjørdur Vladimir Putin
skeitir eftir amerikanska
verjumálaráðharranum,
Robert Gates, á ráðstevnuni í
Munchen.
Robert Gates, John McCain og Joseph Lieberman lurta
eftir Puitn. Týski kanslarin, Angela Merkel, tykist ikki geva
orðunum stórvegis ans.
Um
vikuskiftið
legð i
løgreglan í Turkalandi hald
á 565 kilo av heroini, sum
smuglarar ætlaðu sær at
flyta til Niðurlond. Har
hevði rúsevnið helst verið
selt fyri einar 270 mió.
krónur. Tað vóru servandir
hundar hjá løgregluni, sum
funnu rúsevnið í einum
lastbili, sum bleiv kannaður
á
markinum
millum
Bulgaria
og
Turkaland.
Fyribils eru 12 fólk tikin.
Hetta er størsti einstaki
rúsevnisfongurin
hjá
turkisku
løgregluni
nakrantíð,
men
myndugleikarnir hava leingi
vitað,
at
nógv
rúrevni
verður
smuglað
úr
Afghanistan
ígjøgnum
Turkaland til Evropa.
Nógv rúsevni
Áðrenn
ódnin
Katrina
herjaði New Orleans fyri
hálvum øðrum ári síðani,
búðu 455.000 fólk í býnum,
men í dag er fólkatalið bara
umleið 300.000. Orsøkin
er, at mong, sum flýddu
undan ódnini, eru ongantíð
komin
heimaftur,
men
samstundis vísir tað seg, at
mong velja at flyta úr
býnum. Tíðindastovan AP
slrivar, at harðskapurin er
vaksin nógv síðani ódnina,
og at tað fær fleiri at rýma
haðani. Harafturat gongur
tað
sera
striltið
at
endurbygg ja tað, sum fór í
ódnini. Mong hava tí mist
mótið og velja heldur at
flyta úr býnum. Ray Nagin,
borgarstjóri, hevur sagt, at
tað fer at taka næstan 10 ár
at
endurbygg ja
New
Orleans, men tað eru ikki
øll, sum hava tíð at bíða so
leingi, skrivar AP.
Rýma úr New
Orleans
Erkabiskupurin í italska
býnum Napoli hevur tikið
eitt sjáldsamt stig. Í einari
roynd
at
steðg a
harðskapinum í býnum er
hann farin undir at savna
knívar, og í kirkjunum er
ein serlig kurv, sum fólk
kunnu legg ja sínar knívar í.
Napoli er ein av háborgunum
hjá italsku mafiuni, og
síðani á nýgg járinum hava
13 morð verið í býnum.
Stjórnin í Rom hevur boðað
frá, at hon fer at seta serlig
tiltøk í verk í Napoli.
Bispur savnar
knívar