Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2007 27 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -USA misbrúkar sína hermegi og ger, sum tí lystir. Men USA er farið um mark (Vladimir Putin). útlond Russiski forsetin, Vlad­ir­mir Putin, legði alla diplomatiska sið­ ven­ju til viks, tá hann kom við sjáldsama hvas­s­orð­að­um at­finn­ ing­um at USA. Tey fýra amerikonsku um­ boð­­ini á tryg­dar­ráð­stevn­uni í München hugdu upp á hvør annan, tá russiski for­ set­­in, Vladimir Putin, segð i sína hugsan um uttan­rík­is­ po­l­i­­tikk­­in hjá amerikonsku stjórn­­ini. -Eftir amerikonsku á­­skoð­ an­ini skal heimurin bara ha­va eitt stórveldi, sum brúk­ar sína megi til at trýsta onn­ur til at gera og halda, sum tað vil sjálvt. Hetta hev­ur einki við demokrati at gera. Demokrati er, at á­skoð­an­in hjá meirilutanum verð­ur sett upp ímóti á­skoð­ an­ini hjá minnilutanum. Fólk royna at læra okkum um demokrati, men tey, sum royna at læra okkum, vil­ja ikki læra sjálvi, segð i Put­in. Hann segð i, at USA er ferð eftir ferð farið út um sítt egna mark, og at tað hev­ur havt vanlukkuligar av­leið­ing­ar. Hann nevndi ikki nakað dømi, men tey fles­tu á ráðstevnuni vistu, at tað var innrásin í Irak, sum hann sipaði til. Russiski forsetin segð i, at a­meri­kan­ska framferðin at ta­ka ymisk mál í egnar hend­ur hevur gjørt heimin mei­ri vandamiklan og ó­­trygg­an, og tað er van­da­ mik­ið, tá lond brúka egna me­gi uttan stuðul frá ST- trygd­ ar­ráð­num. -Eingin kennir seg trygg ­ an longur, tí Fólkarætturin er skúgvaður til viks. Vit eru vitni til, at eitt land, USA, brúkar sína hermegi í al­tjóða viðurskiftum. Hetta elv­ir til ótrygg leika kring heim­in og noyðir lond at út­ve­ga sær kjarnorkuvápn. USA er farið um øll altjóða mørk, segð i Vladimir Putin. Tiknir á bóli Sjónvarpsmyndirnar úr München vístu týðiliga, at tað hvassa orðalagið hjá russ­is­ka forsetanum kom óvart á amerikonsku um­boð­ ini, sum sótu í fremstu røð. Ro­bert Gates, verju­mála­ráð­ harri, og senatorarnir John Mc­Cain og Joseph Lie­ber­ man vórðu sjónliga tiknir á bóli. Teir hugdu upp á hvør ann­an, og onkur teirra risti við høvdinum. Robert Gates, valdi ikki at fara í mótálop, tá hann í gjár gjørdi viðmerkingar til orða­ lag­ið hjá russiska for­ set­an­um. -Vit hava havt eitt Kalt krígg j, og tað var nóg mik­ ið, segð i hann. Robert Gates er fyrr­ver­ andi CIA-maður og Vlad­im­ ir Putin fyrrverandi KGB- mað­ur, og hetta brúkti Gates, tá hann í gjár gjørdi við­merk­ing­ar til røðuna hjá russ­is­ka forsetanum. -Gamlir njósnarar plaga at siga tað, sum ligg ur fremst á tunguni, segð i hann og sipaði til fortíðina hjá sær og Putin. Hann legð i afturat, at hann er boð­ in til Russlands at vitja, og at USA fer framhaldandi at sam­star­va við Russland í øll­um felags avbjóðingum. Næstan sum undir Kalda krígnum Ein avgjørdur Vladimir Putin skeitir eftir amerikanska verjumálaráðharranum, Robert Gates, á ráðstevnuni í Munchen. Robert Gates, John McCain og Joseph Lieberman lurta eftir Puitn. Týski kanslarin, Angela Merkel, tykist ikki geva orðunum stórvegis ans. Um vikuskiftið legð i løgreglan í Turkalandi hald á 565 kilo av heroini, sum smuglarar ætlaðu sær at flyta til Niðurlond. Har hevði rúsevnið helst verið selt fyri einar 270 mió. krónur. Tað vóru servandir hundar hjá løgregluni, sum funnu rúsevnið í einum lastbili, sum bleiv kannaður á markinum millum Bulgaria og Turkaland. Fyribils eru 12 fólk tikin. Hetta er størsti einstaki rúsevnisfongurin hjá turkisku løgregluni nakrantíð, men myndugleikarnir hava leingi vitað, at nógv rúrevni verður smuglað úr Afghanistan ígjøgnum Turkaland til Evropa. Nógv rúsevni Áðrenn ódnin Katrina herjaði New Orleans fyri hálvum øðrum ári síðani, búðu 455.000 fólk í býnum, men í dag er fólkatalið bara umleið 300.000. Orsøkin er, at mong, sum flýddu undan ódnini, eru ongantíð komin heimaftur, men samstundis vísir tað seg, at mong velja at flyta úr býnum. Tíðindastovan AP slrivar, at harðskapurin er vaksin nógv síðani ódnina, og at tað fær fleiri at rýma haðani. Harafturat gongur tað sera striltið at endurbygg ja tað, sum fór í ódnini. Mong hava tí mist mótið og velja heldur at flyta úr býnum. Ray Nagin, borgarstjóri, hevur sagt, at tað fer at taka næstan 10 ár at endurbygg ja New Orleans, men tað eru ikki øll, sum hava tíð at bíða so leingi, skrivar AP. Rýma úr New Orleans Erkabiskupurin í italska býnum Napoli hevur tikið eitt sjáldsamt stig. Í einari roynd at steðg a harðskapinum í býnum er hann farin undir at savna knívar, og í kirkjunum er ein serlig kurv, sum fólk kunnu legg ja sínar knívar í. Napoli er ein av háborgunum hjá italsku mafiuni, og síðani á nýgg járinum hava 13 morð verið í býnum. Stjórnin í Rom hevur boðað frá, at hon fer at seta serlig tiltøk í verk í Napoli. Bispur savnar knívar