mánadagur 12. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2007
27
El-service fyri
reikar seg til eina
veitingarhavn á
Skálafjørðinum.
– Okkara virksemi
verður at veita
og umvæla, sigur
John Eli Olsen,
stjóri, sum leggur
dent á, at vit
mugu halda fast
við keikantin, tá
ið útlendsk feløg
koma uppí leikin
OLJA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
El-Service er eitt felag, sum
ger seg galdandi uttanlands
á jøvnum føti við onnur
el feløg. Teir ætla eisini at
vera virknir í einari møgu
ligari oljuvinnu, og synergi
effektin fer eisini at raka
teir.
– Vit satsa uppá oljuna
í okkara ætlanum, sigur
John Eli Olsen, stjóri í El-
Service.
Hann er púra sannførdur
um, at olja verður vunnin
úr føroyskum øki.
– Eg vænti heilt avgjørt,
at teir fara at vinna olju úr
føroyskum øki. Eg eri eisini
vísur í, at tað fer at loysa
seg at heinta oljuna upp,
sum liggur í undirgrundini.
– Eg hevði ongantíð rokn
að við, at tað fór at spríka
olja upp við fyrstu roynd
arboring. Vit mugu geva
tol. Oljan er har – tað er
bara ein spurningur um at
finna hann, sigur John Eli.
Vilja veita og umvæla
Sosialurin spyr John Eli,
hvør leikluturin hjá El-
Service kann vera í einari
oljuvinnu í Føroyum.
– Vit vilja fegin virka sum
veitarar og gera umvæling
ar. Vit hava kanska enn
ikki neyðuga førleikan inn
an oljuvinnuna, men tað
kunnu vit tiltuska okkum.
Føroyingar laga seg skjótt
til nýggjar avbjóðingar,
sigur hann.
– Men vit mugu halda
fast við keikantin. Summar
røddir hava frammi og sagt,
at útlendingar skulu fáa kei
kantin, men tað haldi eg er
heldur gávumilt. So verða
føroysku fyritøkurnar við
sviðið soð, sigur John Eli.
Skálafjørðurin má
ikki steingjast
Eisini John Eli fylgir
spentur við í kjakinum um
Skálafjarðartunninil. Har
hava summi nevnt, at ein
brúgv yvirum fjørðin hevði
verið rætta loysnin. Hesum
er John Eli tó rúkandi
ósamdur í.
– Skálafjørðurin avhong
ur av, at teir ikki steingja
hann. Um teir gera eina
brúgv, kunnu teir gott
gloyma alt um at fáa eina
veitingarhavn
á
Skála
fjørðinum. Boripallar stinga
150 metrar upp í loft, so
teir sleppa ikki inn á fjørð
in. So mugu teir søkja til
eitt ókyrrari pláss.
– Í einum lítlum plássi
í Skotlandi, sum kallast
Invergordon, hava teir eina
veitingarhavn.
Umstøð
urnar minna nógv um
Skálafjørðin við kyrrum
vatni, men har hava teir
ikki so nógvar fyritøkur
í økinum, sum vit hava
runt Skálafjørðin. Í so
máta
eru
umstøðurnar
betri her við Skipasmiðju
og øðrum, sigur John Eli,
sum hevur ætlanir um at
leggja seg út í kjakið um
Skálafjarðartunnilin.
John Eli sigur annars, at
teir verður eingin vanlukka
fyri teir, um eingin olja
verður vunnin úr føroyskum
øki.
– Tað fær ongar fylgjur
fyri okkum. Vit hava virk
semi uttanlands, og vit eru
tryggjaðir uppá tann mátan,
sigur stjórin í El-Service at
enda.
El-Service:
– Mugu halda fast við keikantin
um vit vilja vera við
– Vit satsa uppá oljuna í okkara ætlanum, sigur John Eli Olsen, stjóri í El-Service, sum er sannførdur um, at olja einaferð verður vunnin úr føroysku undirgrundini
Mynd: Høgni Thomsen