Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HØGNI MOHR Føroya Landsstýri fer kom- andi mánaða undir størstu politisku avbjóðing í nýggju politisku søgu landsins. Í seinnu helvt av mars fer ein føroysk sendinevnd við Før- oya løgmanni, Anfinni Kallsberg á odda til Dan- markar at samráðast við donsku stjórnina. Ætlanin er at fáa í lag eitt sáttmálauppskot, ið stað- festir, at Føroyar gerast eitt frælst fullveldi. Eisini hevur landsstýrið í hyggju at skil- greina samstarv framtíðar- innar millum tey bæði sjálv- støðugu londini, Føroyar og Danmørk. Politiskt kunningarrit Fram ímóti fólkaatkvøðuni um hetta týdningarmikla mál, fer landsstýrið at leggja stóra orku í kunning. M.a. við at strika trúnaðarstempl- ið á uppritinum Politikarar í Føroyum og í Danmørk hava longu fing- ið nógv tilfar um málið, og í hesi vikuni varð eitt rit sent øllum limunum í løgtingi- num og danska fólkatingi- num. Í ritinum verður í stuttum greitt frá endamáli lands- stýrisins, ið er at vinna Før- oyum tjóðfrælsi, eins og greitt verður frá grundgev- ingunum fyri, at taka fulla ábyrgd av landinum. Grundgevingarnar eru býtt- ar í fleiri partar. Ógreiða polistiska ábyrgdarbýtið og ymisku politisku áhugamál- ini í Føroyum og Danmørk verða nevnd. Við grundar- lagi í nýggjari søgu, t.d. bankagøluni, verður stað- fest, at politisk og búskap- arlig ábyrgd hevur vantað í Føroyum, og at donsk á- hugamál kunnu køva tey føroysku. Eisini verða trup- ulleikarnar við felags utt- anríkispolitikki, ið sum kunnugt fleiri ferðir hava borið við sær stríð millum føroyskar og danskar mynd- ugleikar, nebndir í ritinum. Í politiska kunningar- skrivinum verður gjørt púra greitt, at føroyskt fullveldi ikki fer at kvetta sambandið við danir. ”...ætlanin er tvørturímóti at skapa karmar um eitt nýtt og betri samstarv millum londini...”, stendur í kunn- ingarritinum frá Føroya Høgni Hoydal og Føroya Landsstýri eru nøgd við kunningina í sambandi við ætlanirnar at vinna landinum tjóðfrælsi Mynd: Jens Kristian Vang Endamálið Ætlanin hjá landsstýrissamgongu Sjálvstýrisfloksins, Fólkafloksins og Tjóðveldisfloksins er, at Føroya Landsstýri og danska stjórnin gera ein altjóðar- ættarligan sáttmála, sum: - stovnar Føroyar sum frælst fullveldisríki, - verður fráboðaður í ST, og rótfestur í altjóða rætti, - ásetir, at Føroyar og Danmørk hava sama kong, - skapar góðar karmar um tætt tilknýti og víð- fevnt samstarv í felagsskapinum millum danska og føroyska ríkið, - skapar líkindi fyri, at samstarvið verður rúmk- að, og fleiri samstarvsøki tikin afturat - og ber við sær eina varliga búskaparliga skift- isskipan, har ríkisveitingin minkar so líðandi, so at Føroyar fáa ein veruligan møguleika at byggja upp ein sjálvstøðugan og sjálvberandi búskap. Landsstýri. Uttanlandsnevndin ráðgevandi Høgni Hoydal, landsstýris- maður, heldur tað hava sera stóran týdning, at bæði pol- itikarar og borgarar í Før- oyum verða kunnaður. Og landsstýrismaðurin er nøgd- ur við kunningina, hóast oddafiskarnir í Sambands- flokkinum og Javnaðar- flokkinum við jøvnum mill- umbilum finnast at kunn- ingini. - Eg haldi, at andstøðan átti valt, um hon er í parti við føroyingum ella donsku stjórnini, sigur hann. Lands- stýrismaðurin sipar til, at royndirnar at gera alment vart við føroyska spjaðing í fullveldismálinum, kunnu hava við sær, at eitt gott úrslit verður verri at vinna við samráðingarborðið. - Samráðingarúrslitið verður partvís treytað av, hvussu vit føroyingar standa sum eind, sigur Høgni Hoydal. Eitt samt landsstýrið vísir andstøðuatfinningunum í FULLVELDI. Víðgitna trúnaðar- stemplið á uppritinum hjá sitandi landsstýri verður ikki standandi. Tá ið uttanlandsnevndin er liðug við ar- beiði sítt sum ráðgevandi nevnd, verður stemplið strikað. Landsstýrið vísir øllum andstøðuákærum um vantandi kunning aftur Kunna um tað vit kunna Kunna teg á telduni Føroya Landsstýri hevur latið tvær nýggjar heimasíður upp á alnetinum. Á www.grundlog.fo ber til at fylgja við arbeið- inum at smíða før- oyska grundlóg. Fólk kunnu meta um vitan sína við at luttaka í spurnarkapping á síð- uni. Gamla heimasíðan, www.fullveldi.fo hevur fingið spildur- nýggjan ham og størri innihald. Kunnandi tilfarið er nógv meira umfatandi enn á tí gomlu útgávuni. Til ber at kjakast um pol- itisku ætlanirnar. Fólk í føroysku umsitingini fara at dagføra síðuna við jøvnum millum- bilum. sambandi við kunningina í uttanlandsnevndini aftur. Landsstýrismanningin staðfestir, at uttanlands- nevndin er ein ráðgevandi nevnd, har tað eigur at bera til at fáa góð ráð um t.d. samráðingarstrategiir. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona, kom á tíð- indafundi í gjár við einari inniligar áheitan á andstøð- ulimirnar í uttanlands- nevndini: - Arbeiðið til frama fyri føroysk áhugamál... Viðvíkjandi kunningini millum andstøðulimir, sigur Helena Dam á Neystabø, at landsstýrið kunnar tað, ið tað kann. 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 30 - 12. februar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Landsstýrið og almennar tænastur Viðmerking: Í september í fjør gav Løg- mansskrivstovan út bók við heitinum »Føroyar í kalda krígnum«, sum millum manna beinanvegin fekk navnið “svartabók”. Nakrar dagar frammanundan hevði Føroya Landsstýri givið út bókina “Hvítabók”. Meðan orðið hvítabók merkir “krit- isk dokumentation og parts- indlæg over for offentlig- heden” (Danmarks Natio- nalleksikokn), so er orðið svartabók í hesum føri óivað bert prógv um, hvussu kvik vit eru at eyknevna og í hes- um føri als ikki niðrandi. Sum tað framgongur av formælinum, og nú er tað altso »svørtubók« vit tosa um, so hevur bókin, sum er tann fyrsta av tveimum (ella kanska fleiri?) við støði í løgtingavgerð frá 19. apríl 1996 um savnan av hernað- arligum skjølum í USA. Løgmaður hevur lovað, at líknandi kanningar fara at verða gjørdar á skjalasøvn- unum handan jarntjaldið, ið var, tá ið neyðug peninga- játtan frá løgtinginum fyri- liggur. Ætlanin við hesi lítlu grein er ikki at ummæla bókina, slíkt krevur aðrar knokkar, men eg fari tó at gera vart við tað heldur ó- vanliga, at bókin leggur út við einum samandrátti. Van- ligt ella neyðugt er at hava lisið eina bók lidna fyri at kunna fata ein samandrátt, mótvegis fororðinum, sum skal lesast áðrenn farið verður undir sjálva bókina. Hetta er annars óivað væl úr hondum greitt arbeiði, sum í stóran mun er farið fram á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn og á skjalasøvnum í USA. Ikki uttan orsøk kunnu fólk tí spyrja: júmen, er onki at finna á Landsskjalasavni Føroya ella í skjalagoymsl- um landsstýrisins; tað fram- gongur so ikki av bókini. Vit, sum eru eldri ella gomul, minnast, at Lands- stýrið 1963/66 - sokallaða sjálvstýrislandsstýrið - í stóran mun var merkt at NATO-politikki. Legði hetta landsstýri ongi skjøl eftir sær, sum hava relatión til Føroyar í kalda krígnum í tíðarskeiðnum 1945/1967? Eru vit farin yvir um ánna eftir vatni, er nærliggjandi at spyrja. Hesin spurningur kastar næsta spurning av sær: í hvørjum standi eru okkara almennu skjala- goymslur. Ikki fyrr enn í 1992 fingu vit eina veruliga lóggávu um skjalsøvn, sum er so strong, at vit kunnu verða koyrd í Skansan, um groft brot móti lógini verður framt. Hetta, at umsita al- menn skjøl, er sostatt eitt sera álvarsligt mál. Hann, ið hetta skrivar, er vitandi um, at journalin og arkivið hjá landsstýrinum varð umsitið av sera ar- beiðssomum og samvitsku- fullum fólki, so sum strang- liga ansaðu eftir at arbeiða eftir galdandi reglum, sum fyriskipað var, herundir at alt varð journaliserað. Henda profiessionella skrá- seting og umsiting var ó- svikalig í 40 ár, men so fór at bila, ikki tí at dugnafólk sum frá leið var vorðið gam- alt og yngri komið í teirra stað. Als ikki. Fyri ikki so langari tíð síðan skuldu útvegast skjøl í ávísum journalum í arki- vinum í Tinganesi, men leit- að varð til fánýtis, so rakslánar vóru tær, journal- irnar. Hetta hevur tó onki við Føroya í kalda krígnum at gera. Fara vit meira enn 60 ár aftur í tíðina t.v.s. umleið tá ið seinni veraldarbardagi brast á, renna vit okkum í tveir almennar stovnar: Løgtingsskrivstovan og Færøernes Oppebørsels- kontor, sum í dagligari talu varð kallað Gjaldstovan ella Uppibørsilskontórið. Skjøl- ini hjá hesum báðum stovn- um vórðu goymd uppi á loftinum í Løgtingshúsi- num, og her var talan um satt listaverk - um ein skjal- agoymsla kann fáa slíkt heiti, - sum við akkuratessu og gjøgnumførdum ordan var ætlað fólki í umsitingini at handfara og arbeiða við. At finna skjøl undir slíkum umstøðum var leikandi lætt. Fyri umleið 35 árum síð- an varð hetta meistaraverk av eini skjalagoymslu sund- ursorlað, hyllar og skáp skrødd niður og alt tveitt út í gongina á nevnda lofti, tí ávísir løgtingsmenn kravdu “lebensraum”. Nakrar bøk- ur og okkurt annað varð bjargað undir væðingina í Tinganes og í onkran kjall- ara í Havn, men um tað nógva, sum varð tjokkað í sekkir, endaði á landsskjal- asavninum ella í brennistøð- ini er ilt at siga nakað um. Hetta hevur heldur onki við Føroyar í kalda krígnum at gera. Um henda primitiva vandalisma hevði støði í barnsligari nationalismu ella vanligum mentunar- loysi er eisini ilt at siga nak- að um, men eitt er vist: um skjalagoymslurnar handan jarntjaldið, ið var, hava fing- ið somu vanlagnu, sum her er sagt frá, fara menn at draga svart, tá ið teir eru komnir eysturum at skriva annan partin av “Svørtu- bók”. Annars er at siga um sjálva bókina, at hon hevði ligið betri í hondini, um hon (bókin) hevði somu stødd sum t. d. “Hvítabók” Heri Mohr Almennar skjalagoymslur VIT hava nú í longri tíð hoyrt og lisið um syndarligu støðuna á fleiri av landsins mest týðandi stovnum, her serstakliga sjúkrahúsverkinum og strandferðsluni. Vit síggja, hvussu hesir stovnar eru við at syndrast innanífrá - um somu tíð sum politikarar leggja dentin á, hvussu stóran týdning hesir stovnar hava. Og um somu tíð breggjar fíggjarmálaráðharrin sær av, hvussu nógvar hundrað milliónir hetta landsstýrið hevur megnað at leggja til síðis. TAÐ er alla æru vert, at eitt landsstýri rekur ein fíggjarpolitikk, sum ber í sær, at man kann leggja pengar til síðis. Hetta er eitt stavnhald, sum vit øll eiga at hava. Men tað ber ikki til - um somu tíð, sum tú táttar í innan tað almenna við eitt nú at áleggja tí at gjalda part av lønarvøkstr- inum yvir verandi játtanir - at krevja av okkara heilsuverki, av strandferðslu og øðrum almennum stovnum, at hesir skulu varðveita sama tænastustøði og helst betra um tað. Tað er ein so ótrúlig sjálv- mótsøgn og ein so stór niðurgerðing av teimum fólkum, sum longu eru noydd at renna skjótari á umrøddu almennu stovn- um, at hetta er órímuligt og ósakligt og ómenniskjansligt. TAÐ hevur verið sagt, at lagt verður til síðis til fullveldið. Tað er eisini ein ærlig søk. Men tá eiga okkara stýrandi eisini at spæla við ærligum kortum í aðrar mátar. Og tað er m.a. at siga fyri Føroya fólki, at hetta landsstýrið rekur ein politikk, sum hevur til endamál at minka um og gera almennu tænasturnar verri. Hvussu nógv tú enn tosar um rationalisering og effek- tivisering, so ber ikki til at fáa tað sama burtur úr verandi stovnum eitt nú sjúkra- húsverkinum, skal t.d. lønarvøksturin fara burtur av verandi játtanum, sum longu frammanundan eru skerdar. FØROYA fólk eiga at gera sær greitt, hvat er við at henda í løtuni. Og tað, sum hendir, er, at landsstýrið longu stýrir land- inum sum vóru vit fullveldi. Men lands- stýrið roynir samtíðis at fjala út yvir, at hetta er so, tá tað ræður um almennu stovnarnar. Hyggja vit at tí størsta al- menna stovninum í landinum, Landssjúkr- ahúsinum, so er hann so niðurkoyrdur, at spurningurin er bara, nær vit als ikki hava eitt meginsjúkrahús longur. Og hvat dugur er í at hava lokal sjúkrahús í Klaksvík og á Tvøroyri, um høvuðssjúkrahúsið verður drenað fyri keftir? Hvar er andstøðan í hesum máli? Eykasýning av Móðir Sjey- stjørnu - ein tónleikamynd, verður í leikhúsinum hjá Grímu á Galmla Meiarínum í Tórsgøtu Sunnudagin tann 13. februar 2000 kl. 16 Leikurin, ið byggir lá skaldsøguna hjá William Heinesen við sama navni, hevur verið sera væl um- tóktur og hevur fingið sera góð ummæli. Fullsettar skúlasýningar hava verið. Neyðugt hevur verið og er framhaldandi við eyka skúl- asýningum. Til ta seinastu almennu sýningina var full- sett, og fólk fóru til hús aft- ur, eins og nógvir fyrispurn- ingar hava verið um eyka- sýningar. Higartil hava um- leið 3000 fólk sæð leikin. Við tað at spælt verður sunnudagin kl. 16 er sostatt enn møguleiki hjá avbygd- afólki at síggja leikin og sleppa til hús eftir sýning- ina. Tað verður ikki farið á bygd við leikinum Móðir Sjeystjørnu. Atgongumerki kostar kr. 100 kr., men bólkar yvir 20 fólk fáa avsláttur. Eisini ber til hjá virkjum og stovnum at keypa sýningar. Meira fæst at vita um hetta frá Grímu ella Kunningarstov- uni. Leikurin viðger tey aftur- vendandi menniskjansligu fyribrigdini, bardagan mill- um lív og deyða, tað tími- liga og tað æviga, dreym og veruleika, kærleika og vón og mangt, mangt annað. Pallmyndin hjá Elisu Heinesen er einføld, men sera spennandi og nýskap- andi og gevur saman við ljósinum leikinum aðra vídd, enn vit vanliga eru von við. Plakatin til leikin er klipp- ið hjá William til bókina, og hevur Elisa eisini gjørt nýtt lay-out til myndina, so úrs- litið er ein sera vøkur, litrík plakat, sum fæst til keyps í bókabúðunum og í sam- band við sýningarnar. Eisini í donskum bløðum er ummæli av leikinum, saman við umrøðu av øllum tiltøkunum, ið vóru á 100 ára degi Williams, og skriv- ar Erik Skym Nielsen m.a. soleiðis í Information, tann 19. jan.: „Hvor velgørende var det da ikke at se hans forfatter- skab - ikke lobhudlet, men brugt, og brugt intteligent, i den teaterforestilling over Eykasýning av Móðir Sjeystjønu Moder Syvstjerne, so en- semblet Gríma hold prem- iere på lørdag aften!“ Tónleikurin og ljóðmndin hjá Stamen Statchev gevur eisini leikinum sín serliga hugtakani dám.