Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 30 - 12. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 30 - 12. februar 2000 JÁKUP MØRK Talvsamband Føroya hev- ur seinastu tíðina arbeitt við ætlanum um at fyri- skipað størsta talvtiltak nakrantíð her á landi. Enn er ikki komið á mál í hesum sambandi, langt ífrá, men kortini liggur longu nú fast, at í hvussu so er nakrar av stóru kan- ónunum verða við, tá kappingin fer av barka- stokki. Rani Nolsøe heur vátt- að fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við máli- num, og at tað longu nú kann staðfestast, at kapp- ingin verður í oktober mánaði í ár. Júst hvørjir luttakarar- nir verða, er enn ikki end- aliga greitt, men alt hetta verður almenningurin kunnaður um hin 15. apríl, tá luttakaralistin er greiður. Skelkaði heimin Millum annað er longu nú staðfest at einans 14 Irina Krush, sum hevur skakað allan talvheimin, verður millum luttakararnar. Tá størsta hendingin á alnetinum higartil, ein talvdystur millum Gary Kasparov og restina av heiminum, varð hildið fyri stuttum, var eitt so- nevnt panel, sum skuldi taka støðu til leikirnar hjá heiminum. Irina var tá í hesum paneli, og m.a. kom hon við einum spildurnýggj- um leiki, í einari annars vælkendari støðu. Móti endanum av talvinum hevði hon hug at gera ein leik, sum, skuldi tað seinni vísa seg, hevði givið remis, men hon var niðurstemmað av paneli- num, og úrslitið varð at heimsmeistarin, Kaspar- ov, vann talvið. Fleiri í talvheiminum eru nú farin at ivast í, um 14 ára gamla sensatiónin úr USA verður leikarin, sum fer at koppa Kaspa- rov av alheims trúnuni. Eisini er longu staðfest, at bretin, Nigel Short, sum í 1993 telvaði um heimsmeistaraheitið móti Kasparov, kemur henda- vegin í heyst. Short vísti longu áhuga, eftir at Talv- sambandið í 1997 skipaði fyri størstu kappingini higartil, og hesu ferð játt- aði hann beinan vegin at luttaka. Hvørji onnur nøvn verða við í kappingini er enn ikki avgreitt, men iva- leyst verður talan um nógv kend andlit, bæði í altjóða og í norðurlendsk- um høpi. Ikki bíligt At skipa fyri slíkum til- takið er sjálvsagt alt ann- að enn bíligt, so í løtuni eru teir í talvsambandi- num eisini í ferð við at fáa fíggjarligu karmarnar í rættlag. Júst hvørjir stuðlarnir verða, er ikki greitt enn, men sum Sosialurin skilur á lagnum, er í øllum før- um greitt, at Føroya Tele verður millum teirra, sum stuðla tiltakinum. Seinast talvsambandið skipaði fyri nøkrum, ið kemur nærhendis hesum, var í 1997, tá stór kapping varð hildin. Tað ferðina fekk Talv- sambandi øgiliga positiv- ar afturmeldingar úr um- heiminum, og ivast teir ikki í, at tiltakið hesu ferð verður eins væl eydnað. Heimselitan til Føroya Í heyst verður stór talvkapping hildin í Føroyum, har fleiri av heimsins fremstu telvarum fara at vitja oyggjar okkara Føroya Tele verður millum teirra, sum stuðla tiltaki- num. Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari á Før- oya Tele og Rani Nolsøe frá Talvsambandinum ÓLAVUR Í BEITI – Um vit samanbera stýr- ingina av Sjónvarpinum við eitt partafelag, so er ein av mununum, at í einum part- afelag er umframt stjórn eis- ini ein nevnd. Ein av teim- um týdningarmiklu uppgáv- unum hjá nevndini er, at virka sum »sparringspartn- ari« hjá stjórnini, tá broyti- ngar skulu gerast á einum virki, herundir at vera við í avgerðini um, hvussu stórar broytingar skulu fremjast. – Stjórnin í Sjónvarpi Før- oya hevur beinleiðis tilvís- ing til mentamálaráðharran, og sostatt hevur stjórnin í Sjónvarpi Føroya ikki á sama hátt sum stjórnin í ein- – Ein kann ikki gera ta niðurstøðu, at Sjónvarpið ikki hevði komið í trupul- leikar, um fíggjarstjórin ikki var farin í farloyvi, stendur m.a. í frágreiðingini hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen&Weihe um partafelagi eitt »forum« har hugsanir kunnu verða royndar, áðrenn tær verða settar í verk. Í hesum sam- bandi kundi verið umhugs- að, um tað er møguligt at skapa eitt líknandi »forum«, har stjórnin í Sjónvarpinum fær møguleikar at royna sín- ar hugsanir. – Ein tílík »nevnd« hevði eisini kunnað stuðlað upp- undir, tá strategisk mál skulu umhugsast og royn- ast, verður sagt í frágreið- ingini hjá Grannskoðarafel- agnum Rasmussen&Weihe. Lønarposturin ovurstórur Frágreiðingin, sum Signar á Brúnni, mentamálaráð- harri hevur fingið, viðgerð fíggjarligu trupulleikarnar hjá Sjónvarpinum í 1998 og 1999, og hitt evni er ein meting av dygdini í fíggjar- stýringini og fíggjarligu stýringsamboðunum hjá Sjónvarpinum. Men nevnt verður eisini í frágreiðingini hjá Rasmus- sen&Weihe, at gjøgnunum- gongdin av roknskapinum hjá grannskoðarafelagnum vísir, at størsti útreiðslipost- urin er lønir. Eisini sæst, at í krónum veksur eingin út- reiðslupostur so nógv í tíð- arskeiðinum 1996 til 1999 sum lønirnar. – Vøksturin í lønum hev- ur verið stórur - bæði í yv- irtíð og føstum lønum og Sjónvarpið hevur ikki kunnað fylgt við skoytast kann uppí, at fyri føstu lønirnar er tað gald- andi, at ein niðurskurður hevur rúma tíð um at sláa ígjøgnum. Yvirtíðin, sum nærum tvífaldast frá 1996 til 1997, vaks eisini í 1998. Við vøkstrinum frá 1996 til 1997 á lønarøkinum í huga, er tað okkara uppfatan, at royndir áttu at verið gjørdar á tálmað yvirtíðini longu tíðliga í 1998, verður sagt í frágreiðingini hjá Rasmus- sen&Weihe sum vit fara at hyggja neyvari eftir seinni. Innbrotini økjast Talið av innbrotum er sambært ársfrágreiðingini hjá løgregluni vaksið seinastu fýra árini JOHN JOHANNESSEN Talið av meldaðum innbrot- um í 1999 var 122 sambært ársfrágreiðingini hjá løg- regluni. Verður hetta sam- anborið við 1998, er talan um ein vøkstur á 6,1 pro- sent. Hinvegin fekk løgreglan í 1999 184 fráboðanir um annan stuldur, og er hetta eitt fall á 4,2 prosent, um samaborið verður við 1998. Hóast vøksturin á 6,1 pro- sent í talinum av innbrotum frá 1998 til 1999, heldur løgreglan onga orsøk vera at stúra. Í ársfrágreiðingini fyri 1999 vísir løgreglan á, at samanborið við seinastu seks árini, er talið av meld- aðum innbrotum framvegis lágt, hóast talið er vaksið eitt sindur tey seinastu fýra árini. Løgreglan vísir á, at or- søkin til stóra vøksturin av innbrotum í 1999 er, at talan er um eina røð av brotsverk- um, ið er framd av nøkrum ávísum brotsmonnum. Talið av stuldri annars er fallið niður á tað lægsta síð- ani 1993. Samlaða talið vaksið Samlaða talið av innbrotum, stuldri og øðrum líknandi brotsverkum vaks frá 1998 til 1999 við 32,1 prosent- um. Løgreglan vísir tó á, at hóast munurin millum ymsu árini er viðhvørt er stórur, kann hetta tal tó metast at hava ligið á einum nøkulunda jøvnum støði tey seinastu fimm til seks árini. Ársfrágreiðingin hjá løg- regluni vísir í hesum sambandi á, ein eitt einstakt mál í 1999 var skrásett við 240 journalnumrum. Hetta hækkar munandi um talið av lógarbrotum í 1999. Í 1999 vórðu skrásett 1.065 lógarbrot, og er hetta ein vøkstur á 5,6 prosent samanborið við 1998, tá tal- ið var 1.008. Tó kann sigast, at veruliga talið av lógar- brotum í 1999 einans var 825. Talið 1.065 kom, eins og áður sagt, av, at eitt ávíst lógarbrot var skrásett við 240 journalnumrum. Tískil ber í roynd og veru til at vísa á eitt fall á 18,1 prosent í talinum av lógarbrotum frá 1998 til 1999. Meginparturin herverk Talið av meldaðum herverk- um var í 1998 324. Hetta tal er 2,1 prosent lægri, enn talið fyri 1998. Í 1989 var talið av herverkum heilt uppi á 538. Hóast talið av herverkum er fallið, vísir løgreglan á, at herverk framvegis telja 30 prosent av øllum meld- aðum lógarbrotum í Føroy- um. Talið av fráboðanum um brúksstuldur er fallið sein- astu 12 áini. Í 1999 vórðu skrásettar 43 fráboðanir um brúksstuldur. Hetta er eitt fall á 39,4 prosent saman- borið við árið fyri. Men tal- ið av brúksstuldri er enn ikki komið á eitt lægri støði, enn tað var í 1995. Føroyskt bilamet Talið av skrásettum motorakførum var í fjør hægri enn nakrantíð JOHN JOHANNESSEN Talið av skrásettum motor- akførum í Føroyum var í fjør 18.843, og er hetta søguligt met. Talið av skrásettum mot- orakførum fall brádliga frá 18.922 til 15.145 frá 1988 til 1994. Men síðani krepp- an hasaði av, er talið aftur farið at vaksa, og seinastu fimm árini hevur talan ver- ið um ein støðugan vøkst- ur, ið hevur ført til, at vit í fjørt settu met við 18.843 skrásettum motorakførum til eitt fólkatal á góð 45.000. Í 1996, tá búskapar- kreppan var við at hasa av, fór talið av eigaraskiftum sambært ársfrágreiðingini fyri 1999 hjá løgregluni aftur at vaksa fyri fyrstu ferð síðani 1992. Í fjør kom hetta tal upp á sama høga støði, sum í 1996, tá 5.439 motorakfør skiftu eigara. Eftirlit minkar um óhappini Løgreglan sigur, at síðani endan av áttatiárinum er nógv orka nýtt til eftirlit av ferðsluni, og hevur hetta givið ógvuliga gott úrslit, um hugsað verður um, hvussu nógv talið av ak- førum er vaksið. Í 1999 var talið av frá- boðaðum ferðsluóhappum 1.330, og er hetta ein vøkstur á 6,4 prosent, sam- anborið við 1998. Men í hesum sambandi skal ikki gloymast, at talið av skrá- settum bilum eisini er vaksið munandi. Løgreglan sigur í ársfrá- greiðing sínari, at talið av fráboðaðum ferðsluóhapp- um fall nógv frá seinast í áttatiárunum og fram til 1994, tá talið legið seg í eina fasta legu næstu trý árini. Men síðani 1998 er talið vaksið frá 1.250 til 1.330 í fjør. Hóast talið av ferðsluó- happum er vaksið seinastu árini, hevur gongdin verið ein onnur fyri talið av á- kærum fyri rúsdrekkakoyr- ing. Frá seinast í áttatiáru- num, tá løgreglan herdi eft- irlitið, sást eitt fall í ákæru- num fyri rúsdrekkakoyring fram til 1994, tá talið legði seg í eina nøkulunda fasta legu. Tó sæst eitt enn størri fall seinastu fáu árini. Í 1997 var talið av ákærum fyri rúsdrekkakoyring 170, í 1998 var talið 155 og í 1999 var talið 127. Hetta eru tøl, ið liggja lagt nið- anfyri tey frá 1982 til 1993.