leygardagur 12. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 30 - 12. februar 2000
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 30 - 12. februar 2000
Blue‘n‘Icy - tón-
leikur í Útnorði
Rakul Guðjónsson umboðaði Blue‘n‘Icy á Midem. Samtakið hevur nýggja og
sera aktiva heimasíðu og avgjørt hugsanir um framtíðina innan tónleik og al-
nót. - Tað er ein samfelagsskylda at syrgja fyri, at vit ikki gerast digitalur
eftirbátur, metir Rakul.
DAGFINN OLSEN
Samstarv í Atlantshavi.
Blue‘n‘Icy er samtak av 5
norðurlendskum plátufeløg-
um. Víðari kann sigast, at
hetta er úrslit av ætlan, sum
Nora setti í verk.
Hesi hava fingið sær fel-
ags búmerki og heiti. Tað
bláa er væl skilligt og eisni
hetta við ísinum. Bókstav-
urin „n“ stendur so bæði
fyri „and“ og fyri tí norður-
lendska.
Millum avrikini er fløgan
Rock fram the cold seas,
filmurin Frostpop og ávegis
er fløgan World from the
cold seas.
Heimasíðan
Rakul Guðjónsson umboð-
aði Blue‘n‘Icy á Midem.
Har var nógv gjørt burturúr
alnótini og júst alnótin hev-
ur týdning fyri Blue‘n‘Icy.
Nýggja heimasíðan hjá
samtakinum er snøgg, aktiv
og hevur stóran týdning í
samstarvinum út í heim.
- Allar royndirnar og sam-
bondini frá Midem knýta
seg ikki at ávísum forlag,
men koma tónleikinum í
Útnorði til góða, sigur Rak-
ul.
Tað sermerkta við heima-
síðuni er, at vitjar ein har,
so vitjar ein samstundis øll
5 forløgini í samtakinum.
Nógvir trupulleikar eru
við samstarvinum Hav er
ímillum og feløgini eru sera
ymisk, men møguleikarnir
við samstarvinum tróta hin-
vegin heldur ikki.
- Er ein á netinum, so er
ein longu úti í stóru verð,
uttan størri hóvasták, sigur
Rakul.
Tað er fyritøkan VIT, ið
hevur gjørt heimasíðuna, ið
er sera aktiv og verður røkt,
so hon broytist alla tíðina.
Rakul mælir tónleikaá-
hugaðum til at vitja síðuna:
bluenicy.nora.fo
- Tey fáu á Midem, ið
hava áhuga fyri grønlendsk-
um trummudansi, hava óiv-
að eisini áhuga fyri føroysk-
um dansi, og umboðini eru
øll á hesi somu heimasíðu,
vísir Rakul á.
Síðani Rakul var á Mi-
dem, hevur hon fingið fyri-
spurningar frá tveimum, ið
hon hitti har.
Ein tíðindamaður úr Can-
ada hevur hug at keypa eitt
eintak av hvørjari útgávu
hjá øllum 5 feløgunum, tí
hann skrivar eina bók. Hann
er áhugaður í framhaldandi
samstarvi. Hin er póllend-
ingur, ið frammanundan
hevur samband við Tutl, og
sum nú eisini arbeiðir fyri
Blue‘n‘Icy.
Komu í blað
Nakað annað, sum vísir á-
hugan hjá útlendingum er,
at hóast danir royndu at
koma í stevnublaðið á Mi-
dem, so eydnaðist tað ikki.
Men eftir støðugar royndir,
eydnaðist tað at fáa før-
oysku luttøkuna nevnda.
Tónleikur við rót byrjar at
vekja áhuga ymsastaðni í
heiminum.
Annað sermerkt, ið hendi
í Cannes var, at DR2 hevði
samrøðu við Rakul. Hetta
tí, at DR2 tosaði við størsta
luttakaran. So var eisini á-
hugavert at hitta tann minsta
og vita, hvørji ørindini vóru
á Midem.
Rakul metir, at tað í dag
ikki snýr seg um at seta
nakrar hundraðtúsund krón-
ur í ætlan og so vita, um
okkurt kann fáa gjøgnum-
brot.
Tað snýr seg hinveg um
grundleggjandi heimaar-
beiði í PR og at gera vart
við seg.
- Heimurin mettast av
stóru plássunum og leitað
verður nú út í krókarnar,
metir Rakul.
Hon sigur, at internet rad-
io er frammaliga. Ofta er
býtt upp í ymisk øki land-
frøðiliga. Hon vísiti einum
slíkum radio á, at Føroyar,
ella Atlantsøkið, var ikki á
teirra lista. Tá gjørdust tey
sera áhugaði og skuldu bøta
um hetta.
Sama var galdandi hjá
stóru on-line fyritøkuni
Phono.
Digitalur eftirbátur
Ein av metingunum hjá
Rakul Guðjónsson, eftir at
hava vitjað Midem, er at
framtíðin
liggur
í,
at
keyparin sjálvur velur sær
út tann tónleik, hann hevur
áhuga í.
Royndir eru longu gjørd-
ar við hesum á netinum.
Keyparar kunnu velja tón-
leik og kunnu t.d. á henda
hátt finna júst røttu gávuna.
Eftir at hava valt, skrivar
kundin eitt heiti á fløguna
og eina serstaka gávuheils-
an.
Rakul metir, at hetta við
egnum vali av tónleiki verð-
ur framtíðin innan fløgur,
men tó hvørva gomlu fløg-
urnar ikki. Tær koma undir
list.
- Tað er ein samfelags-
skylda at syrgja fyri, at vit
ikki gerast digitalur eftirbát-
ur, metir Rakul.
Hon heldur hava stóran
týdning, at føroyingar finna
eina leið og eina ætlan, tá
tað snýr seg um tónleik og
útflutning.
Tað er ikki skyldan hjá
einum forlag. Her eiga vit
at vísa felags andlit, heldur
Rakul. Eingin orsøk er at
royna í hvør sínum lag og
harvið oyðileggja seg fíggj-
arliga.
Hon vísir í hesum sam-
bandi á, at heimasíðan hjá
Blue‘nIcy er eitt hent am-
boð, sum longu er til taks.
Áhuga-
verd tón-
leikatøl
Sum heild vísa hagtøl,
at søla á alnótini er í
miklum vøkstri.
Dømi er kendi popp-
bólkurin Beastie Boys.
Eftir at hava loyvt
kundum at gera og
velja seg fram til fløgu
við teimum løgum, teir
vilja sjálvir, er sølan
økt 265%, í mun til søl-
una undan hesi roynd.
Um 19% av øllum
lesandi
í
Europa
„downloada“.
T.v.s.
taka niður av netinum.
Í USA er talið 34%
og 72% spæla PC tón-
leik.
Útflutningur
Tá talan er um útflutn-
ing av tónleiki er USA
nummar eitt og Ong-
land (UK) nummar
tvey. Nummar 3 er
Svøríki.
Har fáa tey meira inn
í skatti (frá tónleikaídn-
aðinum), enn tey nýta
til hetta.
Abba hevur selt 400
milliónir eintøk og
koma eftir The Beatles,
ið hava selt 1000 mill-
iónir eintøk.
Nýggja og virkna heimasíðan hjá Blue‘n‘Icy, ið er týdningarmikil liður til samstarv út
í heim. Tey 5 feløgini í samtakinum eru Dat, Sámaland, Tutl, Føroyar, Japis og Bad
Taste, Ísland og Ulo í Grønlandi
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
OpiÝ: Mn.-fr. 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL AUT.
Skrás.:13-07-95
Km.: 76.000
Prísur: 162.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,6 Xli H/B
Skrás.: 31-10-96
Km.: 34.000
Prísur: 110.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 H/B
Skrás.: 05-08-92
Km.: 110.000
Prísur: 45.600,-
FORD MONDEO
1,8
Skrás.: 07-05-97
Km.: 12.000
Prísur: 149.600,- Garanti*
HONDA CIVIC
1,5 H/B
Skrás.: 01-08-98
Km.: 26.000
Prísur: 119.600,- Garanti*
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 29-04-96
Km.: 104.000
Prísur: 66.600,-
TOYOTA CAMRY
2,2 XL
Skrás.: 21-12-91
Km.: 80.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA CAMRY
2,0 Gli
Skrás.: 27-08-87
Km.: 230.000
Prísur: 38.600,-
TOYOTA CARINA
1,6 GL L/B
Skrás.: 21-08-90
Km.: 124.000
Prísur: 60.600,-
TOYOTA CARINA
1,6 GL
Skrás.: 01-11-89
Km.: 154.000
Prísur: 49.600,-
TOYOTA COROLLA
1,3 L/B TERRA
Skrás.: 27-02-98
Km.: 30.000
Prísur: 120.600,- Garanti**
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
VØRUVOGNUR
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato
Sosialurin - 311820
Sýnaður
15-10-98
Sýnaður
01-98
Sýnaður
14-10-98
FORD ESCORT
1,6
Skrás.: 21-05-91
Km.: 128.000
Prísur: 42.600,-
MITSUBISHI PAJERO VAN
Skrás.: 05-10-95
Km.: 80.000
Prísur: 154.600,-
TOYOTA CAROLLA
1,3 SEDAN
Skrás.: 12-02-96
Km.: 16.000
Prísur: 97.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 Xli
Skrás.: 24-06-97
Prísur: 112.600,- Garanti**
Sýnaður
26-03-98
NISSAN MAXIMA
3,0 AUT. GEAR
Skrás.: 15-12-87
Km.: 135.000
Prísur: 69.600,-
TOYOTA HIACE 10 PERS.
BUSSUR
Skrás.: 16-06-95
Km.: 160.000
Prísur:138.600,- Garanti*
Sýnaður
01-12-99
Sýnaður
01-07-99
Sýnaður
01-10-98
SERTILBOÐ
Skrás.: 16.04.98
Km.: 13.000
Prísur: 98.600,-
Garanti*
-í besta
standi !!
KIA CLARUS
1,8 SEDAN
Støkkið inn
á gólvið!
AVHEINTINGAR-
TILBOÐ
MITSUBISHI GALANT
T DIESEL
Skrás.: 25-08-89
Km.: 287.000
Prísur: 19.000,-
OPEL KADETT
Skrás.: 09-01-87
Km.: 152.000
Prísur: 7.000,-
FORD SIERRA
1,6 AUT. GEAR
Skrás.: 01-07-87
Km.: 117.000
Prísur: 7.000,-
Støkkið inn
á gólvið!
Handil á netinum - møgu-
leikar og trupulleikar
Aftur í ár vitjaðu Kristian Blak, Tutl, og Rakul Guðjónsson, umboðandi Blue’n’Icy, á Midem-fest-
ivalinum í Cannes. 3‘arin luttók eisini. Býurin er gitin fyri filmfestivalin, men á árliga Midem-
festivlinum hittast tónleikaáhugað handilsfólk úr øllum heimunum. Í ár var serliga nógv gjørt
burturúr handli á internetinum
DAGFINN OLSEN
Tutl var í ár við á 3. sinni
og Blue’n’Icy á 2. sinni.
Kristian Blak og Rakul
Guðjónsson vitjaðu í Cann-
es. Umboð fyri 3‘aran í
SMS var eisini í Cannes.
Til midem-festivalin hitt-
ast handilsfólk innan tón-
leikaídnaðin úr øllum heim-
inum.
Kristian Blak umboðaði
Tutl og Rakul Guðjónsson
Blue‘n‘Icy, ið er samtak av
5 forløgum í Útnorði.
Millum úrslitini her er
fløgan Rock from the cold
seas, sum Jens Guð savnaði.
Jens sendir sum nú er norð-
urlendskan tónleik á lokal
støð í Íslandi. Hann skal nú
eisini senda í Ríkisútvarpi-
num og hann leggur fyri við
at senda føroyskan tónleik.
Netið
Serstakt við Midem í ár
var, at serstakliga var gjørt
burturúr handli á alnótini
ella internetinum.Tess møg-
uleikar og trupulleikar.
Fyri 10 árum síðani
keyptu vit LP-plátur. Nú
keypa vit fløgur, men tey,
ið fylgja best við, taka tón-
leik av alnótini - teir so-
nevndu MP3 fílarnar.
Nakað hevur verið við, at
ólógligt er at taka hesar fílar
niður, men arbeitt verður
við at fáa hetta gjørt lógligt,
sigur Kristian Blak.
Rakul vísir á Popwire, ið
tekur tónleikarar á gøtuni og
bjóðar teimum ókeypis
pláss á netinum við sínum
løgum ella øðrum tilfari.
Hetta kunnu onnur so taka
niður av netinum. Talt verð-
ur so upp, hvat verður mest
vitjað og tann áhugaverdasti
verður so boðin fram til
okkurt forlag. Men leggur
ein út hjá Popwire, eiga teir
rættindini og gera sum teim-
um lystir. Hendir nakað
stórt, so eiga teir eisini part
av køkuni.
Stereonet í Danmerk er
líknandi fyritøka, men tó
eru ikki so nógvar bindingar
hjá teimum
Yvirhøvur er ein tann
størsti trupulleikin júst nú,
at so mong millumlið eru á
vegnum hjá teimum, ið
royna at vinna fram á neti-
num.
Kristian metir, at eitt felag
sum Tutl er vónleyst at finna
á netinum og má Tutl tí
leggja seg hjá einum størri
útbjóðara og hetta hava teir
gjørt. Teir eru hjá útbjóðara
í New York, ið sendir út til
75 aðrar útbjóðarar, men
prísurin er, at teir taka 30%
í ómaksløn.
Hetta vísir trupulleikan
við mongu millumliðunum
á netinum, ið vilja hava part
av køkuni.
Framtíðin
Men eitt er hvat vit keypa.
Annað er hvussu og hvar vit
keypa í framtíðini.
Michael Reveal fæst við
at ráðgeva fyritøkum í
handli og sáttmálum. Hann
hevur verið ráðgevi í sam-
band við Midem-ferðina.
Hann sigur eina av orsøk-
unum til mótstøðuna hjá
størri fyritøkum ímóti fría
tónleikinum á netinum vera,
at gomlu tónleikasáttmálar-
nir ikki søgdu nakað um
digitalan tónleik.
Sáttmálarnir, sum nú
verða skrivaðir við nýggjar
bólkar, innihalda alt, sum
nakar kann hugsast at finna
uppá framyvir.
Hann sær fyri sær, at al-
nótin framyvir verður alt
størri og meira innarbeiddur
partur av keypi og sølu.
- Fólki dámar væl at fara
innar í fløguhandlar. Í fram-
tíðini verður kanska talan
um eina heildaruppliving
við øllum møguligum, tá
ein keypir tónleik. Sum at
fara inn á eina café, metir
Michael Reveal.
Kiosk
Kristian, Rakul og Michael
eru sannførd um, at tað eru
stórar broytingar, ið vit eru
í.
Michael vísir á, at í 1959
vístu vísindamenn á, at tól
sum t.d. sjónvarp, fax og
líknandi fóru bert at hava
ein tørv, sum gjørdi, at eini
5000 tól funnust í heimi-
num. So er ikki í dag, kann
ein siga, uttan at siga ov
nógv.
Tey meta, at framyvir
verður helst gjørligt at fara
innar og bíleggja sær tón-
leik eftir ynski. Men tó fara
heildarútgávurnar hjá tón-
leikarum ikki at hvørva
Tað verður sum at fara í
eina kiosk at velja sær tón-
leik.
Fleiri sonevnd slogans
ella orðatøk vóru havd á
lofti í Cannes. T.d. „The
world to day is as bad as it
can ever be“, sæð frá alnót-
asjónarhorni.
Ella „ It is not the strong-
est of the species that sur-
vive, nor the most intelli-
gent, but the most respons-
ive to change“.
Kristian minnist, at hann
helt ongantíð, at fløgan
skuldi taka plátuna av ræði
so skjótt, sum hon gjørdi.
Men hann er sannførdur
um, at kreativur tónleikur
fer altíð at hava ein miðil,
um enn hesin eisini støðugt
broytist.
Michael vísir á, at kona
hansara fór inn í ein handil
og spurdi eftir nótum til á-
víst stykki í ávísum duri.
Løtu seinni kundi hon fara
avstað við hesum.
Ljós framtíð
Tutl hevur verið á netinum
eina tíð, t.d. íhjá kenda søl-
ustaðnum Amazon. Før-
oyska felagið er sera áhugað
í at fyrireika ferðir við tón-
leikarum, umframt at netið
skal fremja sølu.
Ragnar í Vík selir nakað
uttanlands. Hann hevur
staðið í enskum bløðum og
verið á ymsum listum. Men
t.d. selja Spælimenninir í
Hoydølum nógv í USA og
hetta kemur av, at teir fleiri
ferðir hava verið á ferð har.
Ætlanir eru um tónleika-
ferðir í Finnlandi, Íslandi og
aðrastaðir, sigur Kristian
Blak, og vísir á møguleikan
við at fáa t.d. Birgir Enni at
borðreiða við fiskarættum á
ferðini.
Michael metir, at vit eiga
so nógvan góðan tónleik við
rót í mentan okkara. Hetta
hevur týdning, tí sonevndi
world-tónleikurin vinnur
fram. Áhugin fyri tónleiki
úr ymsum mentanum er
vaksandi.
Michael Reveal vísir á
River Dance, har írskir
dansarar fingu viðrák og
vunnu pening í hópatali.
Rakul sigur, at tað kom
fram á Midem festivalinum,
at MP3 fílarnir ikki bert eru
av tí ónda. Børnini eru farin
at lurta eftir tónleiki aftur
og sita ikki bert og spæla
Play-Station.
Tey eru samd um, at fram-
tíðin skal síggjast sum av-
bjóðingar og møguleikar.
Norðlýsið 2002
Hugskotini eru mong.
T. d. kom hugskotið á
Midem í ár um at hava egn-
an norðurlandskan bás á
Midem í 2002. Umgjørligt,
er ætlanin at hava Norðlýsið
liggjandi við bryggju beint
við Midem-stevnuna, har
Birgir Enni kann bjóða øður
og norðuratlantiskur tón-
leikur verður at hoyra. Ætl-
anirnar eru longu komanr
nakað ávegis.
Midem er festivalur, har
sambond verða knýtt og fyri
at skapa álit, má ein vitja
árliga.
Sambond verða knýtt fyri
lívstíð og umráðandi er við
áliti. Kanska spyrtst okkurt
síðani burturúr, tá ein hittist
árið eftir.
Framtíðin er ljós, eru Mi-
dem luttakararnir samdir
um.
Jens Guð(mundsson),
Michael Reveal, Rakul
Guðjónsson og Kristian
Blak. Jens Guð stóð fyri at
fáa út fløguna Rock from
the cold seas, sum sam-
takið Blue‘n‘Icy stóð fyri.
Michael Reveal er hand-
ilsligur ráðgevi, nú Rakul
og Kristian hava verið á
tónleikahandilsferð á Mi-
dem í Cannes Mynd:
Dagfinn Olsen