Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 30 - 12. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 30 - 12. februar 2000 ...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, i› skulu mynda føroyska fiskivinnu komandi árini. Eitt sindur um teg Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Ta› sæst ikki á skræ›uni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka framtí›ina í Føroyum. Eitt sindur um okkum Vit bjó›a eina spennandi útbúgving, i› tekur stø›i í veruleikanum. Ta›, tú lærir, kanst tú brúka, og tey, i› undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku fiskivinnuni. Fiskivinnuskúlin bjó›ar tvinnar útbúgvingar 4 2 ára vinnurætta› útbúgving (AIF), i› gevur beinlei›is atgongd til arbei›smarkna›in ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum. 4 3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar. Ring 424573 og bi› um umsóknarbla›. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28 www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo stephanssons hús Uppritið kortini almannakunngjørt JÁKUP MØRK Á tíðindafundi fríggjadagin, kunnaði Landsstýrið før- oysku fjølmiðlarnar um gongdina í fullveldismáli- num. Løgmaður byrjaði fundin við at greiða frá, at orsøkin til fundin var fyrst og fremst, at Landsstýrið seinastu tíðina hevur fingið harðar ákoyringar fyri, at alt málið viðvíkjandi fullveldi, ella sjálvstýri, verður hildið loyniligt fyri almenningi- num. Verður almanna- kunngjørt Løgmaður førdi serliga fram, at tað kann órógva viðgerðina hjá uttanlands- nevndini, um uppritið varð kent av almenninginum. Annfinn Kallsberg kundi tó samstundis bera tey boð, at eftir at uttanlandsnevndin er liðug við sína viðgerð av uppritinum, er ætlanin at tað skal almannakunngerast. At sjálvt uppritið verður almannakunngjørt, meta hvørki Løgmaður ella vara- løgmaður hava stórvegis strategiskan týdning. Hin- vegin leggja teir stóran dent á, at tær ætlanir og tey mál, sum Landsstýrið í samráð við uttanlandsnevndina kemur fram til, verða við- gjørd í trúnaði. Verða hesi viðurskifti ikki hildin í trúnaði, er stórur vandi fyri, at hetta kann skaða samráðingarstøðu føroyinga, tá veruligu sam- ráðingarnar við danir byrja nú í summar. Prinsipielt mál Landsstýrið leggur stóran dent á, at trúnaðar- spurningurin í hesum føri er eitt ógvuliga prinsipielt mál, tí hetta vil viðkoma fram- tíðar arbeiðinum hjá uttan- landsnevndini. Samanborið var eisini við marknaðarsamráðingarnar við bretar, eins og undir- grundaravtaluna við danir. Tær ferðirnar varð alt málið handfarið í trúnaði, uttan at nakar mótmælti hesum. - Uttanlandsnevndin virk- ar sum ráðgevi hjá Lands- stýrinum, og tí er týdning- armikið at uttanlandsnevnd- in fær allar upplýsingar á borðið, greiddi løgmaður frá, og legði afturat, at um slíkar upplýsingar ikki verða handfarnar í trúnaði, kann hetta fáa stóra ávirkan á, hvørjir upplýsingar verða latnir nevndini í framtíðini, tá onnur mál vera til við- gerðar. Harumframt legði løg- maður eisini dent á, at utt- anlandsnevndin hevur at- gongd til alla ta serkønu hjálp, sum Landsstýrið hev- ur nýtt í sínari viðgerð, so- leiðis at fakligi førleikin í viðgerðini eisini er í lagi. Atkvøða í heyst Sum nevnt verður væntandi farið undir samráðingarnar um lutflasliga stutta tíð. Málið hjá Landsstýrinum hevur alla tíðina verið, at fólkaatvøða skal verða á heysti í ár, og hetta er fram- vegis arbeiðssetningurin. Skal hetta gerast veru- leiki, er neyðugt at bæði løgting og fólkating hava viðtikið ætlaðu broytingar- nar í ríkisrættarligu støðu Føroya, og tískil mugu sam- ráðingarnar vera lidnar tíðliga í heyst. Hetta vil uttan iva viðføra, at talan verður um rættuliga JÁKUP MØRK - Tað er í øllum førum eitt gleðiligt framstig. Hetta vóru fyrstu orðini hjá Jó- annes Eidesgaard, tá vit beint fyri døgurða í gjár kunnaðu hann um, at Landsstýrið fer at al- mannakunngera uppritið til uttanlandsnevndina. Fáa ikki hjálp Formaður Javnaðarfloks- ins segði seg tó framhald- andi vera misnøgdan við, at flokkarnir á tingið ikki kundu síggja uppritið, so- leiðis at teir betri kundu taka støðu til innihaldið í hesum. Hann finst eisini at, at teir serfrøðingar, sum utt- anlandsnevndin hevur at- gongd til, eru somu ser- frøðingar, sum hava verið í allari viðgerð Landsstýr- isins av fullveldismáli- num. At talan her er um embætisfólk, sum megin- partin av tíðini hava verið við í hesum arbeiði vil eftir hansara tykki við- føra, at hesir serfrøðingar vilja hava ein sterkan loy- alitet mótvegis ætlaninum hjá Landsstýrinum. Eitt nú hava vit ongan møguleika fyri at ráðføra okkum við teir serfrøð- ingar, sum vit nýttu, tá sjálvstýrisuppskot okkara varð smíðað. Ósaklig samanbering Jóannes Eidesgaard metir annars, at tað er ein ósak- lig samanbering, tá Landsstýrið nýtir handfar- anina av undirgrundar- marknaðarmálinum sum grundgevingar fyri, at sjálvstýrismálið verður handfarið í trúnaði. Tær ferðirnar var støð- an ein heilt onnur, tí tá var eingin ivi um, at tað var ein samlað tjóð, sum stóð aftan fyri samráðingarnar. Øll vildu vit jú hava sum mest úr undirgrundini og øll vildu vit hava so vítt- fevnandi fiskimark sum gjørligt. Hesu ferð er støðan ein heilt onnur. Ein helming- ur av fólkinum er ímóti ætlanum Landsstýrisins, og harumframt verða av- leiðingarnar fyri fólkið her á landi nógv størri, enn tær høvdu verið, um t. d. bretska markið var sett eitt vet longur norð- uri. Ikki ov skjótt Upp á spurningin, um tal- an kanska verður um stuttar samráðingar, nú Landsstýrið skal fáa eina avtalu innan nakrar fáar mánaðir, heldur Jóanes, at hetta er eingin trupulleiki. - Nú haldi eg teir skulu sleppa at royna seg, sigur Jóannes, sum leggur aft- urat, at tað hevði verið gleðiligt, um samráðing- arnar gingu skjótt. Eftir hansara tykki hev- ur hetta málið nýtt somik- ið stóran part av orkuni í landsins umsiting, og tí- skil hava onnur stórmál ligið á láni. - Tískil er tað av alstór- um týdningi, at ein niður- støða verður funnin í hes- um málið, soleiðis at vit eisini sleppa at arbeiða við øðrum málum, sum eisini hava stóran týdning, sigur Jóannes Eidesgaard at enda. intensar samráðingar, har tað ikki er rúmd fyri at spilla ov nógva tíð. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Hann legði tó dent á, at í fyrstu umførunum verða ikki allir smálutir fingnir upp á pláss, men at teir hinvegin fara at Stórt framstig Tað er eitt gleðiligt framstig, at Landsstýrið nú velur at almanna- kunngera uppritið, heldur Jóannes Eidesgaard, sum tó framhaldandi er misnøgdur við, at øll koritni ikki verða løgd á borðið Uppritið til kom- andi samráðing- arnar við danir frá Landsstýri- num til uttan- landsnevndina verður kortini al- mannakunngjørt, men ikki fyrr enn uttanlandsnevnd- in er liðug við viðgerðina av hesum samráðast um, undir hvørjum rammum eitt framtíðar samstarv við dan- ir skal byggja á. - Søgan endar ikki við samráðingunum við danir, segði Høgni Hoydal, tást- aðni byrjar hon. Anfinn Kallsberg, løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi í gjár. Mynd: Jens Kristian Vang Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins