leygardagur 12. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 30 - 12. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 30 - 12. februar 2000
Nýggj snið
- serlig dygd
Nýggj snið
- serlig dygd
Nýggj
røð
H75 B
430 Hvalvík - Tlf. 422394
O. K. HEILSØLA & MASKINUR
Fígging heilt niður í
3,75% rentu fæst
Ring og fá eitt maskinprát
tlf. 422394 - 284792 - fax 422395
Prísir við litmyndum
verða sendir kring
landið og til útlandið
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
í Danmark uttan eyka kostnað
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
Í nevndini sita Petur Olivar í Hoyvík, nevndarformaður í Ferðaráð Føroya, Marita
Danielsen, Flogfelag Føroya, Magni Arge, Atlantic Airways, Arnbjørg Sveinsdóttir,
Steinn Lárusson, Icelandair og Gunnar Sigurdsson.
Stuðul frá FITUR
Stuðul verður veittur innan hesi øki:
1.
Ferðavinnuútbúgving
2.
Samskipan av ferðum - "kombinationsturisme"
3.
Fólksligt millumlandasamstarv, sum gevur vitan innan
mentan, livihátt, vinnur v.m. Til dømis verður stuðul veittur
til:
• Ítróttafeløg
• Skúlar og útbúgvingarstøð (kunningarferðir)
• Vinnufeløg
• Mentunarfeløg
• Kommunal samstarvsfeløg
• Vinarbýir
• Hátíðarhald
4.
Samstarv millum flutningsfeløg
5.
Marknaðarføring innan ferðavinnu
Umsóknir skulu stílast á donskum ella enskum og sendast til:
Seinasta freist at søkja er 28. februar 2000.
FITUR
c/o Ferðaráð Føroya
Postsmoga 118
FO-110 Tórshavn
ella
FITUR
c/o Ferðamálsráð Íslands
Lækjsrgata 3
IS-101 Reykjavík, Ísland
FITUR er grunnur, sum veitir stuðul innan samstarvi millum Føroyar og Ísland,
ferðavinnuni at frama.
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666
JAN MÜLLER
Tingið samtykti hósdagin
við 3. viðgerð kolvetnis-
skattafyrisitingarlógina.
Uppskotið var samtykt utt-
an ta broyting, sum fíggj-
armálaráðharrin bað Fíggj-
arnevnd gera millum 2. og
3. viðgerð.
Orðaskiftið gjørdist ó-
vanliga drúgvt fyri eina 3.
viðgerð, og var tað ser-
stakliga andstøðutingmað-
urin Vilhelm Johannesen,
sum hevði orðið.
Tað var eftir 2. viðgerð,
at Bjarni Djurholm, formað-
ur í Fíggjarnevndini boðaði
frá, at hann hevði fingið eitt
skriv frá Karsten Hansen,
landsstýrismanni, og at
Fíggjarnevndin
fór
at
viðgera skrivið og møgu-
liga at koma við einum
broytingaruppskoti til 3.
viðgerð. Tá var tað, at løg-
tingsformaðurin gjørdi vart
við, at Fíggjarnevndin kann
ikki sum nevnd koma við
einum broytingaruppskoti,
tí málið var ikki í nevndini
longur men var lagt fyri
tingið. Harfyri kundu fíggj-
arnevndarlimirnir sum løg-
tingslimir koma við einum
broytingaruppskoti.
Fíggjarnevndin
hevði
síðani fund um málið, og
har var semja um ikki at seta
nakað broytingaruppskot
fram.
Brævið, sum kom frá
landsstýrismanninum og
sum fekk ávísar tingmenn
at taka orðið undir 3. við-
gerð, var eitt ynski um at
fáa við í lógina, at oljufeløg,
sum skulu hava ábyrgdina
av, at undirarbeiðstakarar
teirra gjalda skatt til lands-
kassan, samtíðis sleppa at
draga hesar útreiðslur frá í
skattinum. Í brævinum frá
fíggjarmálaráðharranum
stendur m.a.:
„Í upprunaliga uppskot-
inum stóð í grein 13, stk. 2,
at skattakrøv, ið loyvishav-
ari ábyrgist fyri, skulu ikki
kunna dragast frá tí skatt-
skyldugu inntøkuni. Hetta
uppskotið varð sent olju-
feløgunum til hoyringar og
mælt verður harðliga frá
hesum. Fíggjármálastýrið
tók svar teirra til eftirtektar
og strikaði grein 13, stk. 2 í
uppskotinum, sum varð lagt
fyri tingið“.
Síðani hendir tað tó, at
Fíggjarnevndin kemur við
einum broytingaruppskoti,
har henda grein verður sett
inn aftur um, at skattakrøv,
sum loyvishavari ábyrgist
fyri, skulu ikki kunna drag-
ast frá, tá skatturin verður
útroknaður.
Óvanlig mannagongd
Tað var serstakliga Vilhelm
Johannesen
úr
Javn-
aðarflokkinum, sum hevði
orðið undir 3. viðgerð og
mótmælti hann harðliga
framferðarháttinum
hjá
Fíggjarmálastýrinum. Hann
vísti m.a. á ta eftir hansara
meting óvanligu manna-
gongd, at eitt skattalógar-
uppskot verður sent til um-
mælis hjá tí, sum skal gjalda
skatt, í hesum føri hjá olju-
feløgunum, og at úttalilsini
hjá hesum feløgum síðani
verða tikin til eftirtektar.
-Nær fara vit at senda
skattalógir til ummælis hjá
Palleba. Sleppur hann at
ummæla skattalógina, áðr-
enn hon verður sett í gildi
og siga, hvussu hann vil
verða skattaður og hvat
hann vil sleppa at draga frá
spurdi tingmaðurin og legði
aftrat, at hetta hevur ikki
verið vanligur siður.
Vilhelm Johannesen var
rættiliga bersøgin og dróg
ymsar paralellir til hetta
uppskotið. -Løgtingið skal
ikki leggja seg út í, hvar ein
oljuútgerðarhavn skal vera,
vit skulu ikki hava nakað
føroyskt
landsoljufelag,
heldur ikki taka upp optión,
sum treytar okkum, at vit
seinni kunnu koma inn við
einum føroyskum lands-
oljufelag, og nú kemur so
hetta aftrat, at skattalógin
skal sendast til ummælis hjá
oljufeløgunum.
Vilhelm
Johannesen
segði, at fyri seg tyktist tað
sum um, at tað eru olju-
feløgini, sum hava evsta
vald í hesum spurningum. -
Klára vit ikki at umsita
oljuríkiðdømi frægari enn
hetta málið bendir á, so
skulu vit lata oljuna liggja
til okkurt annað ættarlið, nú
alt bendir á, at vit lata olju-
feløgini ráða. Vilja oljufel-
øgini ikki ganga undir tær
treytir, sum vit seta, so
kunnu vit bara lata hana
liggja segði Vilhelm Jo-
hannesen.
Tað sjáldsama hendi und-
ir viðgerðina, at hon varð
stegðað og útsett eina løtu,
tí landsstýrismaðurin ikki
var til steðar í salinum. Tá
hann kom í tingið varð við-
gerðin uppafturtikin og
tingmenn endurtóku tað teir
longu høvdu borið fram.
Karsten Hansen legði fram
sína frágreiðing.
Púra vanligt við
hoyring
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður helt einki løgið
vera í at koyra slík mál til
hoyring hjá eitt nú oljufel-
øgunum. Tað er vanlig
mannagongd at koyra mál
til hoyring her heima eisini
vísti hann á. Hann greiddi
annars frá, at tað var ikki
bert henda eina greinin, sum
var farin til hoyring hjá olju-
feløgunum, men øll lógin
sum heild. Hóast Fíggjar-
málastýrið fekk viðmerk-
ingar til fleiri greinar, so var
tað bert í onkrum einstøkum
føri, at man hevði tikið
hesar til eftirtektar.
Hann vísti á, at feløgini
vóru ikki fegin um at skula
ábyrgdast at gjalda skatt fyri
undirarbeiðstakarar, sum
ikki hildu sínar skyldur.
Hetta var tó ein treyt, sum
Fíggjarmálastýrið vildi hava
við og sum eisini var nógv
harðari
enn
í
øðrum
londum. Men Fíggjarmála-
stýrið metti kortini, at tað
var kanska ikki rímuligt at
seta so harðar treytir og ikki
loyva feløgunum at kunna
draga útreiðslur, sum man
hevði av øðrum, frá í enda-
Oljufeløg ábyrgd av
skattinum hjá øðrum
Oljufeløg, sum arbeiða á føroyskum øki, skulu sjálvi gjalda skatt fyri tær
fyritøkur, sum arbeiða fyri oljufeløgini, um hesar ikki megna at halda
skyldur sínar mótvegis landskassanum Hetta samtykti tingið hósdagin.
Eitt ynski frá oljufeløgunum og Fíggjarmálastýrinum um, at oljufeløg
skulu sleppa at draga hesar útreiðslur frá í skattinum, varð tó vrakað av
tinginum.
liga skattinum.
-Men meinar tingið, at tað
er rætt, at oljufeløgini ikki
skulu sleppa at draga hesar
møguligu útreiðslur frá, so
er tað rætt segði landsstýr-
ismaðurin. Eisini landsstýr-
ismaðurin í oljumálum
hevði orðið. Hann vísti
eisini á, at tingið hevur sein-
asta orðið og metti annars
ikki, at hetta fór at styggja
nakað oljufelag burtur.
Endin varð, at upp-
runaliga uppskotið varð
samtykt sum við 2. viðgerð.
Útbjóðing letur upp
17. februar
Nú er so bert eftir at sam-
tykkja uppskotið um ser-
skatt, so er allur oljupakkin
farin gjøgnum tingið. 2.
viðgerð av serskattinum
verður helst tíðliga í næstu
viku, soleiðis, at allur olju-
pakkin kann verða endaliga
góðkendur av løgtinginum
miðskeiðis ella seint í næstu
viku.
Hjá Oljumálastýrinum
verður annars upplýst, at 1.
útbjóðing á føroyska land-
grunninum letur alment upp
17. februar og letur aftur 17.
mai. Tvs. at oljufeløgini
hava tríggjar mánaðir til at
koma fyrireika umsóknir
sínar. Stóri spurningurin er
so, um tann seinking, sum
hevur verið í hesum máli,
ger, at fyrsta boringin á
føroyska landgrunninum
ikki verður fyrr enn í ár
2002. Men enn bendir tað
so á, at oljufeløg vilja royna
at seta á í 2001 - men tað
veldst so alt um, hvussu
nógv er liðið út á árið.
Karsten Hansen,
landsstýrimaður
Vilhelm Johannesen,
tingmaður úr
Javnaðarflokkinum setir
spurnatekin við, um tað
eru vit ella oljufeløgini,
sum bestemma útviklingin