leygardagur 12. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 30 - 12. februar 2000
Leygardagur 12. februar 2000
Tann størsti heiðurin
HEIÐUR. Føroyski filmurin
Bye Bye Blue Bird vann
stórfingna virðisløn á virda
filmsfestivalinum í Rotterdam
sunnudagin.Hetta er fyrstu
ferð, at ein norðurlendskur
filmur vinnur hesa virðislønina
– Tað er ein lætti at sleppa undan fordómunum hjá dønum, tá eg eri á
filmsstevnum í Týsklandi og Hollandi, sigur Katrin Ottarsdóttir. Filmurin
hjá henni, Bye Bye Blue Bird, er sæddur av færri enn 2000 dønum, men
hevur vunnið tvær altjóða virðislønir
Eyðun Klakstein
Eitt konufólk, sum seldi atgongumerki í
einum biografi í Keypmannahavn, ávaraði
fólki ímóti hesum føroyska filminum.
Danska Filmsinstituttið valdi aðrar dan-
skar filmar at umboða Danmark á films-
stevnuni í Rotterdam.
Men tá avtornaði, stóð føroyski filmurin
hjá Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye Blue
Bird, eftir sum tann stóri vinnarin.
Fyri fyrstu ferð fekk ein norðurlendskur
filmur tiltiknu VPRO Tiger Award, og
hetta hendi tá stevnan í Rotterdam varð
hildin fyri 29. ferð.
– Hetta er tann størsti heiðurin, eg nakr-
antíð havi fingið, sigur Katrin Ottarsdóttir,
sum eftir virðislønina mátti finna seg í
einum havi av blitsljósum, og at altjóða
bløð høvdu stóran áhuga fyri henni.
Okkurt um 2000 útlendskir gestir vóru á
filmsstevnuni, sum er tað størsta mentan-
artiltakið í Hollandi. Fleiri enn 300.000
fólk vóru og hugdi eftir filmum, sum
vórðu vístir á stevnuni, og ein av teimum
fáu filmunum, sum varð sýndur fyri fullum
sali øll kvøldini, var Bye Bye Blue Bird.
Púra paff
Umframt at nógvir filmar verða sýndir á
stevnuni, sleppa eisini nakrir teirra við í
kappingina um tær tríggjar virðislønirnar.
Ongin danskur filmur er enn sloppin við í
kappingina, og tí kom tað óvart á øll, at
Bye Bye Blue Bird var útnevndur til kapp-
ingina.
–6Eg var púra paff, tá eg fekk tað at vita,
og eg roknaði als ikki við, at filmurin
skuldi fara at vinna nakra heiðursløn. Men
eftir at eg hevði verið á stevnuni og sæð,
hvussu stórur áhugi var fyri filminum, og
hvussu væl fólki dámdi hann, fekk eg
(framhald á næstu síðu)
- Eg haldi, at mørkini er sera
greið. Vit skulu bjóða tað fram,
sum onnur ikki megna at fáa
hendaveg. Og okkum nýtist ikki
at leggja okkum eftir tí, sum
ítróttarhallirnar megna, sigur
Helga Hjörvar um leiklutin hjá
Norðurlandahúsinum
Markið
JÁKUP MØRK
Ikki færri enn seks hond-
bóltsdysir skulu leikast
hetta vikuskifti. StÍF stend-
ur ikki til at spæla nakran
dyst, og tískil eru tað eingir
dystir, sum skulu strikast úr
skránni.
Stríð um silvurmerkini
Hjá kvinnnunm verður fyr-
sti dysturin leygardagin, tá
bestu
kvinnuliðini
hjá
Neistanum og VÍF hittast
uppi á Hálsi. Í løtuni eru
hesi bæði liðini jøvn á øð-
rum og triðja plássi, men
VÍF hevur leikt ein dyst
minni.
Um os er, at Neistin
megnar at vinna henda dyst-
in, kunnu tær ota seg upp á
eitt annað pláss, og enn tá
hava ein dyst til góðar í mun
til liðini undir sær.
Teir báðar dystirnar í
grundspælinum vóru tað tó
vestmannagenturnar, ið vór-
u omaná, og vinna tær dyst-
in leygarkvøldið, kunnu tær
styrkja enn meira um støð-
una á stigatalvuni.
Lítið er at ivast í, at ein
møguligur tapari í dystinum
leygardagin fer aftur á
fjórða plássið í kappingini.
Nýkosnu steypavinnararnir
úr Kyndli er í løtuni tvey
stig aftan VÍF og Neistan,
og sunnudagin skulu tær so
royna seg móti Tjaldur. Enn
hevur Tjaldur einki stig
fingið hetta kappingarárið,
og alt annað enn ein greiður
kyndilssigur vildi verið ein
rimmar sensatión sunnu-
dagin. Møguleikin fyri hes-
um tykist tó fjarður.
Sunnudagin skal VB
royna at reisa seg eftir vón-
brotið í steypafinaluni, tá
tær á heimavølli fáa vitjan
av Stjørnuni. Á pappírinum
er einki at ivast í, at Stjørnan
er greiður favorittur undan
dystinum, men finnur VB
spælið frá finaluni fram aft-
ur, kunnu tær sanniliga geva
klaksvíksgentunum dygga
mótstøðu.
Stórdystur
leygardagin
Hjá monnunum verður talan
um bæði oddabrak og botn-
gysara hetta vikuskiftið.
Leygardagin tekur Neist-
in móti VÍF í einum dysti
sum kann fáa alstóran týd-
Megnar Neistin at reisa seg?
Hondbólturin um vikuskiftið: Tey bæði tapandi liðini í steypafinalunum skulu hvør í sínum lagi royna at basa odda-
liðunum hetta vikuskifti. Størsti spenningurin man helst vera um, hvørt Neistin megnar at reisa seg leygardagin
ning fyri leiklutin hjá havn-
arliðnum hetta kappingar-
árið. Eftir vónbrotið sein-
asta vikuskifti, er lítið at
ivast í, at Neistin nú satsar
alt upp á FM-heitið, men
spurningurin er hinvegin
eisini, um teir sinniliga eru
komnir nóg væl fyri seg.
Í løtuni liggur Neistin á
triðja plássi, tvey stig aftan
fyri VÍF og StÍF, men havn-
armenninir hava leikt ein
dyst minni enn tey bæði o-
vastu liðini.
Sunnudagin skal hitt
havnarliðið, steypavinna-
rarnir úr Kyndli, royna seg
móti Tjaldur. Eins og í
kvinnudystinum hjá somu
liðum, eru mannfólkini hjá
Kyndli greiðir favorittar
sunnudagin, og hava teir
fingið armarnar so nøkun-
lunda niður aftur eftir steyp-
asigurin, er einki at ivast í,
at stigini koma til høldar í
hesum dysti.
Í Vestmanna skulu tvey
av botnliðunum, KÍF og
H71 royna at skrykkja seg
leysan úr botninum. H71
hevur í løtuni fýra stig, og
megna teir at leggja tvey
afturat sunnudagin, verður
eitt andarúm upp á trý stig
niður til KÍF og Tjaldur.
Hinvegin kann KÍF við ein-
um sigri lyfta seg tvey pláss
upp, við tað at teir tá fara
fram við Hoyvíkingunum.
Rætting
Í hósdagsblaðnum skrivaðu
vit at Sophus Dahl Christ-
iansen nú skal taka sær av
kvinnuliðnum hja Kyndli. Í
hesi grein skrivaðu vit av
misgávum, at Bárður Jo-
hannesen hevði tikið sær av
liðnum, síðani Flemming
Raben fyrr í ár varð settur
frá sum venjari.
Hetta er sjálvsagt ikki
rætt. Sum vit eisini fyrr hav-
a skrivað, so bað Flemming
sjálvur um at verða loystur
frá teirri uppgávuni. Leið-
slan í Kyndli hevur gjørt
okkum varug við mistakið,
og biðja vit Flemming um
at orsaka okkum hetta mis-
takið.
Flemming hevur síðani tá
røkt fleiri uppgávur fyri
Kyndil, og er leiðsla felag-
sins væl nøgd við hetta sam-
starv, sum væntandi fer at
halda á fram í komandi
kappingarári.
SVEINUR TRÓNDARSON
Fýra dystir verða í meista-
radeildini í flogbólti um
vikuskiftið. Tveir í kvinnu-
deildini og tveir í mans-
deildini. Dysturin í mans-
deildini millum ÍF og Mjøl-
nir varð leiktur í gjárkvøl-
dið, tann millum TB og
Mjølnir í kvinnudeildini
verður leiktur sunnudagin.
Hinir báðir verða leiktir
leygardagin.
Í høllini í Trongisvági
hittast TB og Mjølnir. Hetta
er endurtøka av fyrsta dyst-
inum í ár, sum TB vann,
men síðani tá, hevur Mjøl-
nir vunnið tað, sum er at
vinna.
Í løtuni er støgan tann, at
Mjølnir er á fyrstaplássi við
13 stigum, trimum fleiri enn
TB, sum hevur 10 stig, men
fyri tíggju dystir. Ein færri
enn øll hini liðini. Tí hevur
dysturin móti meistarunum
úr Klaksvík ótrúliga nógv
at siga fyri TB. Ætla tær sær
gull, so skulu tær heilt ein-
falt vinna. Tá vera tær bert
tað eina stigið aftanfyri
Mjølnir og kunnu avgera
tað sjálvar, tá liðini hittast
seinni í hesum kappingar-
árinum. Ætlar TB sær hin-
vegin silvuri er ein sigur
ikki at forakta nú, tí so er
TB trý stig frammanfyri
Drátt á triðjaplássi.
Kortini fara vit at geva
Mjølnir heitið sum favoritt-
ar, og tað er av teirri orsøk,
at tær higartil í ár hava verið
so burtur av tað sterkasta
liðið.
Hin dysturin í kvinnu-
deildini verður leiktur á
Kambsdali, har Dráttur vit-
jar ÍF. Her eigur Dráttur at
vinna, men við ÍF veit mann
ongantíð rættuliga. Hava
tær ein góðan dag, kunnu
tær gera øllum hinum lið-
unum lívið súrt, og seinast
hesi bæði liðini hittust var
tað um reppið at ÍF vann.
Skal ÍF gera sær vónir at
faa Fleyr aftur í kappingini
um næstaftasta pláss skal
hesin dysturin vinnast. Hjá
Drátti er støðan tann sama,
tí skulu tær hava TB aftur í
kappingini um silvuri, so
skal hesin dysturin vinnast.
Berjast um
annaðplássi
Hjá monnunum spældu ÍF
og Mjølnir á KIambsdali í
gjárkvøldið. Sambært skrá-
nni skuldi hesin dystur verið
leiktur í dag, men hann varð
fluttur fram av ókendum or-
søkum. Seinast liðini spæl-
du á Kambsdali vann ÍF
heilt óvæntað dystin, og júst
tann ósigurin hevur gjørt sítt
til, at Mjølnir ikki kemur
longur enn at kappast um
annaðplássið í ár.
ÍF hevur hinvegin nakað
at vísa, tí fyri viku síðani
vunnu teir útsetta dystin
móti SÍ og vinna teir henda
dystin lata teir sørvingum
niðasta pláss í kappingini.
Fuglfirðingar kunnu spæla
væl, men vit meta ikki, at
teir koppa Mjølnir um viku-
skiftið.
Seinasti dysturin um vi-
kuskiftið verður á Eystur-
skúlanum klokkan 15.00.
Hesin dystur er millum
Fram og SÍ og er eins týd-
ningarmikil fyri hesi bæði
liðini. Fram kappast um
annaðplássið og skal vinna,
og SÍ berjist fyri at sleppa
undan aftasta plássi.
Eftir styrkini nú, fara vit
at loyva okkum at siga, at
tað verður Fram sum vinnur
dystin, tí tað hevur gingið
SÍ illa í hond í seinastuni.
Tá liðini hittust í Eystur-
skúlanum seinast, tók SÍ
Fram á bóli og vann tann
dystin. Móti spælinum kan-
ska, men kortini.
Nú fáa Framleikararnir so
høvið til at siga takk fyri
seinast og tað rokna vit við
at teir gera. Alt í alt eitt
vikuskiftið við møguleika
fyri góðum
flogbólti
Týðandi dystur fyri TB
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 Stjørnan3
3 - 0 - 0
369
284
85
15
2 VÍF
4
2 - 0 - 2
356
319
37
11
3 Neistin 3
3 - 0 - 0
278
266
12
11
4 Kyndil 3
1 - 0 - 2
308
274
34
9
5 VB
3
1 - 0 - 2
324
333
-9
6
6 Tjaldur 4
0 - 0 - 4
247
406
-159
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VÍF
5
4 - 0 - 1
497
393
104
19
2 StÍF
5
4 - 0 - 1
498
427
71
19
3 Neistin 4
4 - 0 - 0
482
405
77
17
4 Kyndil 5
3 - 0 - 2
474
420
54
13
5 H71
5
1 - 0 - 4
406
482
-76
4
6 Tjaldur 5
0 - 0 - 5
417
526
-109
3
7 KÍF
5
1 - 0 - 4
375
496
-121
3
Støðan undan vikuskiftinum
1. deild kvinnur
1. deild menn
Flogbóltur: Skal TB gera sær nakrar vónir um meistaraheitið, so skulu tær vinna dystin móti Mjølnir um vikuskiftið.
Vinnur Mjølnir er meistaraheitið avgreitt
Lesið alt um ítróttin um
vikuskiftið í týsdags-
blaðnum ella á:
www.sosialurin.fo
Megnar TB at basa klaksvíksgentunum enn eina ferð,
ella verður longu nú staðfest, at Mjølnir er Føroya-
meistari?