leygardagur 12. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 30 – 12. februar 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Vegna forfall er teigurin »Eg meini tað« ikki
vð í 2‘aranum hesaferð.
Eyðun Klakstein
Møguleikarnir fyri at brúka alnetið eru markleysir,
og nú bjóðar eitt danskt felag eina nýggja tænastu
fram.
Á www.mindesiden.dk kunnu avvarðandi seta ein
gravstein yvir tey, sum eru farin. Møguleiki er at
leggja myndir, minningarorð og upplýsingar um tey,
sum eru farin, á síðuna hjá felagnum av Fjóni.
Fyri tveimum vikum síðani greiddu vit frá, at tað
bar til at keypa njósnaramyndir yvir alnetið, men
hesin nýggi møguleiki er bara ein av fleiri merkis-
verdum tiltøkum.
Vanligu kirkjugarðarnir røkka ikki langt út í heim,
men tað ger alnetið, og framyvir verður tað kanska
líka lætt hjá onkrum skyldfólki í útheiminum at
minnast onkran yvir alnetið, sum tað er hjá teimum,
sum standa á kirkjugarðinum heima í Føroyum.
- Tað er nógv at hugsa um í sambandi við deyða
og jarðarferð, men tað øll viðurskifti eru fingin upp
á pláss, eru tað ofta minni, sum tey avvarðandi vilja
hava fram, og tað er við hesum í huga, at minde-
siden.dk bjóðar seg fram.
Soleiðis verður grundgivið fyri tiltakinum á heim-
asíðuni hjá mindesiden.dk
- Tað kann helst tykjast løgið fyri mong at fáa
gera eina minnisíðu á alnetinum, men hetta er bara
ein nýggjur miðil, líka sum bløðini einaferð vóru
tað, siga fólkini aftanfyri heimasíðuna.
Ein møguleiki afturat
Mindesiden.dk sigur seg bjóða fram møguleikan við
virðing fyri teimum, sum eru farin, og fyri at av-
varðandi kunnu lata minnini livað á alnetinum.
Ein minningarorð ella ein tøkk í einum blaði er
horvin dagin eftir, at tað hevur verið á prenti, með-
an mindesiden.dk sigur seg kunna bjóða fólki pláss
á teirra síðu fyri alla tíð - og í hvussu so er 20 ár,
sjálvt um fyritøkan skuldi givist.
Tað kostar góðar 1000 krónur at fáa sær eina síðu
hjá donsku fyritøkuni, og síðani eru eykagjøld alt
eftir hvussu umfatandi síðan skal verða við mynd-
um og teksti.
Fyritøkan heldur, at hetta er ein nýggjur møgu-
leiki afturat gravsteinum á kirkjugørðum, og annars
skulu hesi ikki samanlíknast. Alnetið kann tryggja
komandi ættarliðum minni um skyldfólk, tey ongan-
tíð kendu, og tað heldur fyritøkan á Fjóni verða ein
vakran tanka.
Tað er tað ivaleyst eisini - www í friði.
Gravsteinur
á alnetinum
ALNETIÐ. Eitt danskt felag bjóð-
ar nú avvarðandi at seta ein grav-
stein yvir teirra kæru á alnetinum
Bye Bye Blue Bird vann sunnudagin eina virðisløn á altjóða filmsstevnu í Hollandi. –;Hetta er størsti heiður,
eg nakrantíð havi fingið, sigur Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri
varhugan av, at okkurt
kundi verða ávegis, greið-
ir Katrin Ottarsdóttir frá.
– Eg fór heim til Dan-
markar, eftir at eg hevði
verið á stevnuni í nakrar
dagar, men kvøldið fyri,
at virðislønirnar skuldu
handast, varð eg uppringd
av fyrireikarunum, sum
bóðu meg koma til hand-
anina. Og tá fekk eg
fyrsta ítøkiliga teknið um,
at kanska var ein virðis-
løn í luftini.
Og soleiðis var eisini, tí
saman við einum kines-
iskum og einum argen-
tinskum filmi, fekk Bye
Bye Blue Bird eina av
teimum tignarligu virðis-
lønunum. Saman við
henni fylgir eisini sjón-
varps- og biografsýning í
Hollandi.
Maðurin úr Mannheim
Danska Filmsinstituttið
sendi fýra danskar filmar
við til stevnuna í Rotter-
dam, men Bye Bye Blue
Bird var ikki ein teirra.
Á eini filmstevnu í
Mannheim møtti Katrin
einum manni, sum hevði
samband við stevnuna í
Rotterdam. Hann bæð um
eitt eintak av filminum,
sum fekk sera góða um-
talu á hesi stevnu.
– Eg hugsaði ikki meira
um hetta, og tí kom tað
óvart á meg, at filmurin
knappliga var við í kapp-
ingini á stevnuni í Rotter-
dam, sigur Katrin Ottars-
dóttir.
Í grundgevingini fyri at
lata virðislønina verður
sagt, at Bye Bye Blue
Bird er ein hjartaheitur
filmur við einum serligum
brúki av litum og pall-
myndum, og hetta ger
hann til eina sanna njóting.
Filmsstevnan í Rotter-
dam heldur sína fremstu
uppgávu vera at geva
sjálvstøðugum filmsskap-
arum møguleikan at náa
eini størri fjøld, enn teir
gera í heimlandinum.
Danskir fordómar
Filmurin hjá Katrini
Ottarsdóttir fekk vánaliga
móttøku í Danmark, hóast
danska filmsinstituttið
hevur fíggjað ein stóran
part av filminum.
Ein týðandi orsøk til
hetta er, at pengarnir, sum
Bye Bye Blue Bird hevði
at føra seg fram við, vóru
ikki í námind av teimum
upphæddum, sum aðrir
filmar hava til PR-ætlan-
ina.
– Tað ræður um at rópa
hart, tá tú skalt hava fólk
at geva einum filmi gætur,
og við okkara 100.000
krónum høvdu vit avmark-
aðar møguleikar at gera
reklamu fyri filminum,
sigur Katrin Ottarsdóttir.
Eina viku eftir at føroy-
ski filmurin varð frum-
sýndur í Danmark, kom
danski filmurin Bleeder út,
og hann brúkti eina millión
krónur til lýsingar.
Ein onnur frágreiðing til
vánaligu undirtøkuni í
Danmark, heldur Katrin,
eru donsku fordómarnir
mótvegis Føroyum.
– Tað hevur ligið í bil-
buktini, at hesin filmurin
var føroyskur, og eg havi
hoyrt frá fólki, sum skuldu
til filmin í Keypmannhavn,
at daman í billettsøluni
ávaraði ímóti, at filmurin
var altso føroyskur, og tað
var føroysk tala. Hon
líkasum ávaraði fólki
ímóti filminum, sigur
Katrin Ottarsdóttir.
– Tað er ein øðiligur
lætti at sleppa undan teim-
um donsku fordómunum,
tá eg eri á filmsstevnum í
Týsklandi og Hollandil.
Har eru tey veruliga áhug-
að í okkara landi og halda
filmin verða spennandi.
Tað sæst eisini aftur í, at
virðislønin í Hollandi er
tann næsta, sum Bye Bye
Blue Bird fær. Hin fyrra
var á eini norðurlendskari
og baltiskari stevnu í Lü-
beck.
Katrin Ottarsdóttir vónar
nú, at filmurin hjá henni
kann verða seldur til onn-
ur lond, eftir at hollendska
virðislønin varð latin hon-
um.
Ikki føroyskt næstu ferð
Katrin Ottarsdóttir er farin
undir fyrireikingarnar til
ein nýggjan film. Hon skal
fyrst skaffa pengarnar,
sum skulu til fyri at gera
hugskotið til veruleika, og
tað verður helst lættari
eftir virðislønina í Rotter-
dam, hóast tað eingin
trygd er fyri, at hon finnur
fíggingina.
Næsti filmurin hjá henni
verður ikki á føroyskum,
men helst á enskum.
– Næsti filmurin kann
ganga fyri seg í einum og
hvørjum europeiskum
stórbýi, har gamlir býar-
partar eru, og tí havi eg
ikki lagt meg eftir nøkrum
ávísum landi ella býi. Tað
veldst um hvør vil fíggja
filmin, sigur Katrin
Ottarsdóttir.
Enn er filmurin bert eitt
hugskot um eina leik-
gongd, og tá fígging er
funnin skal leikritið skriv-
ast, og síðani skal gongd
setast á aðrar fyrireikingar
og upptøkur. Tí liggur
projektið nakað frammi í
tíðini.
Men til nýggi filmurin
verður veruleiki, kann
føroyski leikstjórin fegnast
um, at seinasti filmurin
fær rósur í útlandinum,
har danskir fordómar ikki
røkka.
Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir fekk vánaliga
móttøku í Danmark, men tað eru frágreiðingar til
tað
(framhald av forsíðuni)
Nr. 30 – 12. februar 2000
15
Tey ungu skulu royna seg
Seks ungir tónleikarar skulu fyri fyrstu ferð royna seg sum solistar saman við Føroya Symfoniorkestrið á eini konsert í Norðurlandahúsinum um tvær
vikur. Mynd: Jens Kristian Vang
TÓNLEIKUR. Í eini kapping millum 17 ungar tónleikarar, vunnu
seks teirra kjansin sum solistar hjá Føroya Symfoniorkestri
Eyðun Klakstein
Um tvær vikur skulu seks ungir
tónleikarar royna seg sum solist-
ar hjá Føroya Symfoniorkestri
fyri fyrstu ferð.
Talan er um tveir dreingir og
fýra gentur, og tey eru úr 14 og
upp í 18 ár. Tey hava fingið
kjansin, eftir at tey gjørdust
vinnarar í kapping millum 17
evnaríkar tónleikarar.
Hendan kappingin var í januar
mánaði, og 28. februar skulu tey
væntandi standa frammanfyri
fullum sali í Norðurlandahúsi-
num og spæla verk eftir millum
annað Mozart, Haydn og Vivaldi
við føroyska symfoniorkestri-
num í bakinum.
–Tað er eitt sindur undarligt
við kapping millum tónleikarar,
men vit vita eisini, at kapping
ofta hækkar um støðið, og tí
royna vit hetta tiltakið, sigur
Martin Mouritsen, sum er leiðari
av Føroya Musikkskúla.
–6Tað vóru nógvir dugnaligir
tónleikarar við í kappingini, og
fleiri enn hesir seks høvdu kunn-
að verið solistar, men nú fall
valið á hesi, og eg eri sannførd-
ur um, at tey fara at klára hesa
stóru uppgávuna. Tey hava øll
royndir í at framføra, hóast hetta
helst verður størsta avbjóðingin
hjá teimum higartil, sigur Martin
Mouritsen, sum eisini er fastur
dirigentur hjá Føroya Symfoni-
orkestri.
Stúrir fyri konsertini
Tað eru Føroya Symfoniorkestur
og Føroya Musikkskúli sum í
felag skipa fyri nýggja tiltaki-
num.
– Eitt av endamálunum hjá
Føroya Symfoniorkestri er at
geva framkomnum næmingum
møguleika at vera við í sym-
foniskum tónleiki og at venja og
spæla í størri høpi, sigur Føroya
Symfoniorkestur í einum tíð-
indaskrivi, sum sent er fjølmiðl-
unum.
– Í løtuni eru tað fleiri næm-
ingar, sum lúka krøvini fyri
hesum, og vit vóna, at tað verða
fleiri, sum við ídni fara at náa
hesum máli framyvir.
Í Føroya Symfoniorkestri, sum
varð stovnað í 1983, eru fleiri
ungir tónleikarar, men tað er
ikki vanligt, at hesir eru solistar
hjá orkestrinum.
Ein av teimum, sum nú skal
royna seg, er 17 ára gamla
Guðny Næs.
– Hetta er ein spennandi av-
bjóðing, men eg eri stúri eitt
sindur fyri konsertini. Eg ætli
mær at venja nógv áðrenn fram-
førsluna, sigur hon.
Guðny spælir violin, og hon
skal spæla vøkru romansuna í F-
dur fyri violin og orkestur, sum
Ludvig van Beethoven hevur
skrivað.
–6Hetta er eitt pent og romant-
iskt stykki, og mær dámar tað
væl. Eg havi valt tað saman við
læraranum hjá mær, og eg rokni
við, at fólk kenna hesa romans-
una, sigur Guðny Næs.
Fínt við kapping
Marjun Heerup Olsen spælir
tvørfloytu, og hon fer 27. febr-
uar at spæla fyrsta sats úr kon-
sert fyri floytu og orkestur í G-
dur eftir Wolfgang Amadeus
Mozart.
– Hetta verður eitt stórt upp-
livilsi. Eg eri ikki vorðin nervøs
enn, men tað fer ivaleyst at
koma, tá konsertin nærkast. Nú
havi eg havt hálsbruna, og tí
havi eg ikki fingið vant seinastu
dagarnar, men eg ætli mær sjálv-
andi at venja nógv áðrenn kon-
sertina, sigur Marjun.
– Tað er fínt við kapping mill-
um tónleikarar, men eg haldi, at
tað er eitt sindur keðiligt at
kappast móti fólki, sum eg
kenni. Men tað er einki at ivast
í, at slík kapping fær okkum at
gera meira við tað.
Martin Mouritsen, leiðari av
Føroya Musikkskúla, leggur
dent á, at kapping er ikki enda-
mál við musikkskúlanum.
– Vit skulu hava eina breidd
og ein topp, og slíkt tiltak kann
verða við til at geva okkum
onkrar enn betri ungar tónleik-
arar, sigur hann. 1100 næmingar
kring alt landið eru í skipanini
hjá Føroya Musikkskúla.
Av teimum seks fólkunum,
sum nú skulu verða solistar, eru
fimm úr Havn, og tað er ikki
undarligt.
– Tað eru serliga fólkini í
høvuðsstaðnum, sum hava ambi-
tiónir við tónleikinum, sigur
Martin Mouritsen.
Fólkini og tónleikurin
Næsta vikuskiftið fara tey seks
ungfólkini at venja saman við
Føroya Symfoniorkestri, og um
tvær vikur er tað álvari, tá tey
fara á pallin í Norðurlandahúsi-
num.
14 ára gamli Johan Hentze,
sum spælir á trompet, fer at
spæla variasjónir yvir lagið Na-
poli eftir tónasetaran Hermann
Bellstedt.
Jón Festirstein, sum eisini er
14 ára gamal, spælir violin og
fer at framføra fyrsta sats úr
violinkonsert í a-moll eftir An-
tonio Vivaldi.
Guðny Næs er 17 ár, og hon
fer at spæla romansu í F-dur fyri
violin og orkestur eftir Ludvig
van Beethoven.
17 ára gamla Marjun Heerup
Olsen spælir tvørfloytu, og hon
skal spæla fyrsta satsin úr kon-
sert fyri floytu og orkestur í G-
dur eftir Wolfgang Amadeus
Mozart.
Kristina Dalsgarð, sum er 16
ára, spælir klaver, og hon fer at
spæla fyrsta satsin úr konsert
fyri floytu og orkestur eftir Jos-
eph Haydn.
Og seinasti tónleikarin er
Andrea á Dul Mortensen, sum er
18 ára gomul. Hon heldur fram
við 2. og 3. satsi úr somu kon-
sert í D-dur fyri klaver og or-
kestur eftir Joseph Haydn.
Konsertin verður sunnudagin
27. februar klokkan 16.00 í
Norðurlandahúsinum.