Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 68

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 30 - 12. februar 2007 Føroyingar í oljuvinnu Hilmar Simonsen HilmarS@setur.fo Hann sær beint yvir á hægsta fjallið í Evropa, 4.808 metra høga Mont Blanc, frá síni spildurnýggju skrivstovu í sveisiska bý­num Geneve. Har situr hann og telur saman ognir og oljugoymslur, sum liggja goymdar í undirgrundini og sum arbeiðsgevarin hjá sær, Lundin Petroleum, hevur framleiðslurættin yvir. Hóast Lundin Petroleum er svenskt, so hevur hetta oljufelagið høvuðssæti í Geneve, har grundleggjarin Adolf Lundin, sáli, valdi at lata virksemið ganga út frá. Hetta komst millum annað av, at Lundin gamli hevði tætt tilknýti til Sveis, at hetta vakra alpulandið er ’business-vinarligt’, mill­­um annað tí at skatta­ viðurskiftini eru betri enn aðrastaðni. Nú hann hevur starvast í hesum franskttalandi part­ inum av Sveis í gott eitt ár, hevur Teitur Poulsen lært seg nakrar glosur á fronskum, hóast hann ikki dugdi eitt orð í byrjanini. Manglandi fransktkunnleikin hevur tó ikki havt ávirkan á starvið sum búskaparfrøðingur hjá Lundin Petroleum, tí í oljuheiminum gongur at kalla alt samskifti fyri seg á enskum máli. Og enskt dugir Teitur út í fingra­ snipparnar, tí hann hevur bæði lisið og arbeitt í fleiri ár í Skotlandi. ’A fish out of water’ - Tá eg kom higar dugdi eg einki á fronskum, eg hevði aldri staðið á skíð fyrr, mær dámdi ikki ost, sum Sveis annars er so kent fyri, og harafturat er ment­anin nógv øðrvísi enn í Bretlandi fyri ikki at tala um enn í Føroyum. Eg var snøgt sagt ’a fish out of water’, heldur Teitur Poulsen sjálvspeirekandi fyri, tá eg hitti hann á Skype-telefonini nú eitt kvøldi. Men Sveis er eisini kent fyri sítt avbera góða reyðvín, og fyri líka sum at skunda undir aklimatiseringina, so hevur Teitur leskað sær á okkurt av teimum góðu vínsløgunum, tá hann annars hevur havt frí og kunnað skift oljutunnur út við víntunnur í sínum huga­ heimi. Hóast tað tykist glíða eins lætt fyri Teitur Poulsen í løtuni, sum skíðfjalar glíða eftir eini fjallasíðu, so var tað ikki bara sum at siga tað at fáa fótin fyri seg í oljuheiminum eftir loknan lestur í Aberdeen. - Tá eg var liðugur at lesa, søkti eg eina langa røð av størvum, men fekk eitt noktandi svar fyri og annað eftir, greiðir Teitur Poulsen frá. Men í 1999 var hann so heppin, at hann hitti Gra­ ham Stewart, núverandi for­ stjóra í Føroya Kolvetni, sum tá starvaðist hjá Dana Petroleum, og spurdi hann, um tað var møguligt at sleppa at royna seg hjá teim­um. Tað fekk hann játt­ andi svar upp á, og hetta starvið skuldi vísa seg at gerast lopfjølin hjá Teiti inn í tann stóra og máttmikla oljuheimin. - Árið frammanundan høvdu Graham Stewart og Nils Sørensen saman við øðrum sett Føroya Kol­vetni á stovn, sum tó í byrj­anini var eitt felag við avmarkaðum virksemi, tí felagið tá enn ikki hevði vunnið sær nakað leitingar- ella framleiðsluloyvi, greið­ ir Teitur Poulsen frá. Fekk sær royndir Føroya Kolvetni hevði ta fyrstu tíðina avtalu við Dana Petroleum, um ráð­ geving við tekniskum og fíggjarligum viðurskiftum, og her fekk Teitur ein gylt­ an møguleika at fáa sær royndir innan tað økið, sum hann var útbúgvin innan fyri. Men hann hevði ikki ar­beitt hjá Dana í meiri enn eitt ár, tá hann varð leigaður út sum arbeiðskraft til Aberdeen University of Petroleum Economics Consultants, stytt AUPEC, har hann fekk enn fleiri royndir innan sama øki. - Hetta var eitt gott høvi at menna seg sum bú­skap­ arfrøðingur innan olju­vinn­ una, men hetta var tíðar­ avmarkað, so eg fór aftur at arbeiða hjá Dana og Føroya Kolvetni, haðani eg var komin frá, heldur Teitur fyri. Hóast eingi leitiloyvir í byrjani, so øktist virksemið hjá Føroya Kolvetni í hvørj­ um, og eftir at felagið Føroyingur umsitur olju Stutt um Teitur • Havnarmaður, 32 ár. • Fór til Aberdeen at lesa búskaparfrøði sum 20 ára gamal. • Giftur Salminu og hava tey tveir synir, Pætur 11 ár og Rani 6 ár. • Starvast hjá svenska oljufelagnum Lundin Petroleum, sum hevur høvuðssæti í Geneve í Sveis. • Hevur gjørt stór framstig við skíðunum, síðani hann kom til hetta stórfingna »alpulandið«. FAKTA Teitur Poulsen frammanfyri nýggja høvuðssætið hjá Lundin Petroleum í Geneve í Sveis. Frá skrivstovu síni í hesum bygningi sær hann yvir á hægsta fjallið í Evropa, Mont Blanc, sum er 4.808 metrar høgt. Sum 20 ára gamal fór havnarmaðurin Teitur Poulsen til Aberdeen at lesa búskap. Í dag, 12 ár aftaná, arbeiðir hann í avbjóðandi starvi hjá svenska oljufelagnum Lundin Petroleum, sum hevur høvuðssæti í Sveis