Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-12, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2007síða 69

‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2007 33 milliardir í Sveis varð skrásett á alternativa virðirbrævamarknaðinum í London, AIM, tók virksmið veruliga dik á seg. Felagið tillutaði sær fleiri leitiloyvir í bretskum og føroyskum øki og hevur síðani økt munandi meiri um sítt virksemi við enn fleiri leitiloyvum í somu økjum umframt í norskum øki eisini. Head-huntaður til Sveis Nú ert tú so farin til Sveis at arbeiða hjá svenska fe­lag­num Lundin. Hvussu kom hetta í lag? - Tað var ígjøgnum AUPEC, har eg hevði ver­ ið útleigaður til framm­an­ undan. Lundin Petroleum setti seg í samband við AUPEC og spurdi, um tey kundu peika á onkran búskaparfrøðing, sum tey kundu brúka. Eg varð stillaður inn sum ein kandidatur, og tað endaði við, at eg fekk henda møgu­ leikan. Hvussu kendist tað? - Tað var við blandaðum kenslum, at eg fór frá Føroya Kolvetni, sum mær dámdi sera væl at arbeiða hjá. Kortini valdi eg, í samráð við familjuna, at taka við hesi nýggju avbjóðingini, tí okkurt segði mær, at um eg skuldi fáa møguleika at royna onnur ting, so var tíðin búgvin til tað, sigur Teitur Poulsen og leggur afturat: - Eg sigi sum sangskrivar­ in Kris Kristofferson: “eg vil heldur angra okkurt, eg havi gjørt enn angra okkurt, eg IKKI havi gjørt”. Hvørjar uppgávur hevur tú so hjá Lundin? - Eg bleiv settur sum bú­skaparfrøðingur hjá fe­lag­num. Og hetta snýr seg um alt frá at virðismeta ognir hjá felagnum, so at ognirnar standa mát við dagsins virðir, til at virðis­ meta íløgur í nýggjar ognir. Eisini sovorðið sum at rokna út, um tað er ráðiligt at fara undir at bora nýggjar brunnar. Og hann heldur fram: - Tað er umráðandi, at oljugoymslurnar hjá felag­ num, sum verða virðismettir á hvørjum ári, standa seg tøkniliga og búskaparliga, so vissa er um, hvørt tað er grundarlag fyri at fara undir framleiðslu. Men tingini standa ikki í stað, og Teitur hevur longu tikið við nýggjum avbjóðingum hjá Lundin Petroleum. Ein føroyingur afturat á veg Sum tingini hava ment seg, so hevur Teitur fingið nýggjar uppgávur hjá Lund­ in Petroleum. Hann er fluttur í nýtt starv og hetta merkir, at ’gamla’ starvið var tøkt hjá Lundin Petroleum, men er nú vorðið sett av einum øðrum føroyingi. Um tað er tí, at leiðslan í Lundin hevur fingið góðar royndir av føroyingum, takk­að verið avrikunum hjá Teiti, skulu vit ikki taka dagar ímillum, men í øllum førum hevur ein annar før­ oyingur, Tummas Pauli Mýri, fingið hetta starvið hjá Lundin í Sveis. Tummast Pauli Mýri, sum hevur royndir frá olju­ vinnuni í Føroyum, har hann millum annað hevur starvast hjá BP, fer til Sveis um hálvan mars at arbeiða saman við Teituri Poulsen og hinum starvsfólkunum hjá Lundin í Geneve. At tveir føroyingar fara at arbeiða hjá einum altjóða oljufelagi, sum hevur eitt marknaðarvirði á meiri enn 20 milliardir krónur, má sigast at vera sera áhuga­ vert. Tummas Pauli Mýri starv­ ast í løtuni í fíggjardeildini hjá Føroya Banka. Kunna leiðslu og íleggjarar Har starvið hjá Teiti í Lund­ in higartil í stóran mun hevur snúð seg um at gera eftirmetingar av verandi ognum, umframt virðis­ met­ingar av nýggjum, so liggja nýggjar uppgávur á borðinum nú. Teitur er nú vorðin so­­ kallaður ”Corporate Plann­ er” hjá Lundin Petrol­eum. - Leikluturin hjá mær er framvegis at taka støði í verandi og nýggjum ognum, men umframt hetta áliggur tað mær eisini at kunna leiðslu felagsins um hvat ”reaserch analysts” skriva um Lundin Petroleum og at síggja til at fortreytirnar ið ”research analysts” brúka til at rokna virðið á felagnum eru í tráð við tær almennu upplýsningarnar ið felagið hevur veitt marknaðinum. Funktiónin hjá ”research analysts” er at ráðgeva møguligum íleggjarum, van­ liga fíggjarligum i­nsti­tu­tión­ um, hvørt tað er ein skila­ góð íløga at keypa parta­ brøv í Lundin Petroleum. Í stuttum so skal eg halda eyga við, at tøl og metingar eru røtt, greiðir Teitur frá. Orsakað av hesum nýggju uppgávunum hjá Teiti skuldi onkur setast í staðin fyri hann at røkja verandi uppgávur, og tað er í hesum sambandi at Tummas Pauli Mýri er kom­ in inn í myndina. Teitur vísti leiðsluni í Lundin á Tummas Paula sum ein kandidat til bú­skap­ arstarvið, og tað tók henni ikki langa tíð at koma ásamt við Tummas Paula um starvsetanina. - Politikkurin hjá Lundin er, at tá eitt nýtt starv er leyst, so verða verandi starvs­fólk spurd, um tey kenna onkran skikkaðan persón at seta. Eg kundi so­statt peika á Tummas Paula, men fyri tað var einki givið upp á forhond, og Tummas Pauli mátti sjálvur í samtalu sannføra tey um sín dugnaskap, greið­ir Teitur Poulsen frá. Har sólin altíð sær Sveis er annars kent fyri sína vøkru og stórslignu náttúru, har umstøðurnar fyri at standa á skíð skara framúr alt ári á tamb. Vit spyrja tí loksnins Teit, um hann tekur skíðirnar fram viðhvørt: - Jú, eg taki tær fram av og á. Tað er kanska í so nógv sagt, at eg havi lært meg at standa á skíð, men eg geri spakuliga framstig – oman kemur man so altið - sigur Teitur Poulsen at enda í samrøðu við Sosialin. Føroyar kundu verið meiri lokkandi fyri oljufeløg Hóast langt úr landi skotin so eygleiðir Teitur Poulsen eisini gongdina í føroysku oljuvinnuni. Hann heldur, at umráðandi er at fáa fatur á meiri vitan, um verulig gongd skal koma á føroyska oljuvinnu. - Tað er framvegis sera lítil vitan fingin til vega um føroysku undirgrundina. Tað eru bert 5 brunnar boraðir enn, og um vit samanbera við til dømis Noregi, so eru fleiri enn 1000 leitibrunnar boraðir har meðan vestan fyri Hetland bretsku megin eru yvir 200 leitibrunnar boraðir, vísir hann á. Strong trygdarkrøv Hann vísir eisini á, at hóast oljufeløg hava áhuga í at bora, so er hetta ikki so lætt kortini, tí torført er at fáa fatur á boripallum at bora í føroyskum øki. - Trygdarkrøvini í Føroyum eru sera strong. Bretsk­ ir boripallar kunnu ikki pr. automatikk nýtast í Føroyum, tí føroysku trygdarkrøvini eru strangari enn í Bretlandi. Spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so strong krøv í Føroyum, heldur Teitur Poulsen. Hann heldur tað vera vert at umhugsa, at tá boripallar eru nóg tryggir at nýta í bretskum øki, um teir so ikki eru tað í føroyskum øki eisini. - Kanska gera vit okkum eina bjarnatænastu við at seta so strong krøv. Seinast borað var í Føroyum, mátti bori­pallurin heintast heim líka úr Brasil, hóast at aðrir boripallar, ið ikki luku tey føroysku trygdarkrøvini, men sum reint tøkniliga kundu havt borað brunnin, lógu beint hinumegin markið i bretskum øki, vísir Teitur Poulsen á. Eisini skattaskipanin forðar Ein onnur forðing fyri at fáa meiri gongd á føroyska oljuvinnu heldur Teitur vera skattaskipanina, ið ikki er nóg lokkandi. Marginalskatturin í Føroyum fyri oljuinntøkur er ov høgur samanborið við onnur jomfrúulig økir. Gamaní er skattaskipanin líka góð ella betri enn tann norska og tann bretska, men sum eitt jomfrúuligt øki í oljuhøpi eigur størri munur at vera á, heldur Teitur. Hann heldur tað vera rætt at broyta tey viðurskifti, sum føroyingar kunnu broyta rætta vegin. Til ber ikki at broyta tey náttúrugivnu viðurskiftini, sum jarðfrøði og veðurlag, men til ber at broyta vinnulig og samfelagslig viðurskifti, so tað gerst meiri lokkandi fyri oljufeløg at koma hendanvegin. - Onkur burdi spurt seg sjálvan, hví tað ikki er meiri ferð á leitivirkseminum í Føroyum enn tað sama við hesum høgu oljuprísunum, sigur Teitur Poulsen at enda. Teitur framman fyri modelli av framleiðslu-, goymslu-, og ídnaðarskipinum Alvheim FPSO. Tað er í vinnu í einum øki í Noregi, sum Lundin Petroleum eigur 15 pst. í. Økið verður í løtuni útbygt og kemur eftir ætlan at framleiða í summar. Tummast Pauli Mýri, sum hevur royndir frá oljuvinnuni í Føroyum, har hann millum annað hevur starvast hjá BP, fer til Sveis um hálvan mars at arbeiða saman við Teituri Poulsen og hinum starvsfólkunum hjá Lundin í Geneve