mánadagur 12. februar 2007síða 70
‹ fyrra síða allar 144 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 30 - 12. februar 2007
OLJA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Runavík vann kappingin um
útgerðarhavnina fyri 6 árum
síðani. Nú seks ár seinni
verður enn satsa nógv uppá
at fáa ein oljumiðdepil á
Skálafjørðinum.
Hans Jacob Lamhauge
er borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu.
– Tað hava verið nakrar
boringar undir Føroyum.
Allar eru so gingnar út frá
havnini í Runavík. Tað hevur
verið eitt sindur óstøðugt,
og virksemið hevur mest
verið um summarið, sigur
Hans Jacob.
Hesi seks árini hava tó
gingið væl, og teir hava
havt gott samstarv við stóru
oljufeløgini.
– Vit hava einans fingið
positivar
afturmeldingar
frá oljufeløgunum. Vit fáa
vitjan av BP í heyst, og
aftaná teirra royndarboring
er sáttmálin útgingin. Tá
verður avbjóðingin so at
fáa eina nýggja avtalu, sig
ur hann.
– Nú hava vit verið við
í leitifasuni, og vit droyma
um at finna olju. Vit hava
tað eisini við í býarætlanini
á bæði eystara og vestara
armi, sigur Hans Jacob.
Høvuðsdepilin í einari
møguligari oljuvinnu verð
ur helst millum Skála og
Skálafjørð.
– Økið millum Skála og
Skálafjørð er væl egnað. Har
eru eingin hús nærhendis,
og tí verður eingin órógv
aður av larmi. Tað er eisini
sentralt, og tað liggur tætt
við skipasmiðjuna, sigur
borgarstjórin.
Vaksandi áhugi fyri
grundstykkjum
Býráðið hevur tó ikki satsa
so nógv uppá oljuna, at tað
gevur bakkast, um eingin
olja er.
– Vit hava ongar pengar
sett í tað. Vit hava einans lagt
upp fyri einari møguligari
oljuvinnu í býarætlanini.
Vit vilja fegin, at hon skal
vera á Skálafjørðinum.
Skálafjørðurin hevur rætti
liga verið í miðdepilinum
og við einari útgerðarhavn
og undirsjóvartunnili kann
ímyndast, at tað gerst eitt
valdsøki í Føroyum, sum
fer at kappast við høvuðs
staðin. Tey merkja eisini,
at tað er stórur áhugi fyri
grundstykkjum í Runavíkar
Kommunu
– Vit hava rættiliga nógv
ar umsóknir. Tað vísir seg,
at ansingarplássini mugu
fylgja við grundstykkj
unum. Fólk søkja ikki um
grundstykki, um tey ikki
fáa ansingarpláss. Tá ið
vit komu út við, at keldan
verður nýtt til barnaansing,
komu fleiri umsóknir um
grundstykki longu dagin
eftir, sigur Hans Jacob.
Umsitingin í Havn
Hans Jacob vísir á, at alt
umsitingarligt arbeiði endar
í Havn.
– Eg vænti, at tað verð
ur nógv virksemi fyri
handverkarar her, men tað
vísir seg, at umsitingarligt
arbeiði endar í Havn. Tað
nýtist hon ikki. Partar av
umsitingini skal eisini leggj
ast út til onnur øki. Tað er
tó torført at bróta ein slíkan
sirkul, men summi øki
kunnu útdelegerast, sigur
Hans Jacob, sum heldur, at
Skálafjørðurin og Torshavn
kappast ov nógv til tíðir.
– Vit brúka kansak ikki
tilfeingið nóg efektivt, tá ið
vit nýta so nógva orku til
at kappast.Vit undirsjóvar
tunnilinum verða økini enn
tættari knýtt saman, og tá
ímyndi eg mær, at vit fara at
arbeiða betri saman, sigur
Hans Jacob Lamhauge at
enda.
Borgarstjórin um oljuvirksemið
– Høvuðsøkið verður millum
Skála og Skálafjørð
Borgarstjórin í Runa
víkar Kommunu,
Hans Jacob Lam
hauge, vónar at
Skálafjørðurin verður
miðdepil fyri virk
seminum í samband
við oljuvinnuna.
Hann væntar, at
høvuðsøkið fer at
liggja millum Skála
og Skálafjørð, tí at tað
liggur sentralt, burtur
frá húsum og er tætt
við skipasmiðjuna
- Nú hava vit verið við í leitifasuni, og vit droyma um at finna olju. Vit hava tað eisini við í býarætlanini á bæði eystara og vestara armi, sigur Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu
Mynd: Høgni Thomsen