Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 9. februar 2001 25 24 Nr. 28 - 9. februar 2001 Bjørn Patursson, formaður Bóndafelag Føroya Eg fari við hesum at leggja stríðið, um at fáa regluna um innflutning av livandi dýrum, úr veterineravtaluni við ES. Nógv hevur verið roynt og nógv hevur verið tosa. Tann seinasta royndin var nú her fyri tá so frægir menn sum løgmaður, vara- løgmaður og sjálvur land- búnaðarmálaráðharrin gjørdu eina seinastu roynd, at rætta uppá hetta mistak. Tó ikki óvænta, fingu teir greitt svar frá millum- nevndini, at skal naka gerast nú fellur øll avtalan á gólvið. ”Take it or leave it”, síkt er stórmakta-samstarv! Nú stendur tað so upp til okkum sum hava við land- búnað og dýrahald at gera, at vit ansa okkum. Hvat er at gera Eingin fær meg at siga, at vit skulu gera sum Amish fólkini, halda okkum uttan fyri alt. Tað er skilagott at fornýggja seg, tað vita vit sum hava við dýrahald at gera og vita eitt sindur um nøring. Men hinvegin, vit skulu ikki gloyma, at tað sum er bygt upp hevur tikið langa tíð og neyðugt er at hugsa seg væl um hvat gjørt verður. Vit hava Almennar Royndir og Ráðgeving, sum hevur um hendir alla landbúnaðarráðgeving og alt royndar-virksemið. Somuleiðis hava teir um hendir ísáðing og neyta- eftirlit. Endamálið við hes- um virksemið má verða at finna nýggjar leiðir og ganga á odda tá brótast skal upp úr nýggjum. Vit eiga at gera nýtslu av hesum møguleika og brúka hesa støð til royndir og verju. Vit hava eitt fakfelag sum nú er við at fáa fótin fyri seg. Vónandi kemur tað at gera munin í framtíðini bæði tá tað snýr seg um at ráðgeving og at halda eygu og oyru opin fyri tí sum hendir rundan um vinnuna. MBM er seriøsur felag- skapur og sjálvt um Djóra- læknatænastan er privat virksemið, eri eg onga løtu í iva um at søkjur ein sær ráð eru nógvar hurðar opn- ar. Jarðarráðið hevur eisini landbúnaðarfrøðingar ansettar. Føroyska landsdjóra- lækna-embætið átti, eftir mínum tykki, ikki bara at hugsa um sjúkur Landsdjóralæknin hevur evsta vald á sínum øki. Tað er ikki smávegis ábyrgd at sita við. Man tað verða annaleiðis at sita sum landsdjóralækni í Føroyum enn t.d. í Noregi? Helst ikki siga nógv, og hví skulu føroyingar altíð skjóta seg inn undir at vit eru anna- leiðis? Men her haldi eg tó at støðan hjá okkara lands- djóralækan er annaleiðis. Hann er munandi meir sjónligur og hevur eitt munandi meir avmarka øki at umsita. Hetta lítla øki hevur sjógv í allar ættir, umframt at hetta land aftur er samansett av 18 oyggj- um. Vit eru ein serstøk tjóð við okkara egnu siðum. Okkara seyðahald verður ikki rikið eins og vit kenna tað í ES. Sjálvt íslendingar, grønlendingar og norð- menn kunnu ikki reka sítt seyðahald eins og vit gera. Hvør háttur er skilabestur skal eg ikki koma inn uppá á hesum sinni, men vil bert vísa á, at vit eins og við grindini víkja frá á hesum øki, og tað eiga okkara myndugleikar at verða greiðir yvir og virða. Tað kann ikki gera skaða at samstarva. Seyðahald, og stórt sæð allur landbúnaður, byggjur á ”sjálvrekrut-terðandi” skipanir. Vit hava okkara egna føroyska seyð, sum hevur tillaga seg okkara veðurlag og viðurskiftir. Hartil byggir seyðahaldið á aldar gamlar siðir, sum bæði seyðurin og vit sum fáast við, royna at halda fast um. Slagið og røkt- ingarhátturin byggir á lágt kostnaðarstøði og nettoúr- tøku. Tað eru fleiri enn ein sum halda, at tað illa ber til at fáa nógv meir burtur úr seyðinum enn vit í dag fáa burtur úr einum skilagóð- um rakstri, also ”netto”! Men tað er væl skiljandi at fólk vilja royna naka nýtt. Nærliggjandi er at hugsa sær at fólk sum hava avmarkaða økið t.d. eina trøð, vilja royna nýtt seyða- slag. Men hvussu nógvar hagar mann ein græður brundseyður náa at fara um tá óhappi hendur og hann brýtur seg út av eini trøð t.d. í Havnardali áðrenn hann verður afturfunnin? Lat hetta verða ein lærupenga Tað er við ringum tannabiti, men vit kunnu siga at vinnan hevur við hesum lært, at tað er alneyðugt at verða árvakin og halda eygu og oyru opin fyri hvat fyriferst uttan um okkum. Hetta gerst best við at standa saman sum ein maður og krevja sín rætt. Bóndafelagið hevur eftir mínum tykki gjørt tað sum gerðast kann í hesum máli. Vit hava gjørt tað sum stendur í okkara makt til tess at redda barnið upp- aftur á turt. Uppskot hava verið fleiri bæði frá ein- støkum limum og fólki annars, tøkk fái tit fyri tað. Eg haldi, at vit øll, -bæði føroya fólk og okkara politikarar vita hvat er fyrifarist í hesum máli og hvør støðan er. Um ikki annað so lat okkum taka við læru av tí sum hent er. Nú er ikki at sita hendur í favn Nú eiga vit, og fyrst og fremst okkara myndugleik- ar, sum hava komið okkum í hesa støðu, at bróta upp um armar og seta allar kreftir á til tess at byggja fyribyrgjandi tiltøk og verja okkum best møguligt. Neyðug tiltøk til tess at staðfesta okkara dýra- heilsustøðu mugu setast í gong alt fyri eitt. Vit hava til dømis eitt væl virkandi sláturvirkið í Hósvík sum longu hevur uppbygt djóra- lækaneftirlit við øllum dýrum sum verða flett har. Tey verða kannaði bæði á lívið og eftir fetting. Bæði har og hjá virkandi Djóra- læknatænastuni eiga at finnast virðismiklar upp- lýsingar sum, eftir mínum tykki, longu nú kunnu brúkast í verjutiltøkum. Heldur eingin skiftistíð í hesum sambandi Tað er bara óskiljandi og ein beiskur bitið at svølgja hetta, at vit ikki kundu fáa eina tillagingartíð til tess at fyrireika okkum til hesa kolveltandi støðu. Men so- leiðis uppføra stórmaktir seg í samráðingum anno 2000. Lat okkum skriva okkum hetta aftan fyri oyra. Góða heilsu. Karsten Hansen landsstýrismaður Starvsmannafelagið førir fram, at ongar veruligar samráðingar hava verið millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, og at Fíggjarmálastýrið ong- antíð er komið við nøkrum útspæli ella aftursvari. Hetta er ikki rætt. Tað hava verið seks samráðingar- fundir. Fíggjarmálastýrið hevur lagt fimm uppskot um loysn fyri felagið, sum tó allar eru avvístar. Gongdin í samráðingun- um hevur annars verið henda: 18. oktober 2000 var fyrsti fundur. Krøvini hjá Starvsmannafelagnum vóru grundleggjandi broyt- ingar í sáttmálanum. Fastir frídagar skulu vera teir somu sum hja øllum øðr- um, úrtíðarlønin skal vera 50% og 100%, dekkarin skal flytast 6 flokkar upp, bátsmaðurin 7 flokkar og kokkurin 6 flokkar. Í fyrsta umfari skuldi tað vera leyst av tí, hini feløgini gera, men kortini vildi felagið treyta sær, at teir ikki detta niður ímillum. Fíggjarmálastýrið førdi fram, at dekkarar hava altíð fingið somu løn, sama ger hvørjum skipi teir hava verið við. Avtalað varð, at SF skuldi staðfesta munin millum arbeiðið hjá dekk- arunum á Brimli saman- borið við aðrar dekkarar. 20. oktober 2000 var annar fundur. Onkur mis- skiljin hevði verið. SF hevði ikki uppfatað tað sum at teir skuldu venda aftur. Teir staðfestu kortini, at til bar ikki at vísa á beinleiðis broytingar. Teir nevndu tó, at arbeiðsuppgávan verður fjølbroyttari — m.a. størri radius og vandi fyri olju- vanlukkum. 1. november 2000 var triði fundur. Fíggjarmála- stýrið førdi fram, at broyt- ing er fyri maskinstjóran. Har eru størri krøv. Fer maskinstjórin upp, má skiparin eisini fara upp. Tað kann kanska verða ført yvir á bátsmannin. Hann skal eisini hava ein dekkara meiri undir sær. Allir dekk- arar eru í dag løntir líka — er dekkarin t.d. á Smyrli ella á Rituni, hevur tað ikki ávirkan á lønina. Felagið varð spurt, um teir vildu samráðast saman við hinum. Tað kundu teir ikki svarað uppá tá. Teir vildu eisini treyta sær, at úrslitið hongur saman við tí, yvirmenninir fáa. 24. november 2000 var fjórði fundur. Hann var við formenninar í øllum feløg- unum, men tað kom ikki nærri nakrari loysn. 27. november 2000 var fimti fundur. Hann var bara við Starvsmannafelagið. Felagnum varð gjørt greitt, at krøvini hjá teimum vóru nøkur og 30%. Lønarhækk- ingin er millum 8 og 10%, frídagarnir eini 10% og úr- tíðin eini 15%. Fíggjar- málastýrið førdi fram, at dekkararnir á Brimli skulu verða flokkaðir sum teir á Tjaldrinum – eingin broyt- ing. Bátsmaðurin kann koma uppá tal, tí har er ávís leiðsla í. Hini krøvini vórðu avvíst – tey verða ikki við- gjørd bara fyri Brimil. Fíggjarmálastýrið spurdi, um støðan ikki var, at til bar ikki at koma víðari. Tað helt Starvsmannafelagið ikki. Teir mugu vita, hvat avtalurnar við yvirmennin- ar geva, tí samband má vera millum avtalurnar. 2. desember 2000 var sætti fundur við Starvs- mannafelagið. Fíggjar- málastýrið kom við uppleggið um at seta mann- ingarnar sum tænastumenn. Starvsmannafelagið segði nei. 16. januar 2001 sendi F í g g j a r m á l a s t ý r i ð Starvsmannafelagnum uppskot um at seta starvs- metingarnevnd í sambandi við Brimil. Starvsmanna- felagið vísti uppskotinum aftur í skrivi dagfest 17. januar 2001. 19. januar 2001 sendi Fíggjarmálastýrið felag- num uppskot um at velja semingsmann. Í skrivi dag- fest 22. januar 2001 boðaði felagið frá, at tað góðtók ikki, at semingsmaður kom inn í myndina. 31. januar 2001 heitti Fíggjarmálastýrið á Starvs- mannafelagið at Brimil verður avgreiddur í sam- bandi við vanligu sáttmála- samráðingarnar. Tað ber í sær, at eingin konflikt verð- ur um Brimil fyri 1. mars. 31. januar 2001 svaraði Starvsmannafelagið, at málið skal verða avgreitt serskilt og kann als ikki verða blandað saman við og verða tikið upp undir van- ligu samráðingunum. Tað skal verða loyst fyrst. Teir hava als ikki hug at svara spurninginum um at eingin konflikt verður um Brimil fyri 1. mars 2001. Eg harmist um, at neyð- ugt er at leggja uppskot fyri Løgtingið um sáttmálar fyri Brimil, men sum tað sæst av tí, sum stendur oman- fyri, sær tað tíverri ikki út til at ber til at røkka eini samráðingarloysn. Málið hevur skund, tí øll eftirlitstænastan og sjó- bjargingin stendur upp á spæl, nú vártíðin nærkast, og aktiviteturin er vaks- andi, samstundis sum nógv útlendsk skip nú eru byrjað at fiska aftur í føroyskum sjógvi sambært galdandi fiskiveiðiavtalum fyri 2001. Haraftrat kemur til- búgvingin á sjónum, sum er ógvuliga skerd, nú Brimil liggur. Skuldi ein oljuvan- lukka hent, hevði hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið, nú tilbúgvingin er á so lágum støði sum nú. Tí er altavgerandi, at V&B fæst at virka optimalt aftur nú. VIÐMERKINGAR Nú stendur tað upp til okkum sjálvar Gongdin í samráðingunum Innbjóðing Leygardagin 10. februar kl. 15.00 verður framløga av bókini »Villvísi« Yrkingar: Tóroddur Poulsen Steinprent: Bjarn W. Sørensen Øll eru vælkomin í Grafiska Verkstaðin Inngongd í norðara enda í gamla Listaskálanum Vinarliga Grafiski Verkstaður Føroya Ogn í Sandágerði til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr.nr. 984 a, Tórshavn, Dr. Dahlsgøta 15 við hesum lýst til sølu. Gundøkið er sambært tingblaðnum 2.401 m2 til vídd- ar. Á ognini, sum liggur í sera náttúrvøkrum umhvørvi við serstakliga góðum útsýni eru bygd tvey sethús. Sethúsini eru til víddar ávikavist 2 x 135 m2 og 50 m2. Boð undir kr.2.2 mill.hava ongan áhuga. Húsini verða víst fram eftir avtalu við Advokatvirkið. Skrivlig boð skulu vera Advokatvirkinum í hendi í seinasta lagi 01.03.01. Áhugað kunnu venda sær til: Advokatvirkið Páll Nielsen,adv. Eyðhild Skaalum,adv. Sigmund Poulsen,adv. Hans Trygvi Teirin,adv. J.H.Schrøtersgøta 20 · Postsmoga 85 FO-110 Tórshavn Tlf.31 21 71 · Fax 31 58 74 e-mail:advokat@post.olivant.fo Journalførari til Oljumálastýrið Í sambandi við barnsburðarfarloyvi verður hervið søkt eftir avloysara fyri journalførara í Oljumála- stýrium.Starvið verður at seta 15.mars 2001 og er tíðaravmarkað til 1.apríl 2002. Arbeiðið fevnir um journalisering í Doculive jour- nalskipanini umframt at taka lut í dagliga arbeið- inum í Oljumálastýrinum eitt nú at avloysa í bók- haldinum og í móttøkuni. Fyrimun hava tey, ið hava royndir og áhuga fyri journalisering og bókhaldi, umframt at duga væl føroyskt og enskt í skrift og talu. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum og Starvs- mannafelagið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tinu Johannesen, Oljumálstýrið, telefon 357070, tele- fax 357075 og teldupost tinaj@oms.fo Umsóknir, saman við avriti av prógvi og frágreið- ing um arbeiðsroyndir v.m., skulu vera Oljumála- stýrinum, Postboks 3059, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 26.februar 2001. Oljumálastýrið Útbjóðing Vegna Tórshavnar havn verður biðið um tilboð uppá at taka ímóti gróti frá tunnilsgerðini um Vestmannasund og leggja tað út á ídnaðar- økinum á Oyrareingjum. Grótið verður koyrt til Oyrareingir í tíðarskeið- inum umleið 05-03-2001 til 01-11-2001. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Landsbyggifelagið í seinasta lagi fríggjadagin tann 16.í hesum mánaðinum. Tilboð í afturlætnum brævbjálva merktur ”Grót á Oyrareingjum” skulu vera Landsbyggifelagnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. februar 2001 kl.1400. Lisitatiónin verður á skrivstovu okkara 21.februar kl.14.00. Landsbyggifelagið P/f Grønlandsvegur 5 Postboks 228 FO-110 Tórshavn Urtagarðsarbeiði Vit gera alt urtagarðsarbeiði. Fa. Urtagarðsrøkt v/Mass Jensen, Nólsoy Tlf. 32 71 31 – 28 39 53 Hús til sølu Um hóskandi boð fæst, eru eini eldri sethús á Hvítanesi til sølu. Tlf.318009 Toska- og hýsu- kvota til sølu Av samlaðu kvotuni hjá M/TR »Boðasteini« á innaru fiskidagaleið eru 38 tons av toski og 48 tons av hýsu til sølu. Neyðugt er ikki at keypa alt undir einum. Loyvi at fiska kvotuna gongur út 28/2-2001. P/F Boðasteinur, tlf.444800 Søkt verður eftir einum fólki til handil okkara í Havn fulla tíð. Arbeiðið verður fjølbroytt og kemur at fevna um kundarøkt,prísáseting,dekorera og annað. Vit seta eingi ávís førleikakrøv.Tó hava umsøkjar- ar við royndum innan handil og dekorering fyri- mun. Vit leggja dent á, at tú ert álítandi, hevur arbeiðs- evni og dámar væl at umgangast nógv fólk. Vinarliga sendið skrivliga umsókn til: Niels Finsensgøta 18 · Box 1094 · FO-110 Tórshavn Tlf.314930 · Fax 314933 Sethús í Sandvík til sølu Um nóg høgt boð fæst,eru eini eldri hús í Sandvík til sølu. Áhugað skrivið til: Sosialurin, Box 76 110 Tórshavn Bill.mrk.09.02. www.sosialurin.fo -tað loysir seg