mánadagur 18. august 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Íslendska bryggjaríið, Öl
gerðin, hevur sent føroyska
bryggjarínum Føroya Bjór
krígsavbjóðing. Í brævi, sum
sakførari hjá Ölgerðini hevur
sent Føroya Bjór, íslendska
umboðnum hjá Føroya Bjór
í Íslandi og stjóranum í ís
lendsku
rúsdrekkasøluni,
krevur Ölgerðin, at Føroya
Bjór gevst við at selja Føroya
Bjór Gull í Íslandi, og at alt
ølið verður tikið av hillunum
í íslendsku rúsdrekkasøluni.
– Ölgerðin krevur, at
Føroya Bjór steðgar hesum
ólógliga virksemi og steðgar
við at brúka vørumerkið
»Gull« í Íslandi. Vit krevja
eisini, at Føroya Bjór steðg
ar innflutninginum, mark
naðarføring og sølu av Før
oya Bjór Gull í Íslandi, og
steðgar øllum ólógligum virk
semi, ið ger seg inn á varda
vørimerkið hjá Ölgerðini.
Soleiðis stendur í brævin
um, sum Einar Waag, stjóri á
Føroya Bjór fekk fríggjadagin
15. august, hóast brævið
varð dagfest fríggjadagin 8.
august.
Í brævinum sigur advo
katurin hjá Ölgerðini, at hon
væntar sær svar innan tíggju
dagar frá dagfesting, tað vil
siga í dag.
– Um vit ikki hava fingið
svar, so hevur klientur mín
einki annað val enn at fara
í rættin við málinum fyri at
verja sín rætt, sigur Hjordis
Birna Hjartardóttir, sakførari
hjá Ölgerðin.
Í brævinum til Føroya
Bjór
skrivar
advokaturin
víðari, at Ölgerðin er førandi
bryggjaríið í Íslandi innan
soda- og alkoholframleiðslu,
og at Ölgerðin eigur nógv
av teimum elstu og best
kendu vørumerkjunum á
marknaðinum. Felagið hevur
síðani 1. mars í 1989 framleitt
og selt vælumtókta Egils
Gull.
1. mars í 2011 hevur Öl
gerðin skrásett »Gull« og
»Egils Gull« hjá íslendska
patentkantórinum.
Felagið heldur seg tí hava
einkarrætt at nýta navnið
»Gull« í Íslandi, og sakførarin
staðfestir í brævinum, at
eingin annar enn Ölgerðin
kann
marknaðarføra
seg
undir navninum »gull« og
nøvnum, sum líkast tí so
nógv, at fólk kunnu mistaka
seg.
– Føroya Bjór ehf. inn
flytur og selur øl úr Føroyum
í heilsølu í Íslandi, eisini
»Føroya Bjór Gull« í 330 ml
dósum. Høvuðsfokus á dós
unum eru stavirnir »GULL«,
skrivað við stavum við stór
um. Dósirnar við føroyska og
íslendska ølinum líkjast nógv,
litir og heildin eru sera lík.
– Havandi hetta í huga,
er stórur vandi fyri, at fólk
kunnu taka feil av hesum
Ølkríggj millum Íslan
Íslendskt bryggjarí krevur Føroya Bjór Gull av hillunum í Íslandi, at Føroya Bjór steðgar við
marknaðarføring í Íslandi, og at Føroya Bjór Gull ikki verður innflutt til Íslands
Eirikur Lindenskov
Soleiðis sigur Andri Thor
Guðmundsson, stjóri í ís
lendska bryggjarínum, Öl
gerðin, við íslendska netmið
ilin, dv.is.
Tað er eftir at in.fo skriv
aði um kravið frá íslendska
bryggjarínum um at steðga
Føroya Bjór Gull í Íslandi,
at hetta gjørdist søga í ís
lendskum miðlum.
Við tilvísing til in.fo hevur
íslendska DV spurt stjóran á
Ölgerðini um hetta málið.
Andri Thor Guðmundsson
váttar, at teir hava sett seg í
samband við Føroya Bjór um
málið.
– Advokatur okkara hevur
mælt okkum til at gera vart
við trupulleikan hjá Føroya
Bjór og royna at finna semju
um nýtsluna av navninum,
tí hetta er eitt skrásett vøru
merki hjá okkum í Íslandi,
og um vit ikki gera vart við
tað, so økir tað vandan fyri,
at onkur annar eisini fer
at nýta navnið, sigur Andri
Thor Guðmundsson, stjóri í
Ölgerðin við DV.
– Men tað er als ikki
ætlanin at hótta við stevning
ella øðrum fíggindaligum
stigum. Vit vilja bara seta
okkum niður og tosa um
málið fyri at finna eina loysn
við samráðingarborðið, sigur
Andri Thor Guðmundsson.
Hóast stjórin í íslendska
bryggjarínum
roynir
at
lítisgera stigið, hann hevur
tikið
yvir
fyri
føroyska
bryggjarínum, so er talan
um beinleiðis hóttan um
rættarsókn, sum Føroya Bjór
ikki gevst við at selja gull-
ølið í Íslandi í dag.
– Um vit ikki frætta
fá tykkum í seinasta lagi
mánadagin 18. august, hevur
klientur mín einki annað vl
enn at fara í íslendska rættin
fyri at verja síni rættindini,
sigur sakførarin, sum ikki við
einum einasta orðið tosar um
at partarnir skulu seta seg
við samráðingarborðið til
tess í sátt og semju at finna
eina loysn
Kravið er einfalt at steðga
Føroya Bjór í at selja gulløl í
Íslandi.
Tað sær Einar Waag á
Føroya Bjór sum eina krígs
avbjóðing.
ølkríggj
Ölgerðin: Ynskja ikki
kríggj við Føroya Bjór
– Vit vilja bara seta okkum niður og tosa við Føroya Bjór, so vit kunnu greiða
hetta í sátt og semju. Vit ynskja einki stríð við Føroya Bjór.
Annika og Einar Waag,
stjóri á Føroya Bjór, undrast
á stigið hjá íslendska
bryggjarnum at royna
at steðga Føroya Bjór í
Íslandi vegna navnið á
gullølinum