Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nd og Føroyar Eirikur Lindenskov Einar Waag, stjóri á Før­ oya Bjór, gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann fríggja­dagin fekk bræv frá advokatinum hjá ís­ lendska bryggjarínum, Öl­gerðin, sum krevur, at før­oyska ølið, Gull, frá Føroya Bjór verður tikið av hillunum í íslendsku rúsdrekkasølinum, ið eins og í Føroyum hevur einkar­rætt at selja sterkt í Íslandi. – Vit hav sjálvandi eina góða søk, so vit bakka ikki, sigur Einar Waag. Hann sigur, at Føroya Bjór hevur ein royndan advokat í Danmark, sum loysir slíkar patent­skrá­ setingar fyri Føroya Bjór. – Men vit hava ongan­ tíð skrásett orðið »Gull«, tað halda vit ikki kann bera til. Tí talan er um eitt orð. Og tá vit tosa um gull og um øl, so tosa vit sum eitt ølslag, tað er als ikki komið okkum til hugs, at nakar kann fáa einkarrætt upp á tað, sigur Einar Waag. Annars er føroyska gullølið væl eldri enn tað íslendska. Í Íslandi var ikki loyvt at bryggja og selja sterkt øll fyrr enn 1. mars í 1989. Fyri ta tíð kundu tú einans keypa veikt øl í Íslandi. Tey høvdu tí sínar serligu ølsjussar, har tú keypti veikt øl á barrum við brennivíni lati útí. Føroya Bjór slapp at bryggja sterkt øl í 1980, og tá komu bæði Veðrur og Gull á marknaðin og havi verið tað síðani. Beint eftir at loyvt var at selja sterkt í Íslandi, kom Føroya Bjór eisini á marknaðin har. Av fyrstan tíð var tað rúsan sum innfluttið ølið, men seinni hevur Før­oya Bjór finigð sítt egna umboð í Íslandi. Ølið hevur verið selt øll árini, men fyrr í ár steðaði sølan, tí hon gav ikki nóg nógv. Men í vár varð farið í gongd aftur – og nú er tað øl í dósum, sum verður selt. Í Íslandi verður næst­ an alt øl selt í dósum. Sum in.fo skilir er talan um eini 95 prosent av marknaðinum, sum er dósaøl, og nú er Føroya Bjór eisini í hesum part­ in­um. Um tað hevur fing­ ið Ölgerðina at hótta før­ oyska bryggjaríið, er ein møguleiki. Einar Waag heldur tað tykjast eitt sindur løg­ ið, at Ölgerðin ikki rea­ gerar fyrr enn nú, tá havt verður í huga, at tey hava biðið um at fingið skrásett vørumerkið fyri meira enn trimum árum síðani. Hann vísir staðiliga aft­ ur, at Føroya Bjór á nakran hátt hevur kopierað eti­ kett ella nakað frá dósun­ um hjá Ölgerðini. – Vit hava bara kopi­ er­að etikettina av glas­ fløskunum bein­leiðis á dósirnar. Tær eru fult og heilt okkara egnu, sig­ur Einar Waag, sum sam­stundis stafestir, at Ölgerðin ikki hevur rea­ gerað upp á vøru­merkið í meira enn trý ár. – Tí halda vit okkum hava eina góða søk. Men vit fara at svara brævinum aftur, og tað gera vit allar­ helst í dag, áðrenn freistin hjá advokatinum er úti, sigur Einar Waag. Tú kanst ikki fáa patent upp á eitt orð – Tað er ikki komið okkum til hugs at skráseta »gull« sum eitt vørumerki, sigur Einar Waag. Gullølið hjá Føroya Bjór er níggju ár eldri enn gullølið hjá Ölgerðini ølkríggj Eirikur Lindenskov Einar Waag undrast stórliga á mátan, sum Andri Thór Guð­mundsson nýtir, nú hann roynir at trýsta Før­ oya Bjór út av íslendska markn­aðin­um við at krevja patent upp á navnið. – Men tað undrar meg ikki, tí hann hevur nýtt undarligar handilsháttir fyri, sigur Einar Waag. Hann vísir á, at Ölgerðin einaferð vildi sleppa at keypa Føroya Bjór. – Tað var fyrr í øldini tá íslendingar vildu eiga alla verðina. Tá komu teir til okkara og vildu keypa. Vit søgdu, at teir kundu koma við einum boði, so kundu vit taka støðu til tað, men boðið kom ikki. – Hinvegin so vildu teir hava, at vit skuldu leggja okkum skerflatar fyri teimum og greiða teimum frá øllum innanhýsisviðurskiftum í Føroya Bjór. Men tað vildu vit sjálvandi ikki, tí talan var jú um ein kappingarneyta hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag. Andri Thor Guðmundsson, sum nú hóttir við at beina Føroya Bjór Gulla av landinum í Íslandi, var sjálvur í Føroyum og sat inni á skrivstovuni hjá Einari Waag í Klaksvík og vildi keypa Føroya Bjór. – Tá teir ikki vildu koma við einum boð, og vit ikki vildu leggja øll innanhýsis viðurskfiti opin fyri teimum, so kom tann søgan ikki longur, sigur Einar Waag. Men partarnir samdust um, at teir kundu samstarva um ymiskt, sum kundu gagan báðum pørtum. – Men vit hoyrdu ongantíð nakað frá teimum aftur. Tað næsta vit frættu var, at Ölgerðin kom á føroyska marknaðin. Men tað var ikki gjøgnum okkum, men gjøgnum eina heilsølu í Havn. Tað er ikki serliga góður handilssiður, heldur Einar Waag. Ölgerðin vildi keypa Føroya Bjór Tá íslendingar vildu eiga alla verðina, vildu teir eisini eiga Føroya Bjór. Men Einar Waag vildi ikki báðum vørum, skriv­ar advo­ katurin, sum vísir til grein í lógini um upp­havs­rætt, og ger greitt, at Føroya Bjór brýtur lógina. Advokaturin vísir síðani á, at Føroya Bjór eisini brýt­ ur góðan handilssið og mark­ naðarføringssið við teirra nýtslu av vøru­merk­in­um. Hon skrivar, at lógin bann­ar slíkum handilsskapi, sum leggur upp til at lumpa brúkarar, so teir taka feil og keypa skeiva vøru og vísir til lógargreinar, sum umfata hetta. – Tað er greitt, at inn­pakn­ ingurin av hesi vøru er við til at ørkymla brúkaran. Tað er við hesum grund­ gevingum, at Ölgerðin krev­ ur føroyska gullølið av hill­ unum í Íslandi, av ís­lendska marknaðinum og at tað ikki verður innflutt til Íslands yvirhøvur. Føroya Bjór fór at bryggja sterkt øl níggju ár áðrenn íslendingar sluppu tað og Føroya Bjór hevur verið selt í íslendsku rúsdrekkasøluni frá byrjan