mánadagur 18. august 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jens Mortan Mortensen
ovastevna
Klokkan tvey setti leygar
dagin Elin Lindenskov, for
kvinna í Umhvørvisnevndini
í Tórshavnar býráð, ovastevn
una í allarbesta veðri.
»Sum barn svam eg nógv
í gamla uttandura svimji
hylinum í Gundadali. Eg dugdi
væl at svmija. Av tí sama havi
eg ofta staði í vindeyganum í
mínum barndómsheimi og
droymt um at svimja út til
Nólsoyar«.
Millum annað hesi orð
segði Elin Londenskov í síni
setanarrøðu á ovastevnu
fyrr í dag. Og hon helt fram
um sína hugtøku av Nóls
oynni.
»Sjálvt um teinurin út
til Nólsoyar er stuttur,so
skuldu ganga 15 ár, áðrenn
eg fyrstu ferð vitjaði í oynni.
Tað var við motorbáti, Síðani
tá havi eg fleiri ferðir vitjað í
Nólsoy«.
Hon kom eisini inn á
orkustøðuna og segði um
(vónandi) komandi svikjihyin
í Nólsoy:
»Svimjihylurin í Nólsoy
verður kanska fyrsti svimji
hylur í landinum, sum verður
hitaður við avlopsorku frá
vindmyllum
ella
aðrari
varandi orkukeldu«.
Stevnan sett í
Elin Lindenskov, forkvinna í Umhvørvisnevndini
Ovastevna størsta tiltak eftir ólavsøku
– Í míni verð er Ovastevnan okkara størsta tiltak eftir ólavsøku, og eg havi altíð roynt at verið við, tí stevnan er
so serstøk, og upplivingarnar eru so øðrvísi og spennandi. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu, sum Nólsoy eisini er partur av. Sum borgarstjóri í kommununi bjóðar hann øllum - bæði nær og fjar
- vælkomnum til Nólsoyar at halda Ovastevnu. Hann vísir á, at tað, at koma til Nólsoyar er sum at koma í ein
annan heim. - Blíðskapurin er øgiligur, og upplivingarnar eru nógvar, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.
Søgan um Ova í leiki
Klokkan fýra sýndi Nicolai Falck fram leikin um Ova í bátinum Diana Victoria á keiini í
Nólsoy. Søgd var øll søgan - í stuttum sjálvandi - um lívið hjá Ova. Hvussu hann vaks upp,
fyrst úti á Malarenda, síðani á Botni og at enda á Bátatúgvuni. Vit hoyrdu, hvussu barnaárini
gingu, og vit hoyrdu, at hann fór til skipa við pápa sínum longu 14 ára gamal. Eisini varðsagt
frá tíðini umborð á skúlaskipinum, Danmark, og hvussu hann var har umborð í seks ár.
Vit hoyrdu, at skiparin á Danmark forerdi eina máttu burtur til Knút, prins, sum Ove hevði
gjørt og sum hann ætlaði mammu síni. Eisini var greitt frá einari stórari plátu við ymiskum
knútum, sum Ove hevði gjørt, og sum nú hongur á skipskontórinum hjá Danmark. Og ikki
minst hoyrdu vit um tær tríggjar ferðirnar, hann gjørdi um hav, har tær tvær fyrstu gingu til
Hetlands, meðan tann triðja gekk alla leiðina til Langelinje. Ein hugnalig løta á keiini í Nólsoy
Stoktu grindabúff
Á ovastevnu, sum verður hildin í besta veðri í Nólsoy í kvøld, er eisini bátahugni. Tá in.fo
var ein túr eftir bryggjukantinum fyri løtu síðan, høvdu hesi í bátinum úr Kollafirði stokt
sær grindabúff. – Kokkurin umborð stokti fyrst neytabúff, men tað miseydnaðist. Búffurin
kundi ikki etast. Heldur ikki skipshundurin skoytti um búffin. Tað sigur Levi Danielsen, ið
líka sum er skipari á bátinum, nú tey eru komin út til Nólsoyar at hugna sær á ovastevnu