mánadagur 18. august 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ovastevna
fínasta veðri
Ovadøtur á ovastevnu
Tær báðar døturnar hjá Ova, Christina og Rose, eru
í Nólsoy, nú ovastevna er. Sum nevnt er í Sosialinum
fríggjadagin, er Sharlotte Rose Johenson i Føroyum á fyrsta
sinni, nú ovastevna er. Saman við hálvsystir síni, Sylvia
Christina Joensen, er hon í Føroyum, og tær báðar eru á
fyrsta sinni saman á ovastevnu. Tær skulu báðar aftur
av landinum aftur í morgin, so tær royna at njóta løtuna
í kvøld saman. Myndin er tikin undir felagssanginum
á Nýggjaveg, sum Himar Jan Hansen skipaði fyri
Ókeypis hummarasuppa
Ovastevnunevndin bjóðaði ókeypis hummarasuppu í tjaldinum á keiini. Hummarasuppan
var helst serliga ætlað regattafólkinum, men tað vóru ikki nógvir bátar, sum komu til
Nólsoyar í dag. Hóast veðrið er at tí besta, eru bæði fáir bátar komnir, eins og fá fólk
eru komin til Nólsoyar higartil í dag. Talið av regattabátum er beint oman fyri 10, og
að mundu ikki vera fleiri enn um hundrað til framførsluna á keiini um lívið hjá Ova.
Vónandi nýta fólk høvi at koma til Nólsoyar, tí nógv er at uppliva á ovastevnuni
Felagssangur og skemt
Tað er gott lív úti á Nýggjaveg í Nólsoy í løtuni, har felagssangur byrjaði klokkan 22. Í lítla pallltjaldinum, sum sett er upp á
økinum, skipar Hilmar Jan Hansen fyri. Hann syngur fyri og spælir undir við guitara. Væl av fólki er møtt upp til felagssangin, ið
er ein afturvendandi og vælumtóktur partur av ovastevnuni. Veðrið í Nólsoy er gott, nú felagssangurin sjungar. Fyrr í kvøld var
eitt lítið æl, men nú er turt og milt og gott veður. Umframt, at Hilmar Jan Hansen syngur og spælir fyri til felagssangin, veit hann
eisini nógvar góðar, sum hann "kryddar" løtuna við. Tað er ikki frítt, at mannamúgvan er í skellilátri millum mergjaðu sangirnar,
ið verða sungnir úr sanghefti sum er gjørt til ovastevnuna. Nú eftir felagssangin er fýrverk á skránni á ovastevnu í Nólsoy
Fólk hugna sær
Hóast ikki tað heilt stóra av fólki er
komið til Nólsoyar higartil, so hugna
tey, sum eru her úti, sær óført. Sjálvt
um tað hevur regnað eitt sindur
fyrrapartin, og onkur dropi eisini hevur
verið seinnapartin, so er veðrið í Nólsoy
ógvuliga gott. Og sambært nýggjastu
veðurforsøgnunum verður turt og
rímiliga stilt heilt fram til í hvussu er á
miðnátt. Tá verður sagt frá einstøkum
dropum, og lotið verður frískari. Alt
er opið nú á ovastevnu, og klokkan 17
byrjaði kabarettin, Grind Propp, sum
eisini erður sýnd klokkan 19. Klokkan
15 lótu Heimavirkið, barnaland, bátar
í hyli, stevnukiosk og onnur tiltøk upp,
og koyra nú á fult drøn. Og sum sagt,
veðrið er av tí allarbesta í Nólsoy