mánadagur 18. august 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Sandoyggin
hevur
verið
nakað í fokus, nú felags
skapurin Sea Shepherd er í
Føroyum og ansar eftir, at
føroyingar ikki drepa hval.
Borgarstjórin í Skopunar
kommunu, Gerhard Logn
berg, hevur sagt sína meining
um virksemið hjá SS-fólku
num, og tað hevur borgar
stjórin í Sands kommunu,
Brandur Sandoy, eisini. Bæði
í Skopun og á Sandi hava
kommunurnar stongd báta
dráttir fyri Sea Shepherd-
fólkum, og á Sandi hevur
borgarstjórin sýtt hesum
fólkum atgongd til alment
wc og teir fasilitetir, sum
kommunan annars bjóðar
fólki í oynni og ferðafólki
annars sum koma á vitjan.
Á sínari facebook-síðu
skrivar borgarstjórin í Skála
víkar kommunu, Linjohn
Christiansen,
sunnumorg
unin nakrar reglur um hesi
viðurskifti. Umframt at vera
borgarstjóri, er hann eisini
grindaformaður.
Borgarstjórin í Skálavíkar
kommunu tekur ikki undir
við Sea Shepherd, sonevndu
generalunum
aftanfyri
felagsskapin og teirra “pro
pagandamaskinu”, sum hann
rópar tað.
Linjohn
Christiansen
ásannar, at tað er ógjørligt
hjá okkum føroyingum at
vinna á Sea Shepherd. Hin
vegin heldur hann, at før
oyingar kunnu vinna á hes
um fólkum við at fáa tey í
part við okkum, sum eina
møguliga loysn á einum
trupulleika.
- Í dag hava vit væl fyri
skipað grindadráp, men tað
er ikki føroyingum fyri at
takka. Fyrr var grindadráp
eitt satt djóramorð. Ágang
urin uttanífrá gjørdi støðuna
til tað, hon er í dag.
Linjohn kallar sítt íkast
á facebook til kjakið um Sea
Shepherd “Mentan, vegetarar
og skoynisoppar…”
-
Undir
amerikanska
borgarakrígnum helt Abra
ham Lincoln røðu, har hann
við sympatii umrøddi rebell
arnar í suðurstatunum. Røð
an fekk øði í eina eldri kvin
nu, sum við lív og sál helt við
norðurstatunum.
Hvussu
kunnu tygum røða so vina
liga
um
tínar
fíggindar.
Skuldi tú ikki heldur hugsað
um at beint fyri teimum?
Spurdi kvinnan.
Linjohn
Christiansen
vísir á, at svarið hjá Abraham
Lincoln er vorðið klassiskt:
- Sig mær kvinna. Beini eg
ikki fyri mínum óvinum, um
eg geri teir til vinir mínar.
Í sínum íkasti á síni face
book-síðu spyr borgarstjórin,
um tíðin ikki er komin til, at
vit føroyingar strúka okkum
um ennið.
- Er føroyska mentanin
so skirvislig, at nakrir ungir
vegetarar kunnu seta hana í
vanda nakrar krákumánaðar.
Hesi ungfólk eru ikki nøkur
brótaraross, ið vilja gera seg
inn á mentan okkara. Enda
málið er eittans - at verja
nøkur djór, sum tey eru góð
við. Tey eru sera bilsin av
okkara vøkru náttúru og
framkomna landi.
Linjohn Christiansen gev
ur fólki rætt í, at ein skyn
samur almennur politikkur
at takla støður sum hesa væl
kundi verið meira frammi.
- Ein felags niðurstøða er
nógv sterkari enn tað, sum
nú gongur fyri seg.
Mín støða
er greið. Mær dámar betri
støðuna hjá Abraham Lin
coln enn hana hjá konuni.
Haldi ikki, vit skulu vera
smásár, men heldur lata hesi
ungu sleppa avstað aftur utt
an daprar upplivingar, sigur
borgarstjórin og grindafor
maðurin í Skálavík.
Vilmund Jacobsen
Stór undirtøka var fyri ár
ligu regattasiglingini, sum
Hósvíkar Róðrarfelag skip
aði fyri fríggjadagin.
Sambært skránni skuldu
bátarnir fara av Eiði klokk
an 17 henda dagin, og síðan
varð stevnt suður gjøgnum
Sundalagið ávegis til Hós
víkar.
Tá bátafylgið nærkaðist
Brúnni við Streymin, vísti
tað seg, at tað rættiliga var
farið at reka norður, og
hetta elvdi til ávísar trupul
leikar hjá bátum, ið ikki
hava so stóra maskinorku.
Alt tørnaði tó væl út,
men væntandi er, at tey,
sum skipa fyri regattasigl
ing, fara at ansa enn betri
eftir eitt annað ár, soleiðis
at løtan, tá siglt verður um
trongan undir Brúnni, verð
ur betri tilpassað rákinum.
Tá bátarnir, sum vóru við í
regattasigling av Eiði til Hósvíkar
seinnapartin fríggjadagin,
nærkaðust Brúnni við Streymin,
komu teir í harðan mótstreym
Fyrr var grindadráp
eitt satt djóramorð
Bátar í hørðum
mótstreymi
um Brúnna
Veðrið royndist
skiftandi á ova
stevnu, og viðhvørt
regnaði. Hesar tríggj
ar gellurnar dugdu tó
at lata seg í, áðrenn
tær fóru í dansin.
Í mun til, tá ovastevnan
varð best vitjað, var
lutfalsliga lítið fólk
at síggja í gøtunum í
Nólsoy á ovastevnu í ár
Húka
flotin í
gongd
aftur
Vilmund Jacobsen
- Nú eru fleiri línuskip
farin aftur til fiskiskap
eftir
summarsteðg,
og
vit vænta, at trý línuskip
koma inn at landa síðst í
hesi vikuni.
Fiskamarknaður Før
oya veit at siga, at tvey
skip hava svartkalva, og
eitt línuskip kemur við
brosmu og longu.
- Restin av línuflota
num eru antin nýliga far
in útaftur - ella er ávegis
til fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at
línuskipini, sum eru til
fiskiskap, í størstan mun
fiska brosmu og longu.
- Eitt skip er á Íslands
rygginum og fiskar tosk,
og eitt skip er í Eystur
grønlandi.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at línuskipið, sum
er í Eysturgrønlandi, er
Sandshavið.
Um útlitini til útróður,
veit Fiskamarknaður Før
oya at siga, at veðrið sær
út til at fara at roynast, og
streymurin verður góður.
- Tí vænta vit, at nakað
verður av útróðri í hesi
vikuni, sigur marknaðurin
í sínum metingum fyri
hesa vikuna.
- Í dag hava vit føroyingar eitt vælskipað grindadráp,
men tað er ikki okkum fyri at takka. Ágangurin
uttanífrá gjørdi støðuna til tað, hon er í dag, sigur
Linjohn Christiansen, borgarstjóri og grindaformaður
- Er føroyska mentanin so skirvislig, at nakrir ungir vegetarar kunnu seta hana
í vanda, spyr Linjohn Christiansen, borgarstjóri og grindaformaður
Stórur áhugi var fyri regattasiglingini
hjá Hósvíkar Róðrarfelag í ár.
Mynd: Birgir W. Høgnesen