Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 Nýtt tilfar skal forða ferðsluvanlukkum Nú verður lættari hjá lærarum og foreldrum at læra børnini um vandarnar í ferðsluni. Nýtt og umfatandi undirvísingartilfar er gjørt og liggur talgilt á føroyska undirvísingarportalinum Snar Rannvá G. Fossaberg Tað er blivið munandi lætt­ ari hjá lærarum og for­ eldr­um at læra børnum í fólka­skúlanum um vand­ ar­nir í ferðsluni. Ráð­ið fyri Ferðslutrygd hev­ ur saman við Námi og Trygg­ingarfelagnum Før­ oy­ar framleitt nýtt und­ ir­vísingartilfar til fólka­ skúla­næmingar, sum er at finna á und­ir­vís­ing­ar­port­al­ in­um snar.fo. Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd er ikki í iva um, at nýtt og dagført und­ ir­vísingartilfar hevur stóran týdn­ing, tá børn skulu læra at bera seg rætt at í ferðslu. – Tilfarið, ið hevur verið nýtt í ferðsluundirvísingini hig­artil, er alt ov gamalt, og dag­ført undirvísingartilfar hev­ur leingi manglað. Í Dan­ mark eru kanningar gjørdar, sum vísa, at nýtt tilfar ger stór­an mun og hevur ávirkan á sjálva undirvísingina, og eis­ini hvussu børnini taka ímóti boðskapinum, sigur Bryn­hild Høgnadóttir. Í fjør varð farið und­ir verkætlanina at framleiða nýtt und­ir­vís­ing­artilfar. Tilfarið til ferðslu­und­ir­vís­ ing­ina er serliga lagt til rættis við íblástri úr tilfarinum, sum tey brúka í Danmark og Svø­ríki. – Vit hava kannað, hvussu tey gera við ferðslu­ undirvísing í granna­lond­ un­um, og á tí økinum er tað ser­stakliga londini Danmark og Norra, sum hava nógv nýtt, gott og talgilt til­far, sum tey so nýta til fólka­ skúla­næmingarnar har, sig­ ur Brynhild Høgnadóttir og legg­ur afturat: – Tað, sum vit síðani hava gjørt, er at umseta útlendska til­farið og ikki minst tillaga tað til føroysk viðurskifti, mill­um annað við at tosa við løgregluna og onnur, ið kenna til ferðsluviðurskiftini her í Føroyum, sigur Bryn­ hild Høgnadóttir. Ung í stórum vandabólki Hagtøl frá Ferðslutrygd vísa, at tað serliga eru tey ungu í ald­urbólkinum 15 til 25, ið eru tann stóra avbjóðingin, hvat ferðsluvanlukkum við­ víkur. Higartil hevur størst­ ur dentur verið lagdur á at læra næmingar í 1. til 3. flokk um vandarnar í ferðslu, men við nýggja und­irvísingartilfarinum er lættari at røkka teimum eldru næmingunum. – Tað vanliga hevur ver­ ið, at ferðsla er nak­að, ið næmingarnir læra um í lærugreinini heim­stað­ar­ læru, sum tey hava trý tey fyrstu árini í fólkaskúlanum. Men tað vísir seg, at tað er, tá børn­ini eru eldri, og eitt nú bil­túrar og prutl eru vanligur part­ur av gerandisdegnum, at hesi ungu síggjast aftur í deyðshagtølunum. Júst tí hava vit valt eisini at leggja dent á relevant und­ ir­vís­ingartilfar til tey eldru skúla­børnini, umframt at nógv gott eisini er at finna á undirvísingarportalinum til teir yngru skúla­næm­ing­ arnar, sigur Brynhild Høgna­ dótt­ir. Foreldur stóra ávirkan Sum nakað nýtt tryggjar nýggja ferðslusíðan á und­ ir­vísingarportalinum Snar, at tað verður lættari hjá for­eldrum at læra børnini um at ferðast í ferðslu og teir vandarnir, sum kunnu stand­ast av skeivum atburði í ferðsluni. – Vit hava gjørt eina und­ ir­síðu, ið er ætlað foreldrum, og tað er av tí orsøk, at for­ eld­ur og teirra hugburður hev­ur størri ávirkan á børn­ ini, enn hvat foreldrini ofta geva sær far um, sigur Bryn­ hild Høgnadóttir og heldur fram: – Kanningar vísa, at foreldrini eru týdn­ing­ar­ mikl­ast, tá tað snýr seg um at­ferðina hjá børnunum, og hóast foreldur ikki altíð hava varhugan av, at børnini og tey ungu lurta eftir tí, ið verður sagt, so blíva tey í stóran mun ávirkað av at­burðinum hjá teimum vaksnu í ferðsluni. Tí er eis­ ini umráðandi, at tú sum for­eldur veitst, hvussu tú skal bera teg at í ferðsluni og harvið kanst læra barnið um ferðslutrygd, greiðir Bryn­ hild Høgnadóttir frá. rannva@sosialurin.fo Nýggja undirvísing­ar­ tilfarið um ferðslu kann síggjast á snar.fo/ferdsla Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í samstarvi við Nám og Tryggingarfelagið Føroyar framleitt nýtt tilfar til ferðsluundirvísingina í fólkaskúlanum. Á myndini síggjast frá vinstru Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd, Bjørn Kallsø, landsstýrismaður í skúlamálum og Magnus Tausen, stjóri í Nám Nýggja tilfarið um ferðslu er at finna á eini undirsíðu á undirvísingarportalinum Snar – snar.fo/ferdsla