Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. august 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. august 2014 · Nr. 92 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR M istøk verða altíð partur av einum fótbóltsdysti. Tey flestu verða helst gjørd av spælarunum sjálvum, men ofta eru tað tey hjá dómarabólkinum, sum standa sterk- ast í minninum, tá diskussiónir um hetta og hatta fara fram. Sjálvandi er dómaraposturin serliga útsettur, og sjálv andi skulu spælarar, venjarar og fjølmiðlar ansa sær, at dómarar ikki verða hongdir meira út, enn gott er. Men tað nertir ikki tann veruleika, at dómarar í mong um førum verða viðfarnar sum heilagar kýr innan veggirnar í FSF. Eitt nú hevur hetta verið galdandi, tá leikbann skulu ásetast. Har er tað ein- víst frágreiðingin hjá einstaka dómaranum, sum verð ur nýtt sum grundarlag. Sjálvandi er tað fyrst og fremst dómarin sjálvur, ið veit, hví kort verður givið. Men vit hava tó meira enn tí einu ferðina sæð dømi um leikbann, har fólk utt an fyri vøllin standa spyrjandi. Eitt nú er ymiskt bann fyri “sera ljótan” ella bara “ljótan” atburð. Og subjek- tiva metingin hjá dómaranum, tá hendingin fór fram, kann jú vera sera ymisk. Og tað kann verða munurin mill um onga revsins ella fleiri daga langt leikbann. Í kæru málum er siðvenjan, at Kappingarenvndin spyr dómarabólkin, sum síðani staðfestur tað, sum teir fyr hava skrivað, men lukkutíð varð henda siðvenja broytt í vikuni. Stórt rós til Rúna Gaardbo og hansara bólk, nú teir ásann aðu, at orðingin í frágreiðingini um leikbannið Hans Jørgen Djurhuus helst var nakað hørð. Her er talan um erligheit og sjálvrannsakan, og hesum hev- ur onkra tíð verið saknur í. Tað skerst tó ikki burtur, at ein spurningur fram veg- is stendur eftir: Hevði leikbannið framvegis verið fýra dagar, um Víkingur ikki hevði kært? Hevði dómara bólk urin sjálvur reagerað, og sagt, at teir altso ikki hildu, at fýra dagar vóru í lagi? Guds børn batna www.ab.fo: vit fingu tað eina stigið og sum vit vita frá okkum sjálvum, so er ikki nokk at hava møguleikar, men ein skal eisini skorað uppá teir. www.b36.fo: Tað er spennandi at halda við B36! Hóast mest sum total-dominans í góðan tíma og fleiri góðar støður, so vórðu vit hildin á pínubeinkinum í 90 minuttir, áðrenn stigini móti Skála vórðu staðfest www.vikingur.fo: Í stuttum kann sigast um seinna hálvleik at liðini vóru í álopi 3 ferðir samanlagt. Víkingur í 2 ferðir á 22 minuttir og AB eina ferð í 1 minutt. Vit fingu eitt mál so dysturin endaði 2-2. www.hb.fo: Vit royna áhaldandi at hanga í, í oddinum, og góði og sannførandi sigurin við Margáir í dag, staðfestir at vit leggja okkum ikki uttan víðari. www.07vestur.fo: Eftir at hava skorað leiðslumálið tíðliga í øðrum hálvleiki, megnaðu vit ikki at halda fast, og FC Suðuroy fingu javnandi málið tá einir 10 minuttir vóru eftir. Torstein skoraði okkara mál. www.svimjing.com: Pál Joensen er millum favorittarnar á EM 2014 í bæði 800 og 1500 metra frísvimjing, sambært tí fyribils startlista sum varð givin leiðarum á tekniska fundinum í Berlin í dag. Í 800 metra frísvimjing liggur hann til eitt bronsuheiðursmerki, og í 1500 metra frísvimjing til eitt fjórðapláss. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar KLUMMAN Jákup Mørk ■ Besta liðið hjá EB/Streymi møtti ikki upp í dag, tí allir vóru í brúðarhús hjá Hans Paula. Tískil møtti 2 liði upp :) (EB/Streym-HB) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ) ÍTRÓTTUR ÍTRÓTTARTOYMIÐ Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen ROK Í B36-HÚSINUM ONKI EFTIRSPÆL Tað fær einki eftirspæl, at tað bleiv áfast millum venjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, og Tórður Thomsen, mál- verja hjá B36, eftir at B36 vann 1-0 á NSÍ í Gundadali fyri eini viku síðan. Formaðurin í kapp ing- ar nevndini, Jákup Martin Joen sen, váttar at einki mál er komið á borið hjá honum við víkjandi hendingini. Tað var í B36-húsi num, beint uttanfyri skift ingar- rúmini, at bæði Tórður Thom sen og Trygvi Morten- sen vildu hava orðið á dómar an í dystinum. Tað end aði við, at tað bleiv áfast mill um Trygva og Tórður. Fleiri spælarar komu upp í og eina løtu var talan um rættu ligt rok. Sum skilst á øll um pørtum, so dempaði hetta seg skjótt aftur, tá vaktir og umboð fyri bæði liðini komu í millum Hend ingin fór fram beint framma n fyri dómaranum, Rúna Gaardbo, sum tó ikki hev ur noterað hendingina í dómarafrágreiðingina. • Eg og Trygvi skeld aðust eitt sindur aftan á dystin, tí at vit báðir vildu sleppa at práta við dómaran, men meir enn tað var tað ikki, greiðir Tórður Thomsen frá. B36 vann dystin 1-0. Sum skilst, so var Tórður Thom- sen ónøgdur við at fáa gult kort fyri at drála, meðan venj arin hjá NSÍ ilskaðist um at ov fáir minuttir vóru lang- ir afturat. Trygvi og Tórður kennast væl og hava slættað sjógvin. • Eg og Trygvi skrivaðu saman aftan á dystin og slættaðu sjógvin okk- ara millum. Alt í alt, vit vóru báðir heitir og báð- ir ónøgdir við onkra av- gerð hjá dómarinum, og tað førdi so til ein lítl an orðadrátt okkara í mil l- um, sigur málverjin hjá B36 at enda. trondur@sosialurin.fo FULT UMFAR MIKUDAGIN 20. umfar í Effo-deildini verður mikukvøldið. Tá tekur AB móti grannunum og oddaliðnum úr B36. Í Gundadali spæla HB og ÍF. Í Sarpugerði er KÍ á vitjan hjá Víkingi. B68 spælir á Toftum móti EB/Streymi, meðan grannauppgerð er á Skála, har NSÍ er á vitjan. Tað er ein gleðilig sensatión, nú ein dómari hevur við ging- ið, at orðingin í dómara frá- greið ingini um reytt kort helst var í harðari lagi